hósdagur 18. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 54 - 18. mars 2004
Nr. 54 - 18. mars 2004
19
Alheims tónleika-
festivalurin One
World Beat byrjar í
annaðkvøld og
føroyski parturin fer
fram í Fuglafirði.
Fríggjakvøldið er fyri
tey yngru og
leygarkvøldið fyri
tilkomin. Í dag og í
morgin greiða vit frá
luttakandi bólkunum
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin hevur hesa vik-
una greitt frá tiltakinum
One World Beat. Og nú er
tíðin komin at greiða frá
luttakandi
bólkunum.
Fríggjakvøldið er ætlað
yngra ættarliðnum og leyg-
arkvøldið er cafekvøld við
dansi, sum er ætlað til-
komnum, og eru bólkarnir
skipaðir eftir hesum leisti.
Vit fara at greiða frá
leygarkvøldsbólkunum
í
blaðnum í morgin og leggja
fyri í dag við bólkunum,
sum fara á pall fríggja-
kvøldið.
Fríggjakvøldið fara All
That Rain, Deja Vu, Sic, 48
Pages og Speaker á pallin í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði og hava vit heitt á
bólkarnar um at greiða eitt
sindur frá um seg sjálvar og
hví teir taka lut í One World
Beat tiltakinum.
Søgan um All That
Rain
..er
hendan:
Desember
1999; All That Rain verður
stovnað av Jens Tummas
Næss, Henning Nicodem-
ussen og Jens Marna Han-
sen. Allir tríggir vóru limir
í bólkinum Kjølar áðrenn.
Mars 2000; Fyrsta al-
menna framførslan hjá All
That Rain, í Ítróttarhøllini á
Hálsi, sum upphitingar-
bólkur hjá donsku TV2.
November 2000; Manning-
in í All That Rain slær seg
saman við manningini í
Dynamitt, og spæla novem-
ber og desember mánaða
sum Dynamitt 2000.
Januar 2001: All That
Rain vinnur innleiðandi
umfar av Prix Føroyum
2001 í Ítróttarhøllini í
Klaksvík.
Apríl 2001: All That Rain
gerst nr. 2 í finaluni av Prix
Føroym 2001, í Norður-
landahúsinum.
Vinnari
gjørdist Clickhaze úr Gøtu.
Juni 2001: All That Rain
kemur út við síni fyrstu
útgávu »The Naked Truth«.
Sama dag kemur onnur út-
gáva út »Prix Føroyar
2001«, har All That Rain
eisini er á, við lagnum
Happy When You're gone,
ið var tikið upp »live« til
Prix Føroyar 2001 finaluna.
August 2001; Jens Marni
Hansen fer úr All That
Rain, og spælt verður fyri
síðstu ferð saman við Jens
Marna í Ítróttarhøllini í
Klaksvík.
September 2001: Hans
Ravnsfjall kemur við í All
That Rain, sum avloysari
fyri Jens Marna.
November 2001: Fyrsta
almenna framførslan hjá
All That Rain, á Platform,
við Hans Ravnsfjall, sum
sangara og gittarleikara.
Januar 2003: Pól Arni
Holm kemur við All That
Rain sum forsangari.
Mars 2003: Fyrsta al-
menna framførslan við Pól
Arna Holm sum sangara, í
Ítróttarhøllini á Kambsdali.
Manningin í All That
Rain er: Pól Arni Holm -
Sang, Jens Tummas Næss -
Bass. Hans Ravnsfjall -
Guitar, Henning Nicodem-
ussen - Trummur. Heima-
síðan: www.allthatrain.com
Og hví stuðlar bólkurin
One World Beat tiltakin-
um?
– Vit halda hettar er eitt
fantastiskt høvi, at vera við
sum ein partur av so stórum
tiltaki. Og eru sera glaðir
fyri at gera okkara fyri at
hjálpa.
Vit hava bert spælt tvey
tiltøk í ár, í Platform og á
Kambsdali til árliga Grýlu-
dansin. Hettar kemst av at
vit hava sett tíð av til at gera
tónleik.
Og vit ætla at nýta høvið
til at framføra nýggj løg í
Mentanarhúsinum fríggja-
kvøldið. Vit blivu uppruna-
liga spurdir um vit kundu
taka okkum av »dansipart-
inum« í samband við tiltak-
ið, men søgdu nei, fyri at
fáa brúkt orkuna uppá
nýggju løgini hjá okkum,
vit skulu spæla uml. 5 løg.
