Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mars 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 53 - 17. mars 2004 Nr. 53 - 17. mars 2004 7 – Tað er skeivt at verja børnini – Tá børn verða rakt av sorg, halda vaksin seg ofta verja tey við ikki at tosa ov nógv um tað, sum er hent. Men hetta er beinleið- is skeivt, sigur norski barnasálarfrøðinguri n Atle Dyregrov, sum kemur til landið mikudagin at halda skeið undir evninum børn og sorg BØRN OG SORG Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Tá børn koma út fyri einum og hvørjum, sum kann skelka tey ella koyra tey í djúpa sorg, er tað av alstórum týdningi, at vaksin lurta eftir teimum og svara teirra spurningum. Tí annars kann hetta fara at seta síni spor í teirra lív framyvir. Og ofta halda vaksin seg verja børnini við ikki at tosa so nógv um hendingina. Hetta er sjálv- andi vælmeint, men sera skeivt, sigur kendi norski sálafrøðingurin og rithøv- undurin Atle Dyregrov, sum kemur til Føroya miku- dagin. Atle hevur drúgvar ar- beiðsroyndir innan hetta økið, og hevur hann millum annað skriva eina bók, sum eitur Sorg hos barn, sum er givin út á níggju málum. Atle sigur, at hann fyrst og fremst arbeiðir við evn- inum, har børn koma út fyri brádligum missi og fylgj- unum av tí. Og nú fáa so føroyingar eisini høvi til at hoyra norska serfrøðingin greiða frá sínum royndum innan hetta økið. Mikudagin heldur hann fyrilestur fyri lesandi á Føroya Lærara- skúla um evnið, og hós- dagin verður skeið í evn- inum á hotel Føroyum Gloymið ikki hini Atle Dyregrov leggur áherðlsu á, at tað er av alstórum týdningi, at tá eitt barn í einum flokki ella í barnagarði missir, so ræður um at skilja, hvat tað er, sum síðani hendir við hes- um barni. Samstundis er tað sera týdningarmikið, at hugsað verður um hini, sum eru rundan um hetta barnið til dagligt. – Um nú eitt barn í einum skúlaflokki missir antin mammu ella pápa sín brádliga, so er ongin ivi um, at hetta barnið upplivir djúpa sorg og stendur eftir við nógvum spurningum. Tað ræður um at lurta eftir hesum barninum, men so sanniliga eisini at vísa fyrilit fyri hinum børnun- um í flokkinum, greiðir hann frá. Um tað ikki verður tosað opið við børnini um, hvat er hent, so sleppur huga- heimurin hjá barninum at ferðast frítt, og tað kann hava álvarsligar fylgjur við sær. Eitt barn, sum hevur mist og hevur nógvar spurn- ingar, tað ikki fær svar upp á, kann fara at ímynda sær bæði eitt og annað. – Børn spyrja óbeinleiðis spurningar, og tískil er tað sera týdningarmikið, at vaksin halda eitt vakið eyga við barninum. Ikki noyða tað at tosa, men vera opin og beinleiðis í sínum svar- um og práti við tey um tað, sum er hent, greiðir norski serfrøðingurin frá og heldur fram, at til dømis er skuld- arkensla millum børn, sum hava mist sera vanlig. Tað er somuleiðis púra vanligt, at tað at eitt barn missir, skapar ein ávísan ótta í huganum á øðrum børnum, sum ganga í sama flokki, skúla ella stovni. Hetta barnið kann fara at hugsa, at tá mamma henn- ara kann doyggja, so kann mamma mín jú eisini. – Um eitt barn kemur fram við slíkum hugsan- um, so er tað týdningarmik- ið at taka sær stundir at svara spurningum ella tosa við barnið um tað, sum er hent. Tað kann