Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 18. mars 2004 21 Nr. 54 • hósdagur • 18. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tøgn í ÍSF Føroyski ítróttar- heimurin hevði fund týskvøldið, men fyrr enn endaliga niður- støðan er greið, verður einki likið út um fundin ÚTLENDINGA- MÁLIÐ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ein sera kúrrur ÍSF-forseti, sum kvøldið varð spurdur, hvørjar viðmerkingar hann sum ovasti mynd- ugleikin innan før- oyskan ítrótt hevði til nýggja trupulleikan viðvíkjandi útlendsk- um ítróttarfólkum. - Eg havi ongar við- merkingar í løtuni. Vit hava havt stjórnarfund í dag, og í løtuni verð- ur arbeitt við málinum. Ætlandi fara vit so at koma við eini felags niðurstøðu, men fyrr enn hendan fyriliggur hava vit ongar við- merkingar, er einasta viðmerkingin, Heðin Mortensen í løtuni hevur til málið. Framsýningarnar við teimum smáu børunum og teim- um størru børnun- um verða leygar- dagin 20. mars ávikavist kl. 14.00 og kl. 17.00 og fyri ung og vaksin mána- dagin 22. mars kl. 19.00. Allar í ítróttarhøllini á Nabb. FIMLEIKUR tíðindaskriv Havnar Fimleikafelag hevur aftur í ár havt eitt innihaldsríkt fimleikaár. Liðini hjá felagnum eru full sett, tiltøkini sum felagið hevur skipað fyri í vetur, eru væl vitjaði bæði av fimleikarum og áskoð- arum, Stórkappingarliðini vunnu 2 gull og 2 bronsu av 4 møguligum og kvinnurnar og genturnar skulu til Danmarkar, at royna seg í DM í rútmisk- um fimleiki., seinni í ár. Í stuttum eitt hendinga- ríkt ár. FM í amboðsfimleik Hóast árligu framsýning- arnar verða nú, so er fimleikaárið ikki heilt liðugt, tí enn mangla FM kappingarnar í amboðs- fimleiki. Hesar verða fyri yngru bólkarnar 6 - 8 mai og eldru bólkarnar 17 til 18 apríl. Báðar kapping- arnar verða í Runavík. Summarfimleikur Felagið liggur ikki heilt stilt, hóast vanligu liðini fara í summarsteðg. Fe- lagið hevur í fleiri ár, havt summarfimleik fyri vask- in og verður einki undan- tak í ár. Summarfimleikur - Kom í form — verður hvørt mánakvøld og mikukvøld báðar dagar kl. 18.00 — 19.15. Kostn- aður er kr. 30,- fyri hvørja ferð og er ikki neyðugt at melda seg til áðrenn, ein møtur bara upp. Byrjað verður mikudagin 14. apríl og seinasta venjing verður mikudagin 2. juni. 3 framsýningar Framsýningarnar eru býttar upp soleiðis at framsýningin fyri teimum smáu børnunum verður leygardagin 20 mars kl. 14.00 og er aldurin 1 1/2 ár til 2 fl. Framsýningin fyri teimum størru børn- unum verður eisini leyg- ardagin 20. mars, men kl. 17.00 og er aldurin tá 2. fl. — 6 fl. Til seinast verð- ur framsýningin fyri tey ungu og vaksnu mána- kvøldið 22. mars kl. 19.00 og eru tað tá 7.fl. og eldri sum vísa ein part av tí tey hava vant í vetur. Jógvan við Keldu sigur seg ikki hava smekkað hurðina í fyri fremmandum ítróttarfólki. Men hann vil viðgera málið væl og virðiliga, áðrenn nakað nýtt loyvi verður givið ÚTLENDINGAMÁLIÐ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er ikki sørt av rokilsi, sum hevur verið, nú Jógvan við Keldu sum nýggjur landsstýrismaður í inn- lendismálum fyribils hevur sagt nei til at geva nakað sum helst loyvi til út- lendska