mikudagur 8. august 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gongur heilt væl við
barnagarðinum í Vági
Dagfinnur Olsen
Arbeiðið at byggja nýggjan
barnagarð í Vági gongur væl
og nú er kom fer at merkja
bygdamyndina í Vági.
Í vár varð farið undir at
byggja barnagarðin og nú
eru útveggirnir komnir upp,
so ein fær eina ábending um,
hvussu stovnurin kemur at
taka seg út.
Barnagarðurin er vestan
fyri sethúsini, sum í eini 8
-9 ár hava hýst barnagarði
og vøggustovu, men sum
ongantíð vóru ætlað sum
endalig loysn.
Frammi hevur verið, at
nýggi barnagarðurin hevur
pláss fyri 48 børnum fulla tíð
og 16 hálva tíð og ein stova er
eisini fyri børn við serligum
tørvi.
Másin hvørvur spakuliga
Lítið er nú eftir av Másanum.
Másin var strandfaraskip og
helst síðsta træskip í hesum
flotanum. Strandferðslan átti
Másan, men fyri heilt fáum
síðani varð Másin lagdur og
síðani seldur.
Tá frættist, at nýggir eig
arar ætlaðu at nýta hann í
ferðavinnuni.
Men nú er skjótt at stað
festa, at Másin kemur ikki í
sigling aftur, tí hetta far er
nú til upphøggingar.
Tað tynnist nú í flotanum
av
træskipum,
ið
vórðu
smíðaði á Tórshavnar Skipa
smiðju. Norðlýsið siglir enn
og á Tvøroyri liggur Kúrberg.
Har ætlaðu menn at seta
Kúrberg í stand, men fingu
so ístaðin hendur á stásiliga
Thorshavn, so nú er helst ilt
at meta um, hvør lagnum hjá
Kúrbergi verður.
Strandfaraskipið Másin
varð smíðaður í fimtiárunum
og røkti farleiðirnar í Norð
oyggjum í mong ár.
Myndina av tí, sum eftir
er av Másanum, tók Tórbjørn
Jacobsen.
dagfinn@sosialurin.fo
Skeið í sangi
Seinni í hesum mánaðinum
fer Ernst Sondum Dals
garð, operasangari, at hava
skeið í sangi í Føroyum.
Undirvísingin fer í høvuðs
heitum fram við einstak
lingum, men um onkur
ynskir tað, so ber eisini til at
gera minni bólkar ella kór.
Ernst Sondum Dalsgarð
sigur, at hann heldur seg
til Havnina hesaferð, eftir
sum tað er fyrstu ferð.
– Føroyar eru ikki størri
enn, at tú kann skjótt koma
runt, um áhugin er til tess,
sigur hann.
Ernst
spælir
sjálvur
klaver og undirvísir í klass
iskum, musical, rock og
stórt sæð øllum, har røddin
verður brúkt. Tí kunnu eis
ini sjónleikarar, sum fegnir
vilja læra at bruka røddini
betur.
– Tað einasta næming
urin skal hava við, er eitt
kopi av tónleikinum til
mín, so eg havi nakað at
spæla eftir, sigur Ernst
Sondum Dalsgarð.
Ætlanin er at sangarar
skulu duga tilfarið uttanat,
sum skjótast. Ernst kann
eisini geva góða vegleiðing
til blásarar – har tað snýr
seg um mest um blástur og
anding.
Ætlanin er eisini at hava
konsertir í sambandi við
venjingarnar, og skla hetta
vera ein roynd til tey, sum
kunnu og vilja royna seg.
Undirvísingin
verður
tímar um dagin frá 22. til
og við 24. og so aftur 26. til
og við 31. august.