mánadagur 16. juli 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
so?
ur av venjingini varð fluttur út í
kommunurnar, var støðan í Dan
mark lík tykkara. .
Í dag hevði ein kvinna, í somu
støðu sum Herdis, verið innløgd á
eini bráðdeild í eina til tvær vik
ur. Hon vildi síðani verið flutt til
eina rehabiliteringsdeild á einum
sjúkrahúsi. Her vildi hon verið í
2 – 3 mánaðir og í hesum tíðar
skeiði fingið intensiva fysioterapi
og ergoterapi. Røktarstarvsfólki
á hesi deildini hevur somuleiðis
serkunnleika innan hetta øki.”
Hetta sigur Dorthe Melgaard, ergo
terapeutur og menn-ingaterapeutur
í Vendsyssel, og hon sigur víðari:
Síðani verður hon útskrivað.
Ein venjingarætlan verður løgd,
og sjúkrahúslæknin ordinerar víð
ari venjing. Ergoterapeuturin og
fysioterapeuturin á rehabiliterings
deildini gera eina lýsing av, hvørjar
trupulleikar sjúklingurin hevur, og
hvat slag av venjing, hon hevur tørv
á. Í hesum førum vildi tað til dømis
verið venjing í samband við at lata
seg í og gera lættari døgurða. Í
venjingarætlanini vil eisini standa,
at tað er serliga aktivitetsvenjing,
sum hon hevur tørv á, tí hon hev
ur trupult við at brúka funktions
venjingina í aktivitetum sum at
lata seg í og gera døgurða. Tera
peutarnir í kommununi meta síð
ani um, hvussu ofta og í hvussu
langa tíð, sjúklingurin hevur tørv
á venjing. Í nøkrum kommunum
er tað møguligt at búgva á einum
røktarheimi eitt tíðarskeið og fáa
venjing.
Í norðurlendsku grannalondun
um Svøríki, Danmark og Noregi er
“heimarehabilitering” í brennidepli
num. Samfelagið sparir nógv við
at gera fólk sjálvbjargnari við til
dømis beinleiðis at venja sjúklingin
at klára at fara á wc sjálv. Eg havi
eitt dømi, um eina kvinnu, sum
hevði fingið heimahjálp í tíggju
ár, tí hon kláraði ikki at lata seg í
stuðulssokkarnar. Aftaná, at ergo
terapeuturin hevði vant við henni
í tríggjar vikur, kláraði hon hetta
sjálv. Nógvar kommunur hava tí
terapeutar í arbeiði. Teir samstarva
við heimhjálpararnir um at venja
fólkini, so tey verða so sjálvbjargin
sum møguligt.
Útskrivað til ótta
og ring útlit
Orsakað av teimum vantandi venj
ingartilboðunum í Føroyum kundi
Herdis hugsað sær at fara til eitt
neurologiskt
rehabileringsstað
í Danmark fyri at fáa intensiva
venjing. Men tað er sera ringt at
fáa Landssjúkrahúsið at senda
fólk niður til hesi støð, so Herd
is má tí gjalda sjálv. Hetta er tó
sera kostnaðarmikið og tískil ikki
møguligt hjá Herdis. Neurolog
isk rehabiliteringsstøð í Danmark
hava víst á vansan við mangl
andi rehabiliteringini í Føroyum.
Tey hava upplivað, at føroyskir
sjúklingar, ið hava fingið inten
siva venjing hjá teimum lítlan
møguleika hava at varðveita teirra
førleikastøði, tá tey koma heim
aftur. Hetta er orsakað av, at vit í
Føroyum ikki hava hóskandi bú
staðarviðurskifti, ikki hava møgu
leika fyri venjing í egnum heimi,
umframt at okkum tørvar upp
læring av stuðlum og øðrum hjálp
arum.
Støðan hjá Herdis er
tíverri ikki eitt eindømi
Í dag verða sjúklingar við blóð
tøppi í heilanum ella heilabløðing
útskrivaðir til onki. Tað er tí stórur
vandi fyri, at teirra førleikastøði
verður verri, og orsakað av hesum
verða røktarheimskrevjandi.
Hetta er ein keðilig og óvirðilig
støða fyri tey raktu, sum verða
skerd fyri møguleikanum at fáa
eitt sjálvbjargnari og virki lív.
Hetta er eisini kostnaðarmikið
fyri samfelagið. Tað eru umleið 120
fólk um árið í Føroyum, sum fáa
blóðtøpp í heilan ella heilabløðing.
Um Herdis kundi fingið so miki av
venjing í eina tíð, at hon kundi búð
heima og fingið heimahjálp einaferð
um dagin, ístaðin fyri at búgva á
røktarheimi kundi samfelagið spart
1103,76 kr. um døgnið. Sambært
leiðaranum á Lágargarði kostar eitt
røktarheimspláss 1313,76 um døgnið.
Sambært leiðaranum í Eldraøkinum
í Almannamálaráðnum, kostar ein
heimahjálparatími 210,00 kr. íalt.
Við eini vælvirkandi rehabiliter
ing hevði støðan hjá føroyingum, ið
fáa heilabløðing og blóðtøpp verið
nógv betri og samstundis hevði
hetta verið bíligari fyri samfelagið.
Síðani hendan greinin bleiv
skrivað, er Herdis flutt á Klaksvíkar
Sjúkrahús. Hon kundi ikki útskriv
ast til egið heim. Á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi fær Herdis nakað av
venjing og bíðar framhaldandi eftir
røktarheimsplássi.
Herdis er ikki veruliga navni á
sjúklinginum í hesi grein. Navnið
”Herdis” er skrivað fyri at verja
hennara identitet. Bæði ”Herdis” og
dóttir hennara hava lisið greinina
og givið loyvi til, at hon kemur í
blaðið.
Heilsanir
Til Axel Jacobsen
Góði abbi. Tillukku við degnum. Takk fyri í summar.
Heilsan abbabørnini,
Filip, Cecilie og Rebekka
Til Axel Jacobsen
Góði pápi. Tillukku tann 22. juni. Takk fyri í summar.
Heilsan dóttir tín Morith v/ familju