lætta ótrú- liga nógv um fyri barnin- um, sum kanska gongur runt og ber ótta fyri, at ann- að av sínum foreldrum fer at doyggja, sigur Atle Dyregrov. Tilbúgvingarætlan Alt hetta, sum hann tosar um, er ein partur av eini til- Fleiri av teimum stóru fólkaskúlunum kring landið, sum Sosialurin hevur tosað við, hava út- vegað sær eina so- kallaða tilbúgvingar- ætlan um børn og sorg, sum tey kunnu halda seg til, tá børn verða rakt av sorg. Kommunuskúlin í Havn fekk eina fyri fýra árum síðani BØRN OG SORG Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Flestu skúlar kring landið hava innan fyri tey seinastu fýra ella fimm árini útvegað sær eina til- búgvingarætlan ella eina »soleiðis gera vit ætlan«, sum tey kunnu halda seg til, tá eitt barn verður rakt av sorg. Tórshavnar Kommunu- skúli fekk eina slíka til- búgvingarætlan fyri fýra árum síðani, og hendan hevur víst seg at virkað væl, sigur skúlastjórin Hanus Joensen. – Tað er ein beiskur veruleiki, at ein slík til- búgvingarætlan er rætt og slætt neyðug hjá skúlum at hava, staðfestir Hanus Joensen og heldur fram, at talan er um eina kreppu- støðu í einum flokki ella skúla, tá eitt barn til dømis missir annað av foreldrum sínum. Tað kann vera ómetaliga torført at vita, hvør skal gera hvat og hvussu, og tí er ein niðurskrivað ætlan gull verd fyri lærarar á skúlanum. Minnið hevur tað at siga so, hvussu slav- iskt ein tílík ætlan verður fylgd, tí tað má arbeiðast út frá tí einstaka døminum um sorg. Kommunuskúlin hevur ein tilbúgvingarbólk, sum er tilreiðar, tá eitt hvørt hendir, sum kann raka børnini við sorg. Og júst hesin bólkur saman við øllum hinum lærarunum á skúlanum hava arbeitt við at orða tilbúgvingarætl- anina. Ymiskar hendingar Í tilbúgvingarætlanini er lagt upp fyri, at tað er ymiskt, hvat kann henda, sum ger, at eitt barn ella fleiri, verða rakt av sorg. Endamálið við ætlanini er bert í greiðum vendingum at seta orð á, hvussu gerast kann, tá sjúka, deyði ella vanlukka rakar skúlan ella tey nærmastu hjá teimum, ið dagliga eru í skúla. Tilbúgvingarætlanin hjá Kommunuskúlanum er býtt upp í bólkar. Felags miss, har talan er um antin næmingar sum eru longi burtur vegna sjúku, næmingur sum doyr, næmingur sum doyr brádliga. Og so eru tveir aðrir bólkar: Tá ið lærari doyr og Missur hjá tí ein- staka. Undir hesum trimum bólkunum verður somu- leiðis nágreiniliga sagt, hvat stuðulsbólkurin á skúlanum kann gera í samband við tað, sum er hent. Til dømis tá talan er um næming, sum er deyður, fer stuðulsbólkurin inn og ger nakað við plássið hjá næminginum, skrivar minningarorð, kransar ella blómur, fylgja og fer til ervið, hjálpa til í sambandi við jarðarferðina og ann- að, serligan morgunsang við stuttum minningar- haldi og so framvegis. Ella tá lærari er deyður kunnu tey til dømis fara inn og tosa opið við næmingarnar, um hvat er hent, nær og hvussu, hvat nú – herundir gera næm- ingarnar róligar og annað. Uppgávan hjá hesum stuðulsbólkinum er somu- leiðis at fylgja við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari, dagføra tilbúgv- ingarætlanina, virka sum stuðul, har tørvur er á tí, fylgja upp og eftirmeta og gera nýggjar lærarar kunn- ugar við tilbúgvingarætl- anina. Eisini kann