hósdagur 18. mars 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 54 - 18. mars 2004
Ógvusligur samanstoytur á
Tvøroyri
Ikki færri enn tríggir
lastbilar og ein per-
sónbilur vóru við í
einum ógvusligum
samanstoyti á Tvør-
oyri fyrrapartin týs-
dagin
FERÐSLA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Óhappið hendi um tíggju-
tíðina fyrrapartin týsdagin,
tá ið ein seyður leyp út á
vegin beint framman fyri
tann eina lastbilin. Hesin
lastbilur noyddist at støðga
heldur harðliga fyri at
sleppa undan at koyra á
seyðin. Ein lastbilur, ið
koyrdi beint í hølunum á tí
fremra, megnaði ikki at
steðga, áðrenn hann rendi í
afturpartin á fremra lastbil-
inum.
Tann fremri lastbilurin
bleiv av stoytinum skump-
aður yvir á ein triðja lastbil,
ið stóð og helt av, og hesin
helt so leiðina fram í ein
parkeraðan persónbil, ið fór
gjøgnum eitt stakitt inn í
ein urtagarð.
Eingin fólkaskaði
Sýslumaðurin í Suðuroy,
Sommer Joensen, sigur við
Sosialin, at tíbetur var
eingin fólkaskaði, men
nokk so fitt av materiellum
skaða var. Hann sigur eis-
ini, at allarhelst er tað bil-
førarin á aftara lastbilinum,
ið fær ábyrgdina av óhapp-
inum, tí at hann ikki hevur
havt neyugu fjarstøðuna til
lastbilin, ið koyrdi framm-
anfyri. Sommer Joensen
sigur eisini, at bilarnir ikki
koyrdu skjótt, neyvan meiri
enn okkurt um 40-50 kilo-
metrar um tíman, og hann
leggur afturat, at tað var
sera óheppið, at persón-
bilurin skuldi fara inn í
urtagarðin, tí tað var ein-
asta hús nær námind.
Ikki færri enn tríggir lastbilar og ein persónbilur vóru við í ógvusliga samanstoytinum á Tvør-
oyri týsdagin
Mynd: Leivur Nygaard
Hesin lastbilurin skumpaði
parkeraða persónbilin inn
gjøgnum ein garð og inn í ein
hava
Mynd: Leivur Nygaard
Ja! Hetta snotuliga fiski-
farið Vesturland, man hava
stríðst fyri seg – her hugsi
eg um manskapið, ið
stríddist á sjónum fyri at
skaffa útflutning og mat »í
hjallin«.
Báturin er annars sera
snøggur og hevur havt fiski-
loyvi til garnafiskiskap, so
sum svartkalva og havtasku.
Alt hetta er góður fiski-
matur og ikki er neyðugt
»at smæðast burtur« við at
servera fiskimat á borðið.
(Onkur tvs. fiskimaðurins
kal føða »pisurnar« ið
svangar eru).
Annars er báturin smíðj-
aður á Tórshavnar Skipa-
smiðju og er útgerðarbátur í
dag.
Tekning og ummæli:
Jógvan Háfjall.
M/B Vesturland FD 306
1970 Eiði
Til Moskva á
Fiskivinnustevnu
FISKIVINNUSTEVNA
Tíðindaskriv
Menningarstovan hevur
tikið stig til at luttaka á
eini framsýning í Moskva
saman við russiska kon-
sulátinum. Framsýningin,
FISH 2004, verður 21. -
24. apríl. Hetta er ein
fiskivinnuframsýning, og
er hon ma. áhugaverd fyri
føroyingar, tí russisk reið-
arí hava játtað at møta
okkum har. Hesir markn-
aðarføringsmøguleikar
verða m.a. sæddir í átak-
inum:
• Vísa á okkara strateg-
isku plasering í Atlants-
havinum
• Skipasmiðjur
• Veitingar og tænastur,
sum føroysk virki kunnu
veita russiskum trolarum
• Havnir og frystigoymsl-
ur
• Keyp
og
sølu
av
fiski/kvotum
Russiski marknaðurin er í
støðugum vøkstri, markn-
aðurin fyri ymisk fiska-
sløg er góður, og útlitini
eru góð fyri marknaðin.
Herfyri var í sjónvarpin-
um sagt frá um góða prís-
in á smáum upsa, og eis-
ini hava vit fingið líkn-
andi
ábendingar
um
laksamarknaðin.
Aðrar
vinnur,
sum
kundu komið uppá tal
sum luttakarar eru byggi-
vinnan og oljuvinnan.
Innan
oljuvinnuna
er
áhugi hjá russum at flyta
tungolju til Føroyar, so-
leiðis at russisku skipini
koma higar at bunkra, og
hetta virksemi kann jú
hava ringvirkningar.
Føroyskur
landabásur
Menningarstovan hevur
bílagt eitt básøki. Her fara
russisk reiðarí og onnur
áhugað at møta føroysku
fyritøkunum til skipað
fundarvirksemi. Tiltakið
verður skipað sum landa-
básur.
Føroyskar
fyritøkur
verða bodnar við á før-
oyska básin á framsýning-
ini. Hetta er eitt einastand-
andi høvi til at knýta sam-
bond við russiska vinnu-
lívið. Russiska konsulátið
hjálpir við at knýta sam-
bond við russisk reiðaríir,
og Menningarstovan veitir
sambond við aðrar partar
av russiska vinnulívinum,
sum kunnu hava áhuga
fyri Føroyar og føroyskt
vinnulív.
Fyritøkur, sum luttaka á
landabásinum, njóta hesar
fyrimunir:
• Atgongd til skipaðan
fundarbás
• Tulkahjálp: russiskt/-
føroyskt og enskt/føroyskt
• Teldu- og Internetat-
gongd á bási
• Egið logo á básinum
• Við í felags lýsingum
• Innboðið tiltak á bás-
inum
• Við í framsýningarkata-
logi við navni, adressu og
stuttari lýsing av fyritøk-
uni
• Marknaðarupplýsingar
um Russland (Møguligt
eykagjald fyri upplýsing-
ar frá donsku uttanríkis-
tænastuni)
Básluttakarargjaldið fyri
hesar tænastur er sett til
Kr. 12.500,- fyri hvørja
fyritøku.
Freistin at tekna seg er
18. mars.
Flogfelag Føroya skipar
fyri beinleiðis ferð til
framsýningina.
Í Býin
Í Býin
Mat-
seðilin
Hósdagin 18. mars:
Stokt flesk
v/ persillusós
Fríggjadagin 19. mars:
Rullusteik
Leygardagin 20. mars:
Enskan búff
Mánadagin 22. mars:
Kjøtbollar í karrysós
Týsdagin 23. mars
Gyros
Mikudagin 24. mars
Kalkunsnitzel
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 22,00
Maxiburgari ella
Búffsandwich 30,00
Matstovan
í Hoyvík
C
M
Y
K
23
22