Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. mars 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 56 - 20. mars 2004 Nr. 56 - 20. mars 2004 17 Á gomlu hillunum í Piddasa handli í Fuglafirði, liggja nú heimavirkislutir, sum aftur hava ført hesi gomlu hús til gamla hugnan. Yðjandi virksemið, sum fyri árum síðani var livi- breyðið hjá mongum fuglfirðingi, er aftur vakt til lívs. Soleiðis sigur Petur Martin Petersen í hugleið- ingum sínum um gamla handilin, sum nú er vorðin ein sannur mentanar- depil i býnum HANDIL OG SØGA Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Beint eftir jól 1887 fór Sámal Petur Petersen av Miðgerði í Kollafirði, seinni nevndur gamli Sámal Petur, at reka handil Niðri í Støð í Fuglafirði. Hann hevði til hetta endamál bygt stásiligan bygning. Tá handilin læt upp, stóð bygningurin honum í 5000 krónum; men tá var vøru- goymslan eisini við. Hesin handilsbygningur, sum í fyrstani eisini tænti honum sum bústaður, bleiv skjótt staðið, har fólk møttust - ikki bert til at gera síni handilsørindir, men eisini til at frætta nýtt. Sámal Petur fór skjótt undir at keypa fisk til virk- ingar og átti longu í 1890’unum fleiri skip og fiskastykkir, har klipp- fiskur bleiv turkaður. Undir handlinum hevði hann fiskakjallara. Har vigaði hann fisk inn, vaskaði og turkaði hann, og so væl hepnaðist, at hann í umleið 1910 varð noyddur at byggja ein goymslubygning afturat vestan fyri handilin. Hendan goymslubygning fóru menn skjótt at rópa Ribarhús eftir einum av skipunum, sum førdu vøru til handilin. Fyrst í 1920’unum fór at ganga niður á bakka hjá gamla Sámal Peturi, soleiðis at hann mátti gevast við virk- semi sínum í 1924. Tað eydnaðist tó elsta soni hansara, sum eisini æt Sámal Petur, men av fólki bleiv róptur Piddi, at føra handilin víðari við sama yðjandi virksemi, sum fað- irin hevði havt. Við skiftandi eydnu í arbeiði sínum, helt Piddi fram við gamla handlinum til eina ferð mitt í 1970’un- um, tá ið handilsbygning- urin við Ribarhúsi uppií bleiv seldur til Højgaards Timburhandil í Runavík, sum eitt skifti húsaðist har, til teir fluttu virksemið sítt í onnur hús nærhendis. Síðan stóðu gomlu hand- ilshúsini Niðri í Støð tóm - og onkur kundi sagt, at nú var liðugt. Men við vælvild frá nýggju eigarunum av gamla handlinum, fór Fuglafjarðar Heimavirkis- felag í gongd við eitt nýtt slag av virksemi í hesum gomlu hølum, har hvørt sprek andar av farnari tíð við tí virksemi, sum hevði hildið bygdini uppi í eina heila øld. Á gomlu hillunum liggja nú heimavirkislutir, sum enn eina ferð hava ført hesi gomlu hús aftur til gamla hugnan, har yðjandi virk- semið á hesum staði aftur er vakt til lívs. Ikki bara sjálvur handlin, men eisini Ribarhús er um- vælt og verður nú nýtt sum gallarí, har listarfólk við skiftandi framsýningum sýna fram. Í Piddasa handli í Fuglafirði finnast alskyns gávulutir, og í Ribarhúsi er altíð onkur spennandi framsýning. Umframt at hava opið hvønn gerandisdag, verða eisini fleiri skeið hildin har HANDVERK OG LIST Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Á loftinum í Piddasa handli verða hvønn vetur hildin skeið í ymiskum hand- arbeiði, eitt nú seymi- og maskinbindiskeið. Ein av teimum, ið heldur skeið har, er Odvør á Lakjuni, sum hevur skipað nøkur av sínum skeiðum í dagskeið. Kvinnur koma úr øllum landinum til hesi sera vælumtóktu skeiðini, sum umframt at vera lærurík eisini eru serstakliga hugnalig. Skeiðini hjá Odvør um- fata tað, sum hon kallar kreativa seyming. Tað heilt stóra júst nú er at seyma burturúr tøvdari ull, og tað eru ótrúliga vøkur pløgg, sum kunnu fáast burtur úr gomlum troyggjum og ullintum pløggum. Eisinin ber til at keypa ullint í meturmáli í fleiri litum. - Vit seyma alt frá frakk- um til undirbuksur burtur úr ullintum, sigur Odvør og leggur aftrat, at hon á skeiðunum lærir minst líka nógv sjálv, sum skeiðlut- takararnir. Hølini í Piddasa handli eru ikki stór, men hugnin á gamla loftinum vilja kon- urnar helst ikki býta um við stór nútímans hølir. Fuglafjarðar Heima- virkisfelag leiðar bygningin frá Runavíkar Timbur- handli, og Fuglafjarðar kvøldskúli og Heima- virkisfelagið skipa fyri skeiðunum. Piddasa