arbeiðsmegi. Tað vil í hesum høpi siga ar- beiðsmegi uttanfyri norð- anlond. Róligur lands- stýrismaður Tá vit týskvøldið fingu orðið á landsstýrismannin, tóktist hann tó at taka alt rokið hampuliga róligt, og hann legði eisini alt fyri eitt dent á, at málið so als ikki er liðugt viðgjørt enn. - Viðvíkjandi støðuni hjá útlendskum ítróttarfólkum, so innkallaði eg sjálvur ÍSF til fund í farnu viku, so- leiðis at vit kundu diskutera hesi viðurskifti. - Orsøkin til hetta var fyrst og fremst, at eg vil ikki skriva undir avtaluna, sum er fingin í lag við Bertel Haarder, soleiðis sum hon fyriliggur. Talan er um eina avtalu, sum bert gevur sersømdir til ítrótt- arfólk, og altso ikki læknar og aðra arbeiðsmegi, sum krevur servitan, ið vit kanska ikki altíð hava tøka í Føroyum. Tað var ein av- tala, sum eg ikki bara vil góðtaka, og tí var mín støða, at hetta málið skuldi viðgerast væl og virðiliga, áðrenn nakað varð gjørt. Og eg boðaði tá eisini frá, at eg ikki fór at góðkenna nakað sum helst, áðrenn ein endalig støða varð tikin í málinum. Samfelagslig atlit Og Jógvan við Keldu legg- ur eisini stóran dent á, at hann sum so ikki hevur nakrar ætlanir um at for- koma møguleikunum hjá nøkrum føroyskum ítróttar- felag, men at hann sam- stundis er noyddur til eisini at taka samfelagslig atlit. - Tað, sum ørkymlar meg eitt sindur í øllum hesum er, at vit í dag hava eitt vaksandi arbeiðsloysi. Hagtølini fyri hetta siga, at tað í desember mánaði vóru 700 fólk uttan arbeiði í Før- oyum. Í janar var talið 800 og í februar 900. Mars mánað kenna vit so ikki enn, men er gongdin tann sama, so eru tað kanska nú 1.000 fólk, sum eru arbeiðsleys, og tað eru fyrst og fremst hesi, sum eg hugsi um. - Tí er eitt ítróttarfólk, sum kanska partvíst – ella slettis ikki – er lønt av einum felag. Og sum so kanska hevur eitt ella tvey arbeiði við síðunar av. So er tað ein øking av arbeiðs- styrkini í landinum, og við so nógvum arbeiðsleysum, so kann tað geva ein trupul- leika, sum eg noyðist at taka í størsta álvara, sigur landsstýrismaððurin, og vísir á, at málið longu hevur havt drúgva viðgerð í innlendismálaráðnum. Ein viðgerð, sum als ikki er liðug enn. Tølini eru stór Akkurát, hvussu restriktiv- ar reglur, hann hevur hugs- að sær á økinum, vil lands- stýrismaðurin ikki siga í verandi støðu, nú málið framvegis verður viðgjørt, men hann sigur seg tó vera ímóti, at ítróttarfólk skulu fáa sersømdir, bara tí tey eru ítróttarfólk. - Eg kann í øllum førum siga somikið, at tað ikki skal roknast við, at loyvi verður givið uttan víðari, um so er, at felagið ikki átekur sær nakra arbeiðs- gevaraskyldu. - Skal uppihaldið hjá ítróttarfólkum burturav fíggjast av vinnuni, so havi eg ein trupulleika. Tann trupulleikin er sjálvsagt minni, um feløgini átaka sær part av hesi skylduni, og er talan um fólk, sum burturav eru lønt fyri ítrótt- arligu avrikini, so síggi eg at kalla ongan trupulleika í hesum. Tá eru vit í at kalla somu støðu, sum við lækn- um v.m., har talan er um eina vitan og ein førleika, sum ikki finst aðrastaðni. - Hinvegin eri eg púrasta samdur í, at fremmand ítróttafólk hava verið við til at hækka støðið