Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 71 · 22. juni 2012 7 VIKUSKIFTI Hevur tú fingist við skriving alt lívið? – Nei, bara seinastu 33 árini! Áðrenn tað arbeiddi eg ordiliga!   Hví búsetti tú teg í Havn? – Eg rann helst aftaná onkrum konufólki og bleiv forelskaður í Havnini!   Hevur Tórshavn sum høvuðsstaður nóg mikið at bjóða sínum borgarum? – Ja, men meira vil hava meira! Og tað kemur! Vit droyma um eitt vatnland og frítíðarskúla fyri triðja flokk og uppeftir…   Hvussu slappar tú av? – Tí havi eg ongar trupulleikar við, bara eg fái frið.   Hvussu heldur tú teg í form? – Hahahaha! Eg meini tað. Renni upp og niður trappurnar á Ráðhúsinum allan dagin.   Hvat ger tú í frítíðini? – Hugni mær við míni lítlu familju. Lesi nógv. Havi ein gittar í hvørjum horni í húsunum. Eigi tráu, men fái ongantíð stundir at fiska, tíverri.   Ferðast tú nógv í egnum landi? – Vit royna, familjurnar eru í Sandoynni og Eysturoynni, so eitt sindur verður tað til.   Tá tú ferðast uttanlands, ert tú til sól á strondini ella til aktiva feriu? – Nei. Hati sand millum tærnar og ovnógvan hita. Mær dámar best upplivingarferðir og stór náttúruupplivilsi, men tað skal ikki vera so aktivt, at mann ikki slappar av!   Hvat er tín lívrættur? – Jóladunna! Og steikt ræst kjøt!   Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? – Tíðindum á DR1, NRK og BBC. Vísindi á NatGeo og Discovery. Design og DIY, ger tað sjálvur. Og øllum, sum hevur við bilar at gera.   Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? – Rock, Country- Rock, Folk & Blues.   Hvør bók liggur á náttborðinum? – Ein nýggj kilotung bók, »Brobyggerne« eftir Jan Gulliou, sum eg fekk í føðingardagsgávu herfyri. So langdrigin at eg lesi nakrar skemtiligar kapitlar av Jørn Riel innímillum! Í bardagakvæðinum »God Save the Queen« hjá Sex Pistols er niðurlagið No future, no future og nakrar ferðir afturat no future for you. Hetta var í 1976. Nú í 2012 kunnu vit í Føroyum, uttan at lúgva meira enn ráðiligt og politiskt korrekt er, eisini siga no future um okkum. Tí eru tølini eftirfarandi, tað eiga tøl at vera, so verður sløkt og stongt í Føroyum um 36 ár. Tí vit gerast færri og færri í Føroyum og fleiri og fleiri í Danmark. Javnvágin í ríkinum er til alla lukku varðveitt. Føroy­ ingar flyta, rýma, til Danmarkar tey flestu. Føroyingar doyggja og flyta ella rýma, til Himmals tey flestu, vónandi. Nøkur vera verandi í forgarð­ inum til eisini tey doyggja og rýma hiðani. Føroyar eru ikki eitt verandi stað. Nøkur verða fødd. Men tey gerast færri, tí potentiellar mammur eru í Dan­ mark. Hetta er skrúvan, sum hevur ein enda. Fólk eru samd um, at tað er ein vandi, ja, ein hóttandi van­ lukka, at fólkatalið minkar. Sum altíð, tá vandi er í durunum, og hurðin ikki er læst, so verður tosað, og tosað, og skrivað, og tosað, og skrivað og annars hendir einki. Onkur segði, at tað ber til at tosa alt í hel. So vit tosa bara nettodeyðan í hel. Men hvat ger tað, um fólka­ talið minkar? Vit eiga at gerast okkurt um 1500 færri alt fyri eitt. Tí so eru eingi ar­beiðs­leys eftir. Vit eiga at bíða til summurin av burðarvalopi og nettoflyting er vorðin minus 1500. Tá verður um ikki annað arbeiði til øll, sum tíma at vera her. Ella skulu vit siga minus 1600, tí vit eiga at arbeiða meira, vit sum fáa so góða løn, nú luftin fór úr skattinum, so hann gjørdist flatur. Havnin er eisini ein útjaðari samanborin við Keypmannahavn og Esbjerg og Hirtshals. Fyri at snøgga tølini kunnu vit brúka hasa um æviga lívið. So doyr eingin, og tá eru vit tað nógv fleiri. Tí tað er ikki modernað longur at eiga sjey børn. Tað fáa vit einki gjørt við, fyrr enn onkur danskari kemur til Føroya fyri 5.000 kr. um tíman at fortelja okkum, at tað er in og trendy og smart at eiga sjey børn. Men við at skúma í gjøgnum donsku kvinnubløðini hesa vik­ una fann eg einki, sum bendir á, at nakað tílíkt nærkast ríkinum. Sama ger og gott er. Keypið føroyskt, suffa tey nú lættliga. Keypið føroyskt í heimsins dýrasta landi. Føroysku vørur­ nar kosta tó ikki minni enn tær útlendsku, hóast eingin flutnings­ kostnaður ella tollur eru at geva skyldina. Eg havi ikki sæð ella hoyrt, at Rúsan hevur biðið síni við­ skiftafólk keypa føroyskt, hóast hon hevur nógvar føroyskar vørur at selja. Keypið við hjartanum og við livrini. Rúsan sleppur ikki at lýsa, bara at upplýsa viðskiftafólkini soleiðis, at tey gevast at keypa frá henni. Vøran er skaðilig, stendur á henni. Tú missir heilsuna og síðani lívið av at brúka vøruna. So keyp við heilanum. Stórvegis onnur brúkaraveg­ leiðing er ikki á vørunum hjá Rúsuni. Hon er skaðilig, tað er tað. Men fólk keypa hana kortini. Lýsingarherferðir fyri 100.000 tals krónur eru óneyðugar. Vøran er skaðilig. Slík niður­ brótandi og styggjandi ávaring stendur ikki á mjólkarpakkunum. Fleiri føroyingar doyggja av mjólk enn av bjóri og brennivíni. Tey gloymdu at hugsa um hjartað, tá tey keyptu føroyskt. Men í Føroyum ráða sum kunn­ugt hvørki vit ella skil, men moralur og dupultur moralur. Keypið føroyskt, men ikki vist­ frøðiligt og burðardygt føroyskt hash. Ágrýtnir íverksetarar, sum royna seg við alternativari vinnu, verða handtiknir, ákærdir og dømdir og vøran fyribeind. Hon er skaðilig, sigst. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Óla Jákup Rólantsson lagt til rættis: Leo Poulsen Skrivað í 33 ár – áðrenn tað arbeiddi eg ordiliga Tað sigur Óla Jákup Rólantsson, miðlaráðgevi hjá Tórshavnar kommunu. Hann er upprunaliga eysturoyingur, men forelskaði seg í onkrum konufólki í Havn. Og so heldur hann , at høvuðs­ staðurin hevur nógv at bjóða sínum borgarum Nettoflyting til Himmals