leygardagur 20. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 56 - 20. mars 2004
Nr. 56 - 20. mars 2004
19
Føroya Arbeiðara-
felag fýlist á, at før-
oyska vinnulívið ikki
hevur brúkt tær góðu
tíðirnar til at bøta um
kappingarførið og til
at endurnýggja seg
ARBEIÐSLOYSI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tær góðu tíðirnar vóru
ikki nýttar til at bøta um
kappingarførið hjá før-
oyska vinnulívinum og til
at endurnýggja tað.
Tað staðfestir Førooya
Arbeiðarafelag í ársfrá-
greiðing, sum varð løgd
fram á aðalfundinum í gjár.
Føroya Arbeiðarafelag
ásannar, at vit komin í ta
støðu,
at
arbeiðsloysið
veksur, og at nógvir av lim-
unum í Føroya Arbeiðara-
felag hava mist arbeiðið.
– Serliga innan alivinn-
una er hetta ein royndur
lutur og í løtuni eru eini
1000 arbeiðspláss í váða
innan alivinnuna.
Felagið sigur, at fara øll
hesi arbeiðspláss fyri skeyt-
ið, kemur hetta sanniliga at
merkjast í samfelagnum.
Tí vónar Føroya Arbeið-
arafelag, at politiski mynd-
ugleikin ikki letur standa
til, men tekur stig til, at
alivinnan og øll arbeiðs-
plássini har ikki hvørva.
– Tað verður ein dyggur
smeitur fyri tey, ið missa
arbeiðið, og eisini fyri alt
samfelagið, tí nú lítið
arbeiðið er, verður ikki so
lætt at fáa annað arbeiði.
Føroya Arbeiðarafelag
sigur eisini, at vinnuligi
trupulleikin er nógvastaðni
í dag, men er serligur ring-
ur í Suðuroyar syðru helvt.
Harmiligt at hoyra
jammurin frá vinnuni
Men tað, sum harmar Før-
oya Arbeiðarafelag mest, er
at hoyra jammurin frá
vinnuni nú, sum felagið
tekur til.
– Vit hava í fleiri ár havt
bestu tíðir í Føroya søgu.
Men, hvat gjørdi vinnan tá?
spyr Føroya Arbeiðara-
felag. Gjørdi hon nakað
fyri at endurnýggja seg og
bøta um kappingarførið á tí
alt meira krevjandi markn-
aðinum? spyr Føroya Ar-
beiðarafelag eisini.
Og felagið svarar sjálvt:
– Nei, tær góðu tíðirnar
vóru ikki nýttar til at bøta
um tað, sigur Føroya Ar-
beiðarafelag.
Í staðin fyri at endur-
nýggja seg og bøta um
kappingarførið, hevur vinn-
an hildið fast um gamla
framleiðslumynstrið
og
gomlu vørusløgini.
Men nú eru tíðirnar ikki
so góðar longur, heldur ikki
niðri í Evropa og sostatt er
eftirspurningurin minkandi
og prísurin fallandi.
Hvat ger vinnan tá? Jú,
hon skal finna sær ein
syndabukk, og tað er verka-
fólkið, tí nú skal tímalønin
hjá teimum vera vaksin so
nógv, at vinnan ikki er
kappingarfør, sigur Føroya
Arbeiðarafelag.
Felagið sigur, at hinvegin
hoyrdist onki um kapp-
ingarførið, tá ið lønin hjá
verkafólki stóð í stað í 10
ár?
– Tá søgdu virkisleiðarar
einki. Tað er ógvuliga
vánaligt og ómansligt dag
um dag at hoyra frá Vinnu-
húsinum, at vinnan ikki
skal vera kappingarfør, tí
lønarhækkingarnar
hava
verið ov stórar, sigur Før-
oya Arbeiðarafelag.
– Men tað, sum nú bagir
onkrum av hesum stjórum,
ið nú gremja seg, man
ivaleyst vera, at umframt at
hava eina løn, ið svarar til
10 verkamannalønir, hava
teir eisini fingið bonus av
vinninginum. Og nú mink-
ar
hetta
bonusið,
og
sjálvandi skal tað ganga út
yvir tey tímaløntu.
Felagið undrast á, at tað
bara verður tosað um tey
lægst løntu.
– Einki grenj hoyrist um
lønirnar hjá „bossunum" í
privatu vinnuni og um,
hvussu tær munnu ávirka
kappingarførið
– Vit hoyra heldur ikki
eitt kis um aðrar lønar-
bólkar. Eg haldi, at tey, ið
ferð eftir ferð kæra seg í
fjølmiðlunum um tíma-
lønina hjá verkafólkinum,
skuldu heldur tikið í egnan
barm og hugsað eitt sindur
um, hvat teirra lønir kosta
vinnulívi okkara, sigur
Forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag bersøgin í
ársfrágreiðingini á aðal-
dundinum í gjár.
Javnaðarflokkurin á
tingi hevur fingið at
vita frá formonnun-
um í fleiri arbeiðara-
feløgum, at tey góð-
taka ikki ein skatta-
lætta, sum bara kem-
ur teimum høgu inn-
tøkunum til góðar
SKATTALÆTTI OG
LØNARSTEÐGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er tápuligt er, at vit
skulu hava fingið eitt al-
ment kjak um at seta lønar-
steðg í verk afturfyri at fáa
skattalætta.
Tað staðfestir Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag á aðalfund-
inum í felagnum í gjár.
Hon sigur, at tað hevur
onki við veruleikan at gera
at tosa um, at vit skulu hava
lønarsteðg aftur fyri at fáa
ein skattalætta.
– Tað, sum eg havi boðað
frá, er, at fekst ein munandi
skattalætti, og vøkstur fekst
í
keypiorkuna,
kundi
møguleiki verið fyri, at
lønarkrøvini til einar kom-
andi samráðingar gjørdust
minni,.
Hon vísir á, at ein kann-
ing frá grannskoðaravirki
vísir, at vit í Føroyum liggja
á odda, tá ið tað kemur til
skattatrýst.
– Vit vita øll, at tað kostar
at reka eitt samfelag, og tí
er neyðugt, at peningur
kemur inn. Men byrðarnar
eiga at verða lagdar rættvíst
á herðarnar og ikki ov nógv
tikið inn frá skattaborgar-
unum.
Ikki ráð til skattalætta
nú
Ingeborg Vinther ásannar,
at skattalættin, sum tosað
hevur verið um, er hetta er
ið hvussu so er ikki rættvíst
býtt, tí miðal- og láginntøk-
urnar merkja einki til hetta.
Hon sigur, at hesi góðu
árini hevur verið møguleiki
at givið skattalætta, ið
munar, fyri lág- og miðal-
inntøkur.
Men hon leggur eisini
dent á, at sum fakfelag fer
Føroya Arbeiðarafelag ikki
at taka undir við skattalætta
til háinntøkurnar, so sum
talan hevur verið um hjá
hesi nýggju samgongu
– Tað hevur javnaðar-
flokkurin á tingi eisini
fingið at vita á fundi við
fleiri arbeiðarafelagsfor-
menn, sigur hon.
Ingeborg Vinther sigur
eisini, at sum støðan í sam-
felagnum er í løtuni, har
hundraðtals milliónir fara
at vanta í komandi fíggjar-
lóg, heldur hon, at vit hