Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 71 · 22. juni 2012 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo Nú er tíðin at grilla. Onki er so summarsligt sum at kenna matluktin frá grillini og seta seg við einum góðum bita í túninum ella á terassuni Út at grilla Tann klassiska grillin frá Weber er svørt, men hví ikki broyta lit og keypa eina ljósabláa? Um ein vil fara á útferð og hava grillina við, er ein lítil grill góð at hava. Bodum Fittligar og summar­ sligar plastikkannur og gløs frá Rice Breyðkurv frá Green Gate Hamburgarapressa ger tað lættari at forma ham­burg­ arar­nar. Hendan er frá Sagaform Grilltips • Nógv vilja »gera okkurt«, meðan kjøtið liggur á grillini. Royn og lat vera – grillin skal hava frið at gera sítt. • Vend ikki ov ofta. Hvørju ferð tú vendir kjøtinum, missur tað hita. Vend tí so sjáldan sum gjørligt. • Pressa ikki saftina úr kjøtinum. Tað er freistandi at leggja steikispakan móti kjøtbitanum og trýsta. Ger tað ikki, tí tað ger kjøtið turt. • Sker ikki feittið vekk. Kjøt skal skal hava eitt sindur av feitti fyri at fáa góðan smakk. Heimsins lættasta grilldessert Marshmallows Marie-keks Træpinnar Set ein marshmallow á ein pinn og hita. Tá marshmallowin er vorðin eitt sindur kleiggjutur og bleytur, kroystur tú hann millum tvær mariukeks. Ein lekkur kaffidessert! Prei: Enn lekrari er tað at leggja ein sjokulátabita ímillum, og lata hann smelta saman við. Picknickteppi frá Green Gate Kølitaskan er hent at hava við, tá matur skal ferðast. Hendan smarta er frá Menu