Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 54 - 18. mars 2004 Nr. 54 - 18. mars 2004 25 UTTAN ÚR HEIMI Kvinnur taka seg saman ímóti harðskapi Í teimum ríku lond- unum er harðskapur er tann mest vanliga deyðsorsøkin hjá kvinnum ímillum 16 og 44 ár. Nú gava 24 kvinnur, sum eru ráðharrar í heim- londunum, tikið seg saman at forða harðskapinum HARÐSKAPUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Herfyri fór Amnesty In- ternational undir eitt átak, sum skal forða harðskapi ímóti kvinnum, og hesin sami trupulleikin er eisini eitt av høvuðsevnunum á ársfundinum hjá ST- mannarættindanevndini, sum er í Geneve í hesum døgum. Har hevur sveitsiski utt- anríkisráðharrin, Micha- line Calmy-Rey, tikið stig til at sameina kvinnur í leiðandi politiskum størv- um til at virka ímóti harð- skapinum ímóti kvinnum. – Vit kunnu ikki góð- taka harðskap ímóti kvinnum, og her tosa vit bæði um neyðtøku, um- skering, fátækradømi, sál- arligan ágang, handil við kvinnum og skøkjulevna, sigur Michaline Calmy- Rey við fronsku tíðinda- stovuna AFP. Hon vísir á, at í teimum ríku londun- um doyggja fleiri kvinnur av harðskapi enn av krabbameini og í ferðslu- vanlukkum. Tær 24 kvinnurnar, sum hava skipað bólkin ímóti harðskapi, eru ráðharar í fleiri londum, eitt nú Av- stralia, Svøríki, Kolum- bia, Fraklandi, Eysturríki, Japan, Filipsoyggjunum, Rwanda, Suðurafrika, Jemen og Jordan. Aftan á atsóknina í Madrid bera nógvir týskarar ótta fyri, at yvirgangsmenn fara at søkja at har. Teir krevja tí, at myndug- leikarnir skulu halda eitt vakið eyga við fremmandafólki YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk – Tað slepst ikki undan at nýta makt í bardaganum ímóti yvirganginum, men bardagin verður ikki vunnin við hermegi eina. Vit mugu eisini beina fyri rótini til yvirgangin, fá- tækradøminum og vant- andi menning, segði týski kanslarin, Gerhard Schrøder, tá hann týs- dagin hitti franska forset- an, Jacques Chirac. Andstøðuleiðarin, Ang- ela Mærkel, er samd við kanslaranum. – Tað snýr seg ikki um at hava stríðsvognar á varðhaldi uttan fyri ting- húsið í Berlin, sjálvt um vit mugu ásanna, at her- megin er tað best egnaða vápnið ímóti yvirgangin- um, segði hon í gjár. Atsóknin í Madrid í síðstu viku verður sett í samband við, at Spania stuðlaði USA í krígnum í Irak. Tað gjørdi Týskland ikki, men týski innanrík- isráðharrin, Otto Schily, ávarar týskarar ímóti at halda, at teir kunnu kenna seg tryggar. Hann vísir á, at Týskland hevur her- menn í Afghanistan, og at atsóknin 11. september í 2001 bleiv fyrireikað í Hamburg. Tí hevur innan- ríkisráðið givið løgregl- uni boð um at herða eft- irlitið á jarnbreytarstøð- um og aðrastaðni. Men nógvir týskarar kenna seg ikki tryggar kortini. Teir krevja, at myndugleikarnir skulu halda eyga við fólki av fremmandum uppruna, og at fremmandafólk, sum eru undir illgruna, skulu vísast av landinum. Móttikin sum hetja Fyrrverandi leiðarin hjá ST- vápnaeftirlitsmonnunum, sviin Hans Blix, bleiv móttikin sum