Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juli 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórun Guttesen ergoterapeutur á somatisku deild á Lands­sjúkrahúsinum Um miðjan juni á Lands­sjúkra­hús­ inum hevur Herdis, ið er innløgd á B7, fingið at vita frá starvsfólkunum, at hon skal útskrivast áðrenn summ­arferiuna um bert eini tvær vikur. Hon skal heim til sín sjálvs. Hetta órógvar Herdis. Herdis kennir seg ikki trygga at fara heim at búgva einsamøll. Støðan er, at hon er ikki sjálvhjálpin enn aftaná ein heilatøpp, ið gjørdi stóran skaða á hennara førleika. Herdis hevur søkt at koma á røktarheim, men har er langur bíðilisti. Í november í fjør varð Herd­is løgd undir skurð á Ríkis­sjúkra­hús­ inu­m, tí hon hevði eina útposan í ein­ari æðr í heilanum. Skurðurin viðførdi, at Herdis fekk blóðtøpp í heilan. Skaðin av blóðtøppinum viðførdi, at Herdis í byrjanini sat í koyristóli og var óhjálpin í øllum ger­andis tingum. Hon kundi hvørki ganga sjálv, eta sjálv ella vaska sær sjálv. Komin heim til Føroya varð Herdis innløgd á B7 til uppvenjing. Herdis hevði tørv á einari intensivari venjingargongd fyri at fáa førleikan aftur og blíva sjálvhjálpin. Og hesa venjing hevur hon í ein ávísan mun fingið á B7. B7 er einasta apopleksideild í Føroyum. Her starvast eitt tvør­ fakligt toymi við ergo­terapeut­um, fysioterapeutum, røktar­starvs­fólk­ um og lækna. Eisini er talilærari knýtt­ur at deildini. Á B7 hevur tvørfakliga toymi ar­beitt við at gera Herdis so sjálv­ støðuga sum møguligt. Fysio­tera­ peuturin hevur serliga arbeitt við at betra um førleikan at ganga, gera flytingar og við javnvágini. Ergo­ terapeuturin hevur serliga arbeitt við at venja ymiskar gerandis aktivi­tetir sum at vaska sær, lata seg í og eta. Eisini hevur hon arbeitt við andlitsvøddunum og svølgi. Røktarstarvsfólki hevur í tí dagligu røktini arbeitt útfrá somu grundreglum sum ergoterapeuturin og fysioterapeuturin. Uppvenjingin hjá Herdis hevur verið lang og strævin – og hon er ikki komin á mál enn Nú Herdis skal útskrivast heim til sín sjálvs at búgva einsamøll, hev­ ur hon enn niðursettan før­leika í vinstru síðu. Herdis er hart rakt av ”forstýrdari” kropps- og rúm­ uppfatan. Hon er als ikki varug við sína vinstru síðu. Hetta ger, at hon ikki kann ganga trygg einsamøll, tí hon inndregur ikki vinstru síðu, og hon rennur inn í ting, sum standa til vinstru. Herdis veit ikki, hvar vinstri armur er og vandi er fyri, at hon kann koma til skaða við at klemma hann ella brenna seg. Hon sær ikki ting, sum standa til vinstru, og tað er til dømis trupult hjá henni at síggja matin, sum er á vinstru helvt á tallerkinum. Førleikarnir at gera gerandis aktivitetir eru tí skerdir hjá Herdis. Hon klárar ikki at lata seg í sjálv, hon klárar ikki at gera heitan mat sjálv, hon klárar ikki reingerð sjálv, hon kann ikki fara út einsamøll, og tað er trupult hjá henni at gera frítíðarítriv. Útskrivast frá LS Herdis er í stórum vanda fyri at detta og koma til skaða eisini á annan hátt. Hon hevur ikki møguleika at hava ein innihaldsríkan og mein­ ingsfullan gerandisdag við sjálvs­ ræði orsakað av sínum skerdu før­leikum. Herdis ynskir tí at fáa meira venjing fyri at blíva sjálv­ hjálp­in aftur, men hetta er ikki