2 av teimum verða spildur-
nýggj (ikki framførd áður)
2 av teimum eru spæld 2-3
ferðir áður, og eitt er gam-
alt, siga limirnir í All That
Rain.
Deja Vu
Vit hava biðið Deja Vu
greiða frá um bólkin.
Vit hava spælt saman í
meira enn 3 ár, og hava
fleiri konsertir aftanfyri
okkum.
Vóru við til Prix Føroyar
í 2001 og í 2003 har vit,
eftir at dømingin var av,
endaðu á 2. plássi. Onkur
vil vera við, at Deja Vu í
veruleikanum átti at vinna
Prix Føroyar, men tað er
manningin í Deja Vu ikki
samd í. Bòlkurin Gestir átti
at vinna prixið, tí aftaná at
dømingin var av, var Gestir
frammanfyri við 5%. Hetta
fer skjótt at vera 1 ár síðani.
Deja Vu hava eisini spælt
nógv á caféum og barrum
runt í Tórshavn, har vit
leggja okkum eftir einari
heldur øðrvísi blanding av
coverløgum, og eitt sindur
av egnum tilfarði.
Stílurin hjá Deja Vu kann
lýsast sum syrupoppur, við
tað at løgini og arrangem-
entini eru popput, men
sjálvdan uttanfráðvíkjandi
elementum, sum kunnu lýs-
ast sum syrut ella leitandi.
Ein útgáva er á veg við
bólkinum, men ilt er at siga
júst nær hendan verður út-
givin. Ein partur av upptøk-
unum eru lidnar, men enn
manglar nakað. Fløgan er
altso ikki, sum áður nevnt í
bløðunum, klár til mixing
júst enn. Í fyrsta lagi í
summar kunnu vit vænta
okkum eitt Deja Vu.
Og hví stuðlar Deja Vu
One World Beat?
Deja Vu játtaði at stuðla
tiltakinum til frama fyri
AIDS rakt børn, tí tiltakið
er eitt frálíkt og jaligt hug-
skot, sum vónandi fer at
verða við til at gera ein
mun, ikki í okkara penga-
pungi, men í lívinum hjá
teimum neyðars børnum,
sum eru rakt av HIV. Tað
minsta vit kunnu gera er at
siga ja til slík tiltøk. Eisini
er tað eitt gott høvi at pres-
entera egið tilfar.
Møtið fjølment, stuðla
einum barni.
Tíverri hava vitt ikki eitt
heilt yvirlit yvir manning-
ina, men kunnu, uttan at
taka munnin ov fullan,
nevna Líggjas, Rógva og
Flóvin.
Sic
Manningin í Sic er Mikkjal
Gaard Hansen: Sang og
guitar, Eddie Jacobsen:
Guitar, Meinhard Joensen:
Bass, Kári Skibenæs Niel-
sen: Trummur.
Mikkjal er millumannað
kendur sum forsangari í
bólkinum Krit, sum kunn-
ugt er givin.
SIC hevur uml. eitt ár á
baki, og hevur í seinastuni
framført
nakrar
ferðir.
Bólkurin spælir harðan
rocktónleik.
Og hví tekur Sic lut í One
World Beat titakinum?
– Grundin til at vit søgdu
ja til hetta tiltak er sjálvandi
tí, at tiltakið hevur eitt gott
endamál, sigur manningin í
Sic.
48 Pages
48 Pages er manning úr
bólkinum Monkey Mongu-
lia, sum nú spælir undir
nýggjum navni. Teir ið
manna hendan bólk eru:
Eyðun Müller Thomsen
trummur, Bartal Læarsson
bass, Frans Jónas Arge
Galán guitar og sang og
Bjartur Dal Christiansen
guitar. teir siga seg spæla
»Friðarligan-Harðan-
Sýrutan-Rock«.
Speaker
Speaker eru fýra mans í tali
og eita teir: Bogi Berg
guitar, Sigurd Justinussen
trummur, Jan Jensen bass,
og Janus Rasmussen á sang
og guitar. Og teir spæla
»Sveimandi
alternativan
rock«. Tað hevur ikki eydn-
ast at fáa viðmerkingar frá
seinast nevndu bólkum áðr-
enn evstamark, men óivað
eru teir eisini við, tí teir
meta tiltakið hava gott
endamál, eins og hinir lut-
takandi bólkar hava borið
fram.