hetja, tá hann fyrradagin kom á ST-høv- uðsborgina í New York at signera bókina "Disarming Iraq", sum Blix hevur skrivað um vápnaleitingina í Irak. Í dag verður ásannað, at Blix hevði rætt, tá hann segði, at Irak hevði ikki tey hópoyð- ingarvápnini, sum USA og Bretland vildu vera við, at landið hevði – Yvirgangsmenninir drepa ósek fólk fyri at ræða heimin. Teir eru eirindaleysir dráps- menn, sigur amerik- anski forsetin, sum mælir teimum sam- eindu hjá USA til at standa saman SAMANHALD Árni Joensen fartekst@mail.dk George W. Bush, forseti, er ørkymlaður av ætlanini hjá komandi sponsku stjórnini at taka teir sponsku her- menninar úr Irak. – Tað er av avgerandi týdningi, at vit standa sam- an um at hjálpa irakska fólkinum. Al-Qaeda vil hava okkum at fara úr Irak, tí teirra ætlan er, at demo- kratiið og frælsið skulu tapa stríðið, segði Bush aft- an á ein fund við niður- lendska forsætisráðharran, Jan Peter Balkamende. Amerikanski verjumála- ráðharrin, Donald Rums- feld, stúrir ikki so nógv fyri ætlanini hjá komandi sponsku stjórnini, tí hann heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa her- menn úr øðrum londum ístaðin fyri teir sponsku. – Eg vænti, at onnur lond fara at hugsa øðrvísi enn Spania. Eg vænti, at fleiri fara at bjóða seg fram, segði Rumsfeld við BBC í gjár. Samstundis vísir ein meiningakanning, at flestu evropearar halda minni av USA nú enn undan krígn- um í Irak. Í Fraklandi og Týsklandi siga ávikavist 37 og 38 prosent, at tey eru nøgd við USA og tess pol- itikk. Fyri einum ári síðani vóru hesi tølini 43 og 45 prosent og fyri tveimum ár- um síðani 63 og 61 prosent. Bush mælir til samanhald Týskarar stúra fyri yvirgangi Umframt USA hava hesi lond hermenn í Irak: Tølini eru pr. 1. mars 2004: Bretland 11.000 Italia 2.700 Ukraina 2.000 Spania 1.300 Póland 1.300 Niðurlond 1.100 Avstralia 1.000 Suðurkorea 700 Rumenia 700 Danmark 496 Bulgaria 470 Teiland 460 Honduras 370 El Slavador 360 Dom. Lýðveldið 300 Nikaragua 270 Mongolia 180 Aserbajdjan 150 Noreg 150 Portugal 130 Litava 105 Slovakia 105 Filipsoyggjar 95 Kekkia 80 Albania 70 Georgia 70 Ný Sæland 60 Estland 55 Kasakstan 30 Makedonia 28 Moldova 24 Bush, forseti, eggjar teimum sameindu hjá USA til at standa saman í Irak Frá Klaksvíkar Útróðrarfelag Ársaðalfundur verður á Klaksvíkar Sjómansheimi sunnudagin 21. mars. kl. 13.30. Skrá sambært lógum felagsins. Lastbilur til sølu MAN 8-150, 8 Tons total, 150 HK 6syl, árg. 1990, ikki vippulast, nýsýnaður, í góðum standi. Selist vegna broytt virksemi, broyttan tørv. Kr. 50.000,- LYFTA Eyðun Egholm Tel 50 31 50 · lyfta@kallnet.fo EVANGELISK MØTI við Erik og Hildu Bedsvaag 18.- 21. mars Í FILDELFIA, HAVN Í KELDUNI, SKÁLAFIRÐI Møtiskráin sær soleiðis út: Hóskvøldið kl. 20.00 møti í Kelduni Fríggjakvøldið kl. 20.00 møti í Filadelfia Leygarkvøldið kl. 20.00 møti í Kelduni Sunnudagin kl. 11.00 møti í Filadelfia kl. 17.00 møti í Kelduni Filadelfia Keldan Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? C M Y K 25 24