Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 73
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 73

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 16. juli 2012 25 OL-blaðið Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu við OL luttøkuni í London í summar trygging.fo Hugskotið, at lata olympiska eldin loga frá byrjan til enda á leikunum, var fyrstu ferð roynt í OL í Amsterdam í 1928, har eldurin sást ovast í einum torni á olympiska leikvøllinum. Átta ár seinni, í Berlin í 1936, varð eldurin fyrstu ferð kyndur við glóð frá olympiska kyndlinum, og soleiðis hevur tað verið síðani. Fyrsti olympiski maskott­urin var at síggja í sam­bandi við OL í München í 1972, og var tað hund­urin Waldi. – Eg royni alla tíðina at fokusera upp á svimjingina og ikki, hvat fólk annars kunnu hugsa og halda, tí veruleikin er jú so einfaldur, at tað eri eg, ið sjálvur fái mest burtur úr hesum um tað eydnast. Tí royni eg bara at hugsa um, hvussu eg skal gjøgnum­ føra kappingina og halda høvdið kalt. Tað er tað, sum tað heila snýr seg um nú. OL heilt øðrvísi Pál Joensen er langteinasvimjari burtur­av, so tí er tað kappingin í 1500 metra frísvimjing, sum er tann fremsta í hansara hugaheimi. Men í London skal Pál eisini royna seg í 400 metra frí­svimjing, umframt í liðkappingini í fýra ferðir 200 metra frísvimjing, ið er tann kappingin, ið vigar minst hjá Páli. – Tað er gott, at eg havi 400 metra frísvimjing sum tað fyrstu kappingina, tí so kann eg føla meg fram og síggja, hvussu tað heila er. Eg vóni, at eg eri púra klárur tá, tí eg vil sjálvandi fegin í ta finaluna eisini, sigur Pál, sum í DM- kappingini einsamallur hálaði restina av danska liðnum við sær, so tíðin rakk til liðkappingina, har tað nú verður upp til hinar at leggja kreftirnar í, skal úrslit spyrjast burturúr. – Fyri mítt viðkomandi hevur tað tó alt at siga, at eg raki toppin fríggja­ morgunin 3. august, tá innleiðandi svimj­ingin verður á 1500 metrum, og so kvøldið eftir, tann 4. august, tá finalan er á skránni. Mín olympiski dreymur er at kunna vera við í tí final­ uni. So einfalt er tað! Pál veit, at júst hetta verður ein sera stór avbjóðing, tí allar royndir vísa, at hóast tú ert vanur við bæði EM, HM, World Cup og aðrar kappingar, so er OL ein so øgiliga nógv øðrvísi kapp­ ing, har tað er altavgerandi, at tú ert til reiðar, tá á stendur. – Eg havi ikki verið har fyrr, so tí ræður um hjá mær at vera púra greiður yvir, at hetta er ikki tað sama sum nakað av hinum, eg havi roynt áðrenn. Og tí kann 400 meturin eisini hjálpa mær við, so eg ikki standi púra á berum, tá eg skal í hylin í innleiðandi kapp­ingini á 1500 metrum, sigur Pál. Alt kann henda At Pál Joensen er við til at skriva før­ oyska ítróttarsøgu, nú hann er bara ann­ar føroyingurin yvirhøvur, sum er við sum íðkari í eini OL-kapping, er hann fullgreiður yvir, og sjálvur er hann sera spentur, hvussu tað heila kann fara at spæla av í London. – Kanska eri eg á gáttini til tað ultimativa, har tað kann gangast heilt ótrúliga væl. Men samstundis veit eg eisini, at tað kann enda galið, tí tað hevur tað gjørt fyrr hjá mær – enntá við góðari fyrireiking, sigur 21 ára gamli vágbingurin hugsunarsamur. – Veruleikin er tann, at sjálvt um eg geri mítt besta, kann tað enda galið, og tað royni eg eisini at fyri­ reika meg uppá, sjálvt um tað ikki er líka stuttligt, sum tað er at royna at fyri­reika seg upp á eitt gott úrslit. Um heilt illa vil til, so havi eg allíkavæl ein kjans aftrat, sum verður í Rio í 2016. Men tað er bara so øgiliga leingi at skula bíða… hilmarjan@sosialurin.fo Fyrireikingarnar fevna ikki bara um venjing, men eisini um allar hugsandi kanningar og mátingar, sum eisini sæst á myndini, har Pál Joensen hvílir seg á songini í ilttjaldinum, samstundis sum tól fyri nógvar túsundtals krónur fylgja við, hvussu hann hevur tað Mynd: Jón Bjarnason – Vit eru sera fegin um, at vit hava fingið Pál við á okkara lið til OL. Hann hevur nógv at siga fyri liðið við sínum venjingarmentaliteti, og so var tað jú honum fyri at takka, at vit komu við í liðkappingina í fýra ferðir 200 metra frísvimjing. Jú, vit eru sera glað fyri Pál. Tað er elitustjórin hjá donsku svimjarunum, Lars Sørensen, ið letur rósurnar falla yvir okkara fremsta svimjara, sum saman við danska hópinum er í ferð við at fyrireika seg til OL. Og Lars kann saktans liva við, at Pál kostaði einum øðrum donskum svimjara plássið á longsta teininum: – At Pál er við okkum, kostaði so Mads Glæsner plássið í 1500 metra frísvimjing, tí Mads ikki megn­aði at klára A-kravtíðina, sum altjóða svimjisambandið hevði ásett, sigur Lars Sørensen. – Reglurnar siga jú, at skal eitt land hava tveir svimjarar við í ein­ari kapping, skulu báðir klára A-krav­ tíðina. Tíverri fyri Mads, klár­aði hann bara B-kravtíðina, so tí er Pál einsamallur frá okkum í hasi kapp­ ingini. Glaðir fyri Pál