Tey ungu eiga kvøldið
Hervið eru bólkar og
manningar nevndar, sum
fara á pall í Fuglafirði
fríggjakvøldið, ið er kvøld-
ið til yngru áhoyrararnar.
Í blaðnum í morgin fara
vit at siga frá bólkunum,
sum fara á pallin leygar-
kvøldið, sum er skipað sum
café og dansikvøld, ið er
áhoyraravinarligt, so til-
komni lurtaraskarin uttan
himpr kann leita sær í
Mentanarhúsið í Fuglafirði
leygarkvøldið.
One World Beat av bakkastokki í morgin
One World Beat er alheimsfestivalur, har øll
arbeiðsorka er sjálvboðin og peningurin fer í ár til
børn, ið hava Aids/HIV. Felagsskapurin Keep a
Child Alive arbeiðir fyri hesum og fær peningin.
Føroyar eru partur av alheimsfestivalinum, sum
fer av bakkastokki í 40 londum samstundis. Í Før-
oyum er Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um
tiltakið 19. og 20. mars.
FUT er høvuðsfyrireikari. Til ber eisini at stuðla
við at fara inn á heimasíðurnar hjá omanfyri
nevndu felagsskapum.
Í Føroyum fara dugnaligir tónleikarar á pall í
Fuglafirði um vikuskiftið; fríggjakvøldið er fyri
yngra ættarliðið og leygarkvøldið meira fyri tey
tilkomnu, har hugnin er í hásæti við tónleikacafé
og góðum dansi.
Keep A Child Alive
Keep A Child Alive hevur til endamáls at útvega
lívsneyðugan heilivág til tær 3,2 milliónirnar børn,
ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS) í triðja
heiminum. Hvønn minutt doyr eitt barn, tí at tað
ikki hevur atgongd til lívsleingjandi antiretrovirala
(ARV) viðgerð, og Keep A Child Alive hjálpir við
at útvega antiretroviralan heilivág til tey børn, ið
liva
við
HIV/eyðkvæmi
(AIDS).
www.keepachildalive.org
One World Beat
One World Beat er eitt non-profit-tiltak við høv-
uðssæti í Sveits. Endamálið er at savna samfelags-
áhugaðar tónleikarar og vælgerð til frama fyri
sosiala broyting; Tónleikur ið ger Mun!
One World Beat er eitt samtak av sjálvbodnum, og
festivalurin loyvir tónleikarum og sjálvbodnum
framat einum palli at bera sín boðskap fram,
meðan teir styrkja tilvitanina hjá øllum Heimin-
um. Á hendan hátt útvegar festivalurin alneyðugan
pening til at stuðla neyðstøddum. One World Beat
samstarvar á hvørjum ári í felag við nógvar
vælgerðarstovnar
um
hetta
málið.
www.oneworldbeat.org
Fakta
Déjà vu vóru við til Prix Føroyar í 2001 og í 2003 har teir endaðu á 2. plássi. Onkur vil vera við,
at Deja Vu í veruleikanum áttu at vinnið Prix Føroyar, men tað er manningin í Deja Vu ikki
samd í…
FarIce kaðalin og út-
breiðslan av breið-
bandi letur dyrnar
upp fyri nýggjari
vinnu, arbeiðspláss-
um og inntøkumøgu-
leikum. Tað snýr seg
um at tora at taka
avbjóðingina, sigur
Andras Róin, stóri á
Føroya Tele, ið saknar
eitt hægri ambitións-
niveau frá almennari
og politiskari síðu
VINNA
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Við FarIce kaðalinum, ið
ofta er lýstur sum sam-
skiftismotorvegurin til um-
heimin, hvarv fløskuhálsur-
in, ið hevur forðað Føroy-
um í at gerast eitt breið-
bandssamfelag. Eitt sam-
felag, har skjótt og fast
internetsamband er ein
møguleiki
hjá
teimum
flestu, og har internetið tí-
skil kann gerast ein muna-
dygt amboð í gerandisdeg-
num.
- FarIce er sjálv fortreytin
fyri hesum, undirstrikar
Andras Róin, nú Føroya
Tele av álvara hevur sett
ferð á kunningarsamfelagið.
Í september í fjør stongdi
Føroya Tele fyri heita
vatninum, tá 300 privatir
ADSL-kundar fyltu sam-
skiftisvegin við útheimin.
Men síðan skrúvað var frá
aftur fríggjadagin í farnu
viku eru yvir 200 breið-
bandsføroyingar
komnir
afturat.