stuðulsbólk- urin skipa fyri fundum, fyrilestrum ella evnisdøg- um og kunna aðrar lærarar um nýtt tilfar, tilboð um skeið og so framvegis. Ein tilbúgvingarætlan kann vera gull verd, tá børn verða rakt av sorg Tilvildarlig mynd Tilbúgvingarætlanir eru neyðugar búgvingarætlan, sum allir skúlar í Noregi hava í dag. Ein tilbúgvingarætlan, sum sigur, hvørjar manna- gongdir kunnu ella eiga at verða fylgdar, tá eitt barn á stovni ella í skúla upplivir sorg av einum ella øðrum slagi. Norski sálarfrøðingurin hevur arbeitt nógv innan tilbúgvingarætlanir, og hevur hann í gjøgnum tey 20 árini hann hevur arbeitt á økinum nomið sær nógv- ar royndir við at arbeiða við børnum, sum hava mist. Eisini vaksnum, sum eru komin til hansara eftir, at tey hava mist sum børn. – Tað vísir seg í nógvum førum, tá talan er um vaksin, at teir tankar, sum eitt barn deilir við mær, tá tað hevur mist, sita fram- haldandi í teimum vaksnu, tí tey ongantíð fingu svar upp á teirra spurningar, tá tey vóru børn, sigur Atle. Hann greiðir frá, at einaferð hevði hann eina 21 ára gamla kvinnu, sum misti systur sína, tá hon var fýra ára gomul. Hendan gentan hevði ikki fingið nóg væl greitt frá, hvat var hent við systrini, og tískil hevði hon øll árini gingið við tí fatan, at um hon hevði verið heima tá vanlukkan hendi, so hevði systurin ikki verið deyð. Skuldarkenslan hevði sostatt fylgt henni allan vegin upp gjøgnum uppvøksturin. Og eitt annað dømi greiðir hann frá, har talan var um ein 12 ára gamlan drong, sum hevði mist pápa sín í eini vanlukku. Hesin drongur hevði eina ør- grynnu av ósvaraðum spurningum, sum hann ikki hevði fingið seg til at spyrja mammu sína, tí hon bleiv so kedd, tá hann tosaði um vanlukkuna. Spurningar sum hvat hendir, tá babba er farin í grøvina og so framvegis vóru so mikið frammarlaga í høvdinum á dronginum, at hann fekk ikki samlað seg um skúlan. – Tað ringasta vit kunnu gera er at svara okkara børnum, at tað skulu tey ikki hugsa um. Tí tað gera tey kortini, og so fer huga- heimurin av stað, sigur Atle Dyregrov og leggur afturat, at hann veit um fleiri dømi, har lív eru løgd í oyði, tí at tey orsakað av væntandi upplýsingum um vanlukku ella hvat tað skal vera, ikki hava fingið arbeitt ella tosað kenslur og tankar burtur. Breitt evni Børn og Sorg er eitt sera breitt og viðbrekið evni, sum tó ikki má krógvast burtur. Nógvir skúlar í Før- oyum hava eina tilbúgv- ingarskipan fyri betur at kunna lofta skelkandi hendingum ella missum, sum kunnu raka børn meint. Hesar tilbúgvingar- ætlaninar eru tær flestu komnar innan fyri tey seinastu fýra árini, og tað kundi bent á, at hetta við at taka evnið Børn og Sorg upp er reiðiliga nýtt í Føroyum. Men tað týdningarmesta má sigast at vera, at arbeitt verður við at varpa meiri ljós á evnið. Og vitjanin hjá Atle Dyregrov er somu- leiðis ein liður í hesum arbeiðinum. Atle Dyregrov verður sum sagt í Læraraskúla- høllini mikukvøldið og á Hotel Føroyum hósdagin, har hann fer at tosa um børn og sorg við atliti til søgur úr veruleikanum, sum hann hevur upplivað í sínum arbeiði. Norski sálarfrøðingurin, serfrøðingurin í kliniskari sálarfrøði og rithøvundurin Atle Dyregrov kemur til Føroya í hesu vikuni at halda skeið í Børn og sorg C M Y K 7 6