mikudagur 8. august 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er ein ikki sørt løgin hug
burður sum vinnulívsmaður,
ið Kaj Leo Johannesen, løg
maður hevur. Í samrøðu við
Sosialin – tá blaðið vísti hon
um prógv fyri, at felag hjá
honum hevur givið lands
kassanum og øðrum tap
– svaraði løgmaður við at
spyrja, um hann eisini hevði
ábyrgdina av húsaganginum
hjá Eik Banka, tí hann átti
partabrøv har.
Hesa margháttligu sam
anbering endurtók hann í
tíðindunum á Rás2 í gjár.
Kaj Leo Johannesen er alt
so Føroya løgmaður. Hann er
fyrrverandi vinnulívsmaður.
Hann hevur havt ábyrgdina
av einum virki við millióna
umsetningi bæði sum eigari,
sum stjóri og sum nevndar
formaður.
Kann ein slíkur maður í
rámasta álvara standa og siga,
at tað er tað sama at vera ein
av 9.000 partaeigarum í Eik
Banka, sum tað er at hava
evstu ábyrgd sum nevnd
arformaður í einum vinnu
virki?
Sum
nevndarformaður
hevur tú beinleiðis ábyrgd,
og tú ábyrgist gjøgnum
partafelagslógina. Sum smá
partaeigari í til dømis Eik
Banka hevur tú at siga als
onga ávirkan – og tú ábyrgist
ikki fyri nakrar dispositiónir
hjá nevnd og stjórn.
Tað er hugvekjandi, at
Føroya løgmaður ikki kennir
partafelagslógina so frægt, at
hann veit, at nevnd og stjórn
í felag hava ábyrgd.
At nevndin skal tryggja
ein forsvarligan rakstur í
einum partafelag. Og at tað
er nevndin, sum leggur rætn
ingslinjur í einum partafelag,
sum stjórnin skal fylgja, og
at tað er nevndin sum hev
ur ábyrgdina av, at tøkur
kapitalur er til taks í mun til
rakstur felagsins.
Tað er ikki avgerandi,
um Kaj Leo Johannesen var
minnilutaeigari – ella yvir
høvur var eigari. Hann var
nevndarformaður og hevði
tí evstu ábyrgd.
Um tú sum nevndarlimur
ikki vil vera við meira, so
kanst tú altíð siga sessin frá
tær upp á standandi fót. Tað
gjørdi Kaj Leo Johannesen
ikki. Tí hevur hann sjálvsagt
sína ábyrgd av, at 1,5 milliónir
krónur manglaðu í hjá Sp/F
Sisero, harav TAKS misti
200.000 krónur.
Tað hevur avgjørt almenn
an áhuga at vita, hvussu skil
ið var í hinum fýra feløgu
num hjá løgmanni.
Tað rakti eftir øllum at døma stolt
leika løgmans, at Sosialurin fríggj
adagin kundi dokumentera, at løg
maður ikki gav rættar upplýsingar,
tá hann inni á redaktiónini í Miðl
ahúsinum segði, at einki av feløg
unum, sum hann hevur varðað av,
hevur givið nøkrum tap, hvørki tí
almenna, privatum ella virkjum.
Hóast
løgmaður
fyrst
á
Facebook og síðani í tíðindaskrivi í
gjár boðaði frá, at hann var skeivt
endurgivin, so stendur tað rimmar
fast, at løgmaður er rætt endur
givin, og tað kunnu øll tey mongu
fólkini, ið hoyrdu samrøðuna, vátta.
Tað sker eisini í eyguni hjá okkum,
at løgmaður nú – tíggju vikur eftir,
at greinin stóð í Sosialinum, sigur
seg vera skeivt endurgivnan. Ser
liga misteinkiligt er tað, at hann
sigur tað, beint eftir at blaðið hevur
prógvað, at eitt felag hjá honum
hevur givið bæði landskassanum
og privatum tap.
Bæði sum politikari og sum
vinnulívsmaður
mást
tú
taka
ábyrgd. Tú mást taka ábyrgd av tín
um gerðum, og tú mást taka ábyrgd
av tí, tú sigur. Tað er at spæla høgt
spæl at renna undan ábyrgd við
leggja onnur undir órætt.