Og so skjótt skift varð frá
gamla Cantat kaðalinum til
nýggja FarIce kaðalin øktist
ferðslan við 50 prosentum.
- Hetta vísir, at tað hevur
verið ein tørvur til staðar, ið
vit ikki hava verið før fyri
at nøkta, staðfestir Andras
Róin.
Meiri ferð
Og stjórin á Føroya Tele er
sannførdur um, at tørvurin
fer støðugt at økjast enn
meira. Tí møguleikarnir eru
nógvir við nýggju sam-
skiftisleiðini.
Tí hevur ein av fremstu
raðfestingum hjá almennu
telefyritøkuni seinnu árini
verið at útbyggja kervið
innanlands í Føroyum, so
vit ikki fingu nýggjar
fløskuhálsar her. Árligu
íløgurnar til at fyrireika
Føroyar til breiðbandssam-
felagið hava seinastu árini
verið 20 milliónir krónur,
og síggjast aftur í fibrum,
t.e. kaðalar til skjótt inter-
net, til fleiri av størru pláss-
unum.
Men
framvegis
mangla Sandoyggin og
Suðuroyggin,
so
eisini
komandi árini fara at krevja
stórar íløgur.
Afturat kemur so kostn-
aðurin av sjálvum FarIce
kaðalinum, harav Føroya
Tele ber fimtingin, ið er 80
milliónir krónur. Føroya
Tele hevur sett 20 milliónir
í partapeningi í felagið,
meðan restin er veðhald.
- Føroya Tele er í dag væl
fyri, og tí kunnu vit gera
hesar íløgur, sigur Andras
Róin og reisir samtíðis
spurningin, hvørt fyritøkan
hevur ráð til at lata vera.
Fyri 10 árum síðani var
skuldin hjá Føroya Tele
tríggjar ferðir nettosøluna,
meðan hon í dag er hálva
ferð nettosøluna. Í 2002 var
yvirskotið góðar 53 milli-
ónir, og roknskapurin fyri í
fjør, sum verður lagdur
fram í næstu viku, vísir eis-
ini góð tøl, hóast yvirskotið
er tódnað nakað.
Breiðbands boom
Andras Róin vísir á, at
seinastu trý árini er inter-
net-økið sum heild stagner-
að, sølan er ikki økt, og
inntøkurnar hava ikki verið
fleiri.
Orsøkin skal finnast í
manglandi breiðbandinum,
sigur stjórin á Føroya Tele,
og vísir á ein mettaðan
marknað fyri gamla, upp-
ringda sambandinum.
- Tað er eingin loyna, at
vit vænta okkum sera nógv
av hesum virkisøki í fram-
tíðini, staðfestir Andras
Róin.
Nýggju
møguleikarnir
við skjótum og stabilum
breiðbandi opnar eitt nú
dyrnar fyri at fólk kunnu
arbeiða heimanifrá. Og ikki
minst kunnu fólk sita í
Føroyum og arbeiða fyri
fyritøkur uttanlands, eins
og fólk kann sita uttanlands
og gera uppgávur fyri
føroyskar fyritøkur.
Og tað er millum annað
her, stjórin á Føroya Tele
sær stóra perspektivið.
- Nú hava vit eitt skjótt,
trygt og at kalla óavmarkað
internetsamband, umframt
at vit hava gamla Cantat-
kaðalin sum backup. Hetta
gevur stabilitet, ið er
fortreytin fyri at vit kunnu
bjóða okkum fram at loysa
uppgávur umvegis inter-
netið, sigur Andras Róin.
Eisini sær hann stóran
møguleikar fyri einum heilt
nýggjum virkisøki, tað
sonevnda "hosting". Í stutt-
um merkir hetta, at stór
feløg kunnu leggja sínar
servarar, ambætarar, í Før-
oyum. Tað veri seg bankar,
veddingarfyritøkur
osv.
Inntøkurnar
av
hesum
kunnu vera leigan av "ho-
tell-plássi", tænastugjøld,
rakstur
og
viðlíkahald.
Onnur inntøkukelda eru
stóru heimasíðurnar, por-
talarnir, ið jú liggja onkun-
staðni,
og
sum
skulu
haldast við líka.
- Her er avgjørt eitt stórt
potentiale, sigur Andras
Róin og leggur afturat, at
Føroya Tele longu hevur
merkt áhugan uttanifrá.
Í nýggja høvuðssætinum
hjá fyritøkuni í Hoyvík er
hædd tikin fyri hesum inn-
tøkumøguleika.
