Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 72

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 16. juli 2012 24 OL-blaðið Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu við OL luttøkuni í London í summar trygging.fo Eddie Eagan (avmyndaður á frímerki) úr USA er einasti persónur, sum hevur vunnið gull í bæði summar- og vetrarleikum. Hann vann gull í nevaleiki í Antwerpen í 1920 og gull í 1932 í Lake Placid í liðkappingini í bob-sledu. Eingin kvinna var við í fyrstu leikunum í 1896, tí de Coubertin helt, at tað hvørki hevði verið »praktiskt, áhugavert, estetiskt ella rætt« at havt kvinnur við. Seinnu árini hevur Pál Joensen verið avgjørt heitasta føroyska ítróttar­ navnið, og øll tjóðin hevur fylgt við, hvussu honum hevur gingist við svimj­ ingini. Tað hevur ikki altíð staðið øllum øðrum so greitt, hvat Pál ætlaði sær, men við árunum hevur hann verið so miðvísur og íðin, at nú finst valla tað mansbarn í Føroyum, ið ikki kennist við unga vágbingin og hansara djørvu ítróttarligu mál. Fyrstu ferð, nakað sást til navnið Pál Joensen í føroysku fjølmiðlunum, var í september í 2002, tá hann á VS- stevnuni í Vági fyri tey seks til tólv ára gomlu fekk eitt triðja pláss í 100 metra frísvimjing hjá dreingjum. Í Sosialinum frá 17. september kann lesast, at tveir fuglfirðingar, Pauli Ø. Mohr og Svein Magnason, endaðu framman fyri tann tá ellivu ára gamla Pál, ið nú á døgum í kapp­ ing­unum bara hendinga ferð sær nakran framman fyri seg… Nú tað stundar til OL í London, er Pál staddur í Rijeka í Kroatia, har um­støðurnar eru sera góðar at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar, áðrenn kósin sunnudagin 22. juli verður sett ímóti London, har leikirnir verða settir fríggjadagin 27. juli og síðani halda fram næstu tvær vikurnar. Mest burturúr sjálvur Pál sigur, at teir fyrstu dagarnir í Kroatia vóru eitt sindur tungir, tí neyð­ugt var at venja seg við hitan og ann­ars at fáa ymiskt upp á pláss. Men síð­ani gongd er komin á venjingina, hevur tað gingið sum fótur í hosu: – Í veruleikanum havi eg svomið intensivt síðani februar mánað, og eg føli, at tað nú er nógv lættari hjá mær at svimja skjótt. Hjá mær ræður um at hava neyðuga úthaldni, og venjingin hevur higartil víst, at tað skuldi hildið, sigur Pál, sum spakuliga hevur vant seg við øðrvísi venjingina. Hann viðgongur, at tað slett ikki er hansara sterka síða at svimja styttru teinarnar, so tað er nýtt. Men sam­ stundis staðfestir hann, at tað gongur rætta vegin, tí hann roynir at gera tingini so væl, sum hann kann, og at hann nú hevur vant meg við tað, sjálvt um tað var øgiliga strævið í byrjanini. – Alt hitt hevur verið eitt slag av inngangi til hetta, sum eg nú eri í gongd við, og so er bara at vóna, at eg ikki pressi meg sjálvan ov nógv. Hetta skal læra meg, hvussu eg skal gera og hvussu eg skal klára meg í elituni. Tí kann tað onkuntíð eisini kennast sum eitt trýst, men eg royni at lata vera við at hugsa um tað, sigur Pál, ið heldur størsta trýstið koma frá sær sjálvum. – Tað gongur øgiliga væl við venjingini, sum higartil hevur víst, at vit eru á rættari kós, nú OL spakuliga nærkast í hvørjum, sigur Pál Joensen, ið av øllum alvi roynir at fokusera upp á svimjingina, tí hann veit, at olympisku summarleikirnir eru ikki sum aðrar kappingar, hann áður hevur roynt Einki er sum OL