handil og Gallarí Ribarhús hava opið hvønn gerandisdag frá klokkan 15. Har eru alskyns gávulutir at fáa, og í løtuni sýnir 5. flokkur í Fuglafjarðar skúla fram málningar í Ribarhúsi. Listaverkini hjá hesum smáu eru sera litfagrir og framsýningin avgjørt eina vitjan verd. Ein farri av farnari tíð Í 1887 bygdi Sámal Petur Petersen av Miðgerði í Kollafirði hendan handilin, sum stendur miðskeiðis í Fuglafirði. Handilsvirksemi gekk væl, og 1910 varð hann noyddur at byggja ein goymslubygning afturat vestan fyri handilin. Í dag eru Piddasa handil og Ribarhús karmur um list, heimavirki og skeiðvirksemi Hugni og handverk hjá Pidda Skeiðini hjá Odvør umfata tað, sum hon kallar kreativa seyming. Tað heilt stóra júst nú er at seyma burtur úr tøvdari ull. Tað eru ótrúliga vøkur pløgg, sum kunnu fáast burtur úr gomlum troyggjum og ullintum pløggum Nógv orka til spillis hjá føroyskum tónleikarum Føroyskir tónleikarar hava ov fáar avbjóð- ingar. Eitt fótbóltslið, sum bara sleppur at spæla tríggjar dystir um árið, kann heldur ikki mennast, sigur Benharður Wilkin- son, sum stendur á odda fyri Føroya Symfoniorkestri á konsert í Norður- landahúsinum í morgin TÓNLEIKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin. fo – Føroyskir tónleikar gera eitt stórt arbeiði, hóast teir hava truplar umstøður at virka undir. Tað heldur Bernharður Wilkinson, tónleikari og oreksturleiðari. Í morgin stendur hann einaferð enn á odda fyri Føroya Symfoniorkestri á fjølbroyttari og spennandi konsert í Norðurlandahús- inum í Havn. Bernharður Wilkinson heldur, at tær vánligu um- støðurnar hjá føroysku tón- leikarunum gera, at nógv orka hjá teimum fer til spillis. – Fyri at mennast er tað alneyðugt at spæla. Kann nakar hugsa sær, hvussu eitt fótbóltslið skal menn- ast, um tað bara sleppur at spæla tríggjar dystir um árið?, spyr hann. Tí heldur hann, at før- oyskir tónleikarar gera eitt stórt arbeiði, hóast teir ikki sleppa at spæla fleiri kon- sertir, enn teir gera. Men umframt at sleppa at spæla fleiri konsertir, held- ur hann at symfoniorkestrið skuldi fingið høvi at hildið familjukonsertir og kon- sertir á skúlum fyri skúla- næmingum. Hann sigur, at hesi sløgini at konsertum eru sera vælumtóktar aðra- staðni. – Tað átti eisini at verið møguligt hjá Føroya Sym- foniorkestri at spælt aðra- staðni í landinum enn í Havn. Tað eitur jú Føroya Symfoniorkestur! Drúgvar royndir Bernharður Wilkinson er hálvur sumbingur, hálvur breti og er uppvaksin í Manchester. Hann hevur tónlistaút- búgving sum floytuspælari og orkesturleiðari og hann hevur sera drúgvar royndir. Hann hevur verið við til at spæla 14 fløgur inn og hann hevur hildið konsertir og stjórna orkestrum um stór- an part av heiminum. Hesar konsertferðir hava ført hann fleiri staðni kring um í Evropa, í Kina, Japan og aðrastaðni í fjareystri og hann hevur framført í op- erahúsinum í Sidney og í Carnegie Hall í New York. Ein stóran part av sínum vaksna lívi hevur hann búð og virkað í Íslandi, men seinasta summar flutti hann til Føroyar. Hóast hann nú býr í Føroyum ferðast hann sera nógv, tí tað er stórur eftir- spurningur eftir honum ymsastaðni frá, bæði sum floytuleikara og orkestur- leiðara og hann hevur nógv at gera. Hann hevur nýliga stjórnað symfoniorkestrin- um í Íslandi á tveimum konsertum, harav tann eina er útgivin á dvd. Hann hev- ur eisini spælt fløgu inn við Blásarakvintett Reykjavík- ar, sum hann var við til at stovna, umframt eina fløgu við kamarkórinum, Hljó- meyki, í Íslandi. Í næsta mánað fer hann aftur til Íslands at stjórna íslendska symfoniorkestr- inum og í mai mánaði fer hann til Keypmannahavnar á at undirvísa og at stjórna á skeiði fyri kórsangarar. Í juli fer hann til Russ- lands at stjórna filharmon- ikarunum í Sankta Pæturs- borg. Tað hevur hann roynt fyrr og tað gleðir hann seg til at royna aftur. Sìðani stendur kósin aftur ímóti Føroyum at stjórna Aldu- báruni á Summartónum. Og í heyst fer hann so aftur av landinum, hevuferð til Bulgaria at stjórna størsta orkestrinum har. Nógv evnarík ungfólk Tá ið Bernharður Wilkin- son var fluttur til Føroya, heitti Bo Isholm, leiðari á Tórshavnar Musikkskúla, á hann um at stovna eitt