Mangla ambitiónir
Stjórin á Føroya Tele vísir á
fleiri styrkir, ið gera før-
oyingar væl fyri í kapp-
ingini við útlendingar, og
sum eisini kann vera við til
at draga fyritøkur til okk-
ara.
- Føroyar eru eitt lítið
samfelag, har stutt er mill-
um ymsu liðini, og her eru
nógv vælútbúgvið fólk.
Men avgjørt eru eisini
veikleikar, ið seta okkum
aftur í kappingini, metir
Andras Róin. Hann nevnir
fíggjarligu møguleikarnar,
ið eru avmarkaðir, og eisini
manglandi
virðisbræva-
marknaðurin, ið ger tað
trupult at reisa kapital í
Føroyum.
- Eisini er nakað, sum
tíðir uppá, at vit mangla
politiska tiltrúgv. Hóast
hetta økið kemur á prent í
samgonguskjølum,
so
hendir lítið meira, vísir
Andras Róin á.
Stjórin á Føroya Tele
saknar stutt og greitt eitt
hægri ambitiónsniveau.
- Innan kunningartøknina
eru Føroyar avgjørt kapp-
ingarførar. Vit hava førleik-
an, eru fleksibul og við
nýggja samskiftiskaðalin-
um eru fløskuhálsarnir
burtur.
- Men karmarnir fyri
hetta virkisøki mugu vera í
lagi, sigur Andras Róin
Hann nevnir onnur lond,
eitt nú Danmark, ið nýta
milliardir av krónum til at
granska og menna kunn-
ingartøknina. Men í Før-
oyum knípir sum nevnt við
ambitiónsniveaunum.
Konvergens
Ofta verður nevnt, at sum
frá
líður
fara
teldan,
sjónvarpið, telefonin og
annað við at smelta saman
til eitt felags, integrerað
amboð í gerandisdegnum.
Tey konvergera.
Andras Róin sær fyri sær
breiðbandsflatskermin við
touch-pad á køksborðinum,
har familjan kann lesa
bløðini, hoyra útvarp og
síggja sjónvarp, senda og
móttaka teldupostar og
–myndir, og annars gera
síni ørindi.
- Tað er greitt, at nýggju
møguleikarnir fara at skapa
ein tørv, sigur Andras Róin
avgjørdur.
Mugu menna
Tíðum eru atfinningarsam-
ar røddir, ið føra fram, at
uppgávan hjá Føroya Tele
er at geva føroyingum so
bíligt telefonsamband sum
gjørligt, og at fyritøkan skal
halda seg langt frá øðrum
virkisøkjum.
Ikki óvæntað er stjórin á
Føroya Tele grundleggjandi
ósamdur í hesum sjónar-
miði.
- Eg vil heldur siga tað
soleiðis, at skulu vit varð-
veita lága kostnaðin, so
mugu vit fáa aðrar inntøk-
ur, ið kunnu kompensera
fyri traditionellu inntøk-
urnar, ið sum frálíður fara
at hvørva, sigur Andras
Róin og sipar til støðugt
bíligari telefongjaldið.
Komið verður inn á Tele-
varpið, ið liggur uttan fyri
traditionella virkisøkið hjá
Føroya Tele, men sum fyri-
tøkan hevur valt at seta
nógvar pengar í.
- Televarpið er ein spenn-
andi ætlan, ið vit avgjørt
rokna sum eina inntøku-
keldu, bæði í Føroyum,
men ikki minst uttanlands.
Við tí seinasta sipar
Andras Róin til, at Føroya
Tele hevur undirskrivað
fyrsta sáttmálan um at selja
Televarpið sum konsept.
Ein sáttmáli, ið hevur virði
av umleið einari millión
krónum.
- Her hava vit eina vitan,
eitt konsept, ið kann seljast
nógvar ferðir. Sama ger seg
galdandi fyri alla kunn-
ingartøkni. Tú kanst selja
vitanina nógvar ferðir. Tað
er grundleggjandi munurin
á hesi vinnu, samanborið
við traditionella vinnur,
sigur Andras Róin.
Andras Róin:
Føroyar sum framkomið
kunningarsamfelag
- Innan kunningartøknina eru Føroyar avgjørt kappingarførar. Vit hava førleikan, eru fleksibul og við nýggja
samskiftiskaðalinum eru fløskuhálsarnir burtur, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, ið tó saknar politiska tiltrúgv til hesa
vinnugrein
C
M
Y
K
19
18