fríggjadagur 22. juni 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 71 · 22. juni 2012
8
VIKUSKIFTI
Endiliga feria
...men hvat skal
eg minnast til?
Passið
Altíð og óansæð hvar tú fert. Og minst til at
tryggja tær í góðari tíð, at passið framvegis er
galdandi. Kanna reglurnar í tí landinum, tú skalt
til. Onkustaðni krevja tey nevniliga, at passið
skal vera galdandi upp í 6 mðn eftir, at tú ert
komin heim aftur. Tað tekur upp til tvær vikur at
endurnýggja passið – kanna tí hetta í góðari tíð.
Visum og koppsetingar
Kanna í góðari tíð, hvørjar treytir eru galdandi
fyri ferðafólk í tí landinum, tú ætlar tær til. Skalt
tú hava visum ella verður viðmælt ferðafólki at
fáa sær ávísar koppsetingar fyri at fyribyrgja
álvarsomum sjúkum? Bæði kunnu taka nakað av
tíð at avgreiða, og tú mást tú vera í góðari tíð.
Chek-inn-tíðir
Tá tað stendur í ferðaskjølunum, at check-in til
dømis er ein tíma undan fráferð, so merkir tað, at tú
skalt vera liðugur at cheka inn minst ein tíma undan
fráferð. Ikki at tú skalt byrja at cheka inn tá. Til USA
er tað av trygdaráðum tveir tímar undan fráferð.
Um óhapp skuldi verið: ICE
Skuldi tú komið út fyri einum óhappi, hyggja
bjargingarfólkini í telefonbókina á tíni telefon, fyri
at vita, hvar tey skulu ringja. Allarflestu fólk hava
fartelefon uppiá sær, og bjargingarfólk fara altíð
ígjøgnum telefonbókina á fartelefonini. Men tað kann
vera ilt at vita, júst hvør skal kunnast um óhappið.
Men ein háttur vinnur nú frama um allan heim. ICE
merkir: In Case of Emergency, og bjargingafólk biðja
øll um at leggja nøkur nummur hjá ymsum avvarandi
fólkum inn á telefonbókina undir ICE1, ICE2, ICE3
osv. Á tann hátt fáa tey altíð fatur á tínum nærmastu
skjótt og lætt – og uttan nakran kostað fyri nakran.
Gev boð um hvar tú ert
Lat altíð vinir og familju vita hvar tú fert – bæði
hvar ferðamálið er, men eisini um tú fert á
útferðir ella túrar á ferðastaðnum. Skuldi okkurt
hent tær, eru tá fólk sum vita, hvar tú ert. Og
skuldi okkurt hent har heima, er eisini betri,
um fólk vita, hvar tey kunnu fáa fatur á tær.
Pengar ella kort?
Tað er ikki allastaðni, at kort verða góðtikin
sum gjaldsháttur og tí er gott at veksla nakað
av reiðum peningi til galdandi valuta. Minst til,
at tað kostar at taka pening út í fremmandum
londum í fremmandum valuta og tí er snilt
at taka stórar upphæddir út hvørjaferð.
Minst tó samstundis til ikki at hava allan
peningin uppiá tær í senn. Tummilsreglan er, at
tú ikki skalt hava meiri pening uppi á tær, enn
tú hevur ráð at missa. Hav ongantíð pening og
kort sama stað – til dømis í sama lumma ella í
somu tasku – um tú skuldi verið fyri stuldri.
Avrit av øllum pappírum
Tekur tú avrit av øllum týdningarmiklum pappírum:
passi, ferðaskjølum, koyrikorti, tryggingarskjølum,
visum o.ø. ert tú betri fyri, um tú skuldi verið fyri
stuldri. Hav eisini nummarið til at sperra gjaldskort og
fartelefon við á ferðini, um tað skuldi verðið neyðugt.
Sólkrem
Hóast tað skuldi verið einfalt, so eru tað eru
sera nógvar leysasøgur um sólkrem, sum kunnu
ørkymla. Nýt altíð ein faktor, sum er minst 15.
Smyr tjúkt av kremi uppá, minst ein fullan lógva
til allan kroppin. Ein tummilsregla sigur, at tú
skalt smyrja teg inn 2. hvønn tíma og hvørjarferð
tú hevur verið og svomið. Tunn klæði verja eisini
væl móti sólini og eru góð til smábørn. Børn
hava serliga sarta húð og skulu smyrjast sera
væl inn. Til ber at keypa sólfaktor-spray, um tey
halda tað vera møðsamt við allari smyrjingini.
Børn undir 6 mánaðir eiga ikki at nýta
sólkrem, tí húðin tolir tað ikki – tey skulu
latast í tunn klæði og sólhatt.
Á strondini
Far aldri at svimja, tá onnur ikki eru í nánd. Hygg
væl eftir skeltum, vegleiðingum og ávarðingum –
tey eru har ikki til stuttleika. Lær varliga strondina
og sjógvin at kenna, far ikki langar svimjitúrar
beinanvegin. Slepp aldri børnunum úr eygsjón,
tá tit eru á strondini ella við svimjihylin.
Hvat gera tey lokalu?
Ynskir tú at sleppa burtur frá øllum hinum ferða
fólkunum er eitt gott prei at spyrja tey lokalu, hvar
tey fara, tá tey fara út. Spyr ikki á hotellunum, tí
tey hava mangan avtalur við ávísar matstovur og
náttklubbar, men spyr vaskikonurnar, taxasjafførarnar
ella damurnar í supermarknaðinum. Spyr ikki,
hvar tú skalt fara, men heldur hvar tey plaga at
fara. Tá kanst tú finna sannar lokalar perlur.
Kontoavritið
Í nógvum londum við stórari ferðavinnu verður
svikað við gjaldskortunum. Kennir tú tølini á
kortinum, kanst tú nýta tað at keypa við á netinum
og at gera ávísar flytingar við. Hóast tú hevur
kortið hjá tær, kann tað verða nýtt av øðrum
svikarum samstundis, um tað er eydnast teimum
at lúra tølini av. Minst tí til at kanna kontoavritið
gjølla, tá tú kemur heim, og kanna, um tað eru
upphæddir og keyp, sum tú als ikki kennist við.
lagt til rættis: Eydna Skaale