streingjaorkestur og at und- irvísa í kamartónleiki. – Orkestrið hevði sína fyrstu framførslu í seinastu viku og eg má siga, at tað komu tey heilt væl frá. Hann sigur, at tað vóru bara næmingar sum spældi og at ongin lærari var við og heldur ongin orkestur- leiðari. – Tað er ein sera týdning- armikil partur av tónleika- útbugvingini at næmingar- nir læra at arbeiða og fram- føra sjálvstøðugt. Og so leggur hann aftur- at, at tað er mangan prógv- að, at tey, sum eru góðir tónleikarar, eisini klára seg væl í øðrum hægri lesnaði eisini, júst tí at tey eru von at arbeiða sjálvstøðugt. – Í Føroyum er ein ør- grynna av ungum, evnarík- um fólki, og tað er alneyð- ugt at geva teimum slíkar venjingar og slíka stimbran, annars er stórur vandi fyri at tey bara gevast heilt at spæla og so eru tey tón- listarligu evnini farin fyri skeyti. Tónleikurin haltar aftaná Hann sigur, at hugsa vit um tey sløgini av list, sum eru mest útbreidd í Føroyum, heldur hann, at tónleikurin ikki er komin so langt í menningini, sum onnur list. Men tað er ikki tí, at tað er trot á tilfeingi! – Grasrøturnar blóma og bíðilistarnir eftir at sleppa á musikkskúla, eru langir. Samstundis finst ein hópur av kórum og bólkum fyri amatørar. Men toppurin á pýramiduni manglar, og tað er tónleikur á meiri pro- fessionellum støði, sigur Bernharður Wilkinson. Hann sigur, at tað eru fá- ar avbjóðingar til teir pro- fessionellu tónleikararnar og tað er ikki eitt tónlista- umhvørvi, sum lokkar ungar, evnaríkar tónleikarar til sín og sostatt eru tað nógvir av okkara bestu tón- leikunum, sum heldur bú- setast uttanlands. Kortini heldur hann, at hesin trupuleikin kundi saktans verið vendur til stóran vinning fyri føroyskt tónlistalív og fyri føroyska mentan. Men til tað krevst ein hugburðsbroyting, heldur hann. – Í nógvum londum verð- ur mentan í dag mett sum ein dýrabar søluvøra og í nógvum londum er talan um eina sanna mentanar- liga veking. – Men fyri at fáa ein langtíðar vinning burturúr, hevur tað fyrst stóran týdn- ing, at gera tær neyðugu, grundleggjandi íløgurnar í tey evnaríku ungfólkini, sum vit hava í hesum landi. Sum dømi um hetta, nevnir hann frálíka trompetleikar- an, Ólavur Olsen, sum fer at spæla solo á konsertini í morgin. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at hann spælir solo við einum symfoni- orkestri. Annars hevur hann eina heimasíðu, har tað ber til at kunna seg meiri um hann og hansara virksemi. Heimasíðani er at finna á www.Wilkinson.fo Konsert fyri øll í morgin Klokkan 16 í morgin fer Føroya Symfoni- orkestur at halda konsert í Norður- landahúsinum. Tal- an er um eina fjøl- broytta konsert, har okkurt er á skránni til øll KONSERT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í morgin fer Føroya sym- foniorkestur at hava kon- sert í Norðurlandahúsin- um. Konsertin verður klokkan 16 og Bern- harður Wilkinson, sigur, at talan er um eina fjøl- broytta framførslu, har okkurt er á skránni til øll. – Vit leggja fyri við ein- um fantastiskum stykki fyri blásarar og trummur eftir Aaron Copland og aftaná spælir orkestrið Rumenskar Dansir eftir Bela Bartok. – Bartok dámdi sera væl fólkatónleik og Rum- enskir Dansir eru eitt eitt frálíkt dømi um, hvussu slíkur fólkatónleikur kann vera handfarin, sigur Bernharður Wilkinson. Aftaná verður trompet- konsert eftir armenska tónaskaldið, Aruntunian. – Hetta er eitt sera lit- fagurt lag, við einum farra av eysturlendskum íblástri, sum fellur sera væl í oyruni, sigur orkest- urleiðarin. Eftir steðgin er eitt av teimum heilt stóru sym- fonisku verkunum á skránni. Talan er um symfoni í G-dur, nummar 8 eftir Antonin Dvorak. – Dvorak var ein meist- ari at skriva vøkur løg, sigur Bernharður Wilkin- son. Á konsertini fáa áhoyr- ararnir fyri fyrstu ferð, høvið til at hoyra frálíka trompetspælaran, Ólav Olsen, spæla solo við ein- um symfoniorkestri. –Í nógvum londum verður mentan í dag mett sum dýrabar søluvøra. Men fyri at fáa ein langtíðar vinning burturúr, hevur tað stóran týdning, at gera tær grundleggjandi íløgurnar í tey evnaríku ungfólkini, men tað verður ikki gjørt í nóg stóran mun í Føroyum, sigur Bernharður Wilkinson, sum nú býr í Føroyum C M Y K 17 16