møgu­ligt á Landssjúkrahúsinum. Útlitini til at fáa meira venjing og hjálp til eitt innihaldsríkt lív eru sera vánalig. Møguleikarnir hjá Herdis eru at fara heim til sín sjálvs, men hon hevur ikki møguleika at fáa venjing. Sannlíkt er, at Herdis uttan venjing kemur at fáa tørv á varandi røktarheimsplássi. Við rætt­ari hjálp og venjing kundi Herd­ is búð heima og ikki verið noydd at fara á røktarheim. Møguleikarnir at fáa venjing grundað á neurologiskari servit­ an, tá fólk eru útskrivað frá Lands­ sjúkrahúsinum eru ikki til staðar í Føroyum í dag. Hetta viðførir, at innleggingartíðin er sera lang. Sam­ anlíkna vit okkum við Danmark er miðal innleggingartíðin í Danmark ein mánaða, meðan hon í Føroyum er ? mánaðir. Tað er ikki fremjandi fyri sjúk­ lingagongdina at verða innløgd á Landssjúkrahúsinum í so langa tíð. Á sjúkrahúsinum eru møguleikarnir at taka atlit til tann persónliga tørvin skerdir. Sjúklingurin fær heldur ikki roynt seg í nóg stóran mun í tí heimliga umhvørvinum. Herdis hevur tørv á intensivari venjing fyri at klára tey mest grundleggjandi gerandistingini sjálv í vantum umhvørvi, tað vil siga heima hjá sær sjálvari. Herdis ynskir at ganga trygg í heim­inum, at klára at vaska sær sjálv, klára at støva av sjálv, gera lættari døgurðamáltíð sjálv, fara út á altanina sjálv, og hon ynskir at kunna gera okkurt hóskandi frítíðarítriv. Hetta eru ynski, sum høvdu hækkað lívsvirði hjá Herdis munandi, nú hennara lívsumstøður, eru so nógv broyttar. Og hesi ynski eru møgulig við røttum tiltøkum. Men veruleikin er, at Herdis verður útskrivað við ongum møguleikum fyri hesum. Tann hjálpin Herdis kann fáa er bert røkt, tað vil siga heimahjálp, og hjálpartól, t.d. greb, stól og annað. Stórur vandi er tí fyri, at førleikastøði hjá Herdis fer at lækka eftir stutta tíð, og hon verður meira óhjálpin. Hetta fer so at føra við sær at Herdis fær tørv á meiri hjálp og endar á røktarheimi. Ynskiligt er, at Herdis kundi ver­ ið tilknýtt einum terapeuttoymi og fingið dagliga venjing frá ergo­ terapeuti og fysioterapeuti. Tað optimala hevði verið, at fysio­tera­ peutur og ergoterapeutur komu heim til Herdis at venja tær dagligu funktionirnar. Royndir uttanlunda vísa, at tað er venjing í egnum um­ hvørvi, sum flytir mest. Soleiðis hevði Herdis fingið eitt virðiligt lív við meiningsfullum aktivi­tetum. Hetta hevði eisini verið bíligari fyri samfelagið, tí Herdis so kundi klárað seg við lítlari hjálp í egnum heimi, ístaðin fyri at fara á røktarheim. Eitt røktarheimspláss kostar 1313,76 um døgnið. Hvussu hevði støðan verið hjá um tað var ein vælvirkandi rehabilitering? Høvdu vit havt eina vælvirkandi rehabilitering í Føroyum hevði støð­ an hjá Herdis verið ein heilt onnur. Hon hevði ikki havt eins stóra orsøk sum nú fyri at stúra fyri at koma heim til sín sjálvs. Hon hevði fingið venjing í egnum heimi og útlitini til at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív høvdu verið nógv betri. Vit kunnu hyggja at Danmark har stórur partur av venjingini av apopleksisjúklingum sum Herd­ is bleiv fluttur út í komm­un­ur­nar aftaná kommunu­skip­anar­broyt­ ing­arnar har í 2007. “Áðrenn 2007, tá ein stórur part­ Útskrivað, og hvat Greinin er partur av greinarøð hjá Ergoterapeutfelagnum