her í Før- oyum, og eg eri eisini samdur í, at tað altíð er sunt við íblástrinum, sum hesi kunnu geva. Spurningurin er bara, hvørja ávirkan hetta hevur á samfelagið, og har er tað mín skylda at hugsa meira enn bara til dagin í morgin. - Tað er sjálvandi torført at siga, hvussu Føroyar síggja út um trý ella fýra ár. Men vit mugu altíð taka atlit til tær broytingar, sum kunnu koma. Fyri einum ári síðani var at kalla einki arbeiðsloysi í landinum, og í fjør vórðu 700 umsóknir um innferðarloyvi við- gjørd. Sammet við talið í Danmark, so skuldi hetta talið bara verið um 50, og tá arbeiðsloysi so eisini ger seg galdandi, so setir tað nakrar tankar ígongd. Fyri hagfrøðina kann so eisini nevnast, at tað í Føroyum í løtuni eru á leið 80 út- lendsk ítróttarfólk. Hvat talið er í Danmark, veit eg ikki, men taka vit til dømis superliguna í fótbólti, so er samlaða talið har beint omanfyri hálvthundrað. - Og eg kann so eisini bara staðfesta, at hetta ikki bert er galdandi fyri meg. Eg havi í øllum førum fingið nógv meira positivan respons í hesum, enn eg hevði droymt um, so eg kann bara staðfesta, at før- oyingar eisini hugsa um annað enn ítrótt, sigur altso Jógvan við Keldu. Strammari reglur Og at enda staðfestir hann so eisini, at tað á ongan hátt verður soleiðis, at hann einsamallur kemur at taka eina avgerð, sum noktar fólki at koma til Føroya. - Sum sagt, so er málið í løtuni til viðgerðar. Eg skal eisini hava fund við ÍSF aftur hósdagin, og her í ráðnum skal tað eisini við- gerast. Sjálvandi skal ein loysn finnast onkursvegna, men eg fari so ikki at gera nakra niðurstøðu, fyrr enn hetta er liðugt viðgjørt. Og tær ætlanir, sum eg tá havi, verða sjálvandi eisini lagd- ar fyri Landsstýrið, so enn er hetta ikki nakað endaligt. - Men eg kann í øllum førum siga somikið, at talan verður um at stramma reglurnar upp, so sum heild fer tað so ikki at gerast lættari at fáa fremmanda arbeiðsmegi til landið, sigur Jógvan við Keldu at enda. Mugu bíða Spurningurin hjá føroysk- um ítróttarfeløgum – og eisini teimum vinnugrein- um, ið ofta gera nýtslu av útlendskari arbeiðsmegi – stendur sostatt enn ósvar- aður. Lættari verður tað so ikki, og spurningurin er so, hvørt tað verður truplari. Ein neyvari stýring av økin- um tykist í øllum førum vera málið, so enn mugu feløgini standa í bíðstøðu. Ein bíðistøða, sum kanska longu kann vera av, tá hesar reglur verða lisnar, tí sum sagt, so skuldi fundur vera aftur um málið longu hós- dagin. Alt út- lendinga- økið skal viðgerast Heðin Mortensen vil ikki gera nakrar við- merkingar yvirhøvur, so leingi málið er til við- gerðar saman við av- varðandi myndugleikum Árligu fimleikafram- sýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag Havnar Fimleikarfelag ferum vikuskiftið at hava árligu fimleikaframsýningarnar - Skal uppihaldið hjá ítróttarfólkum burturav fíggjast av vinnuni, so havi eg ein trupulleika. Tann trupulleikin er sjálvsagt minni, um feløgini átaka sær part av hesi skylduni, og er talan um fólk, sum burturav eru lønt fyri ítróttarligu avrikini, so síggi eg at kalla ongan trupulleika í hesum, sigur Jógvan við Keldu millum annað C M Y K 20