Á Sosialinum undraðust øll á
tað, sum løgmaður segði, tí tað var
eyðsæð, at tað ikki kundi passa, at
feløg hansara fóru á húsagang utt
an at páføra nøkrum tap. Tí settu
vit okkum fyri at kanna hesi viður
skifti. Hevði løgmaður sagt sann
leikan hendan dagin, so var støðan
ein onnur. Tí tað er ein erlig sak at
miseydnast ella ikki at røkka til
sum vinnulívsmaður. Tað er ikki
kriminelt at fara á húsagang, og vit
hava ikki lagt løgmann undir nakað
kriminelt – og vit hava als ongan
mistanka um, at hann persónliga
skyldar landinum pengar. Tí hava
vit als ikki spurt løgmann um tað.
Men vit spurdu løgmann, um
ákærurnar, sum vórðu reistar móti
honum og Jørgen Niclasen á Vága
portalinum vóru sannar um, at fel
øg hjá teimum hava givið landinum
tap av eitt nú MVG.
Ein sera einfaldur spurningur.
Men tað nívir helst hjá løgmanni
alment at leggja fram, hvussu nógv
hansara virksemi hevur kostað øðr
um, harímillum landskassanum.
Av onkrari løgnari orsøk fáa fjøl
miðlar ikki innlit í búroknskapir í
Føroyum. Tað eru bara tey, ið varða
av feløgunum og tey, sum hava mist
pengar, sum fáa hetta innlit.
Hóast løgmaður í gjár boðaði, at
búroknskapirnir eru almennir, og
at ein og hvør kann fáa fatur á teim
um, so er tað ikki so, sum løgmaður
sigur.
Sosialurin hevur tí biðið løgmann
útvega okkum búroknskapirnar,
so teir kunnu almannakunngerast,
men løgmaður svarar bert, at hann
»hevur onga viðmerking«...
Løgmaður vil ikki útvega
búroknskapir hjá feløgunum
– Mær vitandi hevur TAKS
ikki mist pengar í P/F KRK-
Holding,
P/F
Farex,
P/F
Trans–Farex Invest.
Soleiðis segði løgmaður
í samrøðu við Rás2 í gjár, tá
hann var spurdur, um TAKS
hevði mist annað, enn tær
200.000
krónurnar
sum
TAKS misti, tá Sp/F Sisero
fór á húsagang.
Sosialurin hevur biðið um
innlit í búroknsapirnar bæði
hjá Føroya Skiftirætti og hjá
TAKS, men har fáa vit ikki
innlit.
Tá løgmaður í samrøðuni
við Rás2 í gjár segði, at hann
fegin vildi almannaøkunn
gera búroknskapirnar, sendu
vit honum eina innlitsum
bøn.
Men løgmaður »hevur
onga viðmerking«, sigur hann
í svari til innlitsumbønina,
sum er send Løgmansskriv
stovuni.
Tí heita vit hervið á kred
itorar hjá nevndu feløgum
um at útvega okkum hesar
búroknskapir, so røttu tølini
kunnu almannakunngerast.
Sóknast eftir
búroknskapum
stoltleiki løgmans
Ríkisfel
agsskapur
fer ongan
veg
Helgi abrahamsen
kjak á síðu 16
Tá íløg
an
gevur 50
prosent
Hanus samró
kjak á síðu 17
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Er tað mín skyld at
Eik fór á heysin?
Hóast Kaj Leo Johannesen
skrivaði í tíðindaskrivi í gjár,
at felag hansara misti »meira
enn fimm milliónir krónur
upp á syrgiliga húsagangin
hjá Faroe Seafood og var ein
høvuðsorsøk til, at okkara
felag varð tikið við í fallinum«,
so er tað ikki heilt rætt.
Tað er rætt, at felagið hjá
løgmanni, Trans Farex Invest
P/F misti nógvar pengar upp
á partabrøv í Faroe Seafood.
Men tað var ikki orsakað av
húsaganginum
hjá
Faroe
Seafood men orsakað av
støðuni, sum Faroe Seafood
kom í, eftir at Kaupthing
rýmdi úr Føroyum. Kaupthing
fíggjaði felagið.
Sambært
ársroknskapi
num hjá Faroe Seafood fyri
2007 var tað orsøkin til, at
partapeningurin varð nið
urskrivaður til 0 krónur, og
varð allur partapeningurin
mistur.
Faroe Seafood gjørdi rokn
skap bæði fyri 2008 og fyri
2009 áðrenn felagið steðgaði
í desember í 2010.
Faroe Seafood tók
løgman við í fallinum