mikudagur 8. august 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. august 2012 · Nr. 91
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Johnsigurd
er mín stóra
fyrimynd
Tað kom púra óvart á, tá tíðindaleiðarin í kringvarpinum kallaði Finn Koba til fundar og har bjóðaði
honum at gerast vertur fyri tíðindasendingini hjá sjónvarpinum í summar. Sjónvarpsverturin
og tónleikarin, Finnur Koba, tók við heiðrinum og ábyrgdini og dylir ikki fyri, at veteranurin,
Johnsigurd Johannesen, sum hjálpti honum væl upp undir sendingarnar, er hansara fyrimynd
Leo Poulsen
Í summar hava hyggjarar havt
møguleikan at síggja Finnur
Koba í fríggjakvøldssendingini
hjá sjónvarpinum, sum hevur av
loyst Dag & Viku.
Og Finnur Koba er eingin
ársungi innan journalistikk í
Føroyum.
– Journalistikkur liggur í fam
iljuni, og eg havi alla tíðina vita,
hvør mín lívsleið skuldi verða,
sigur Finnur Koba.
Hann byrjaði at skiva longu tá
hann gekk í 10. flokki.
– Dimmalætting hevði eitt ung
dómablað, sum nevndist Krydd,
og har fekk eg mínar fyrstu
royndir sum blaðmaður. Annars
gekk eg nógv uppi á Dimmu, har
eg pakkaði bæði Dimmuna og
Sosialin, eisini eftir at eg var farin
í studentaskúla, sigur Finnur
Koba.
Hann hevur lisið journalistikk,
og er bachelor í miðlafrøði og
analytiskum journalistikki.
– Eg eri í holt við at skriva
specialið í løtuni, sigur Finnur
Koba.
Hann arbeiddi fyrst á Dimma
lætting.
– Har lærdi eg tað grund
leggjandi
innan
handverkið.
Seinni, tá eg kom á Sosialin, lærdi
eg meira um at vinkla yvirskriftir
so tær selja bløð, sigur Finnur
Koba.
Í 2008 kom hann í útvarpið at
arbeiða, og lærdi har tað fakið.
– Eg var mest í útvarpinum,
men eisini av og á í sjónvarpinum,
sigur Finnur Koba.
Heiður og ábyrgd
Í vár hendi so nakað, sum í stóran
mun hevur formað summarið hjá
Finni Koba.
– Tíðindaleiðarin, Liljan Weihe,
kallaði meg inn til fund í mai,
hugsi eg tað var. Tá slíkt hendir
hugsar tú altíð: hvat nú? Men tá
greiddi hon mær frá ætlanunum
um at niðurleggja Dag & Viku í
summar og í staðin senda eina
fríggjakvøldssending, og spurdi,
um eg hevði áhuga at vera vertur,
sigur Finnur Koba.
Og tað var eitt tilboð, hann ikki
kundi siga nei til.
– Eg visti beinanvegin, at tá
Dagur & Vika varð niðurløgd, og
hendan sendingin skuldi koma
í staðin fyri, so fóru øll eygu at
verða vend móti okkum. Hetta
var nakað nýtt, og neyðugt var,
at gera eina góða sending, sigur
Finnur Koba.
Hann hugsaði nógv um at
finna rætta konseptið, og tað kom
eisini til hann.
– Eina náttina eg lá við and
vekri skrivaði eg eitt konsept, og
tað vísti seg at gerast konseptið,
sum sendingin varð gjørd eftir,
sigur Finnur Koba.
Hann heldur, at onkuntíð er
tað smart at hugsa í kassum, tí tað
er lættari at arbeiða á tann hátt.
– Eg var ógvuliga nervøsur fyri
sendingini, men havi bara fingið
góðar afturmeldingar, bæði frá
meiniga manninum og frá miðla
serfrøðingum. Tað einasta nega
tiva er, at eg havi fingið at vita,
at frunturin var ov langur, og so
skuldi eg rakað yvirskeggið – og
tað havi eg so gjørt, sigur Finnur
Koba við einum smíli.
Væl frá landi
Hann heldur, at tað er ein stórur
heiður og ein stór ábyrgd at vera
vertur fyri fríggjakvøldssend
ingini.
– Vikuna upp undir fyrstu
sendingina fekk eg sera góða
hjálp frá Johnsigurd Johannesen.
Hann lærdi meg nógvar smálutir
viðvíkjandi teknikki sum vertur,
sigur Finnur Koba.
Hann dylir ikki fyri, at fyri hann
er Johnsigurd Johannesen tann
fullkomni sjónvarpsverturin.
– Johnsigurd Johannesen er
mín stóra fyrimynd sum sjón
varpsvertur, staðfestir Finnur
Koba.
Hann heldur, at sjálvt um
summarið traditionelt er agurku
tíðir, hevur gingið væl at finna
tilfar til fríggjakvøldssendingar
nar.
– Vit løgdu harðliga út við
Johan Dahl og koyripengunum,
og tað skal eisini havast í huga,
at vit hava eina heila viku at fyri
reika sendingina, sigur Finnur
Koba.
í meldrinum
– Eina náttina eg lá við andvekri, skrivaði
eg eitt konsept, og tað vísti seg at gerast
konseptið, sum sendingin varð gjørd eftir
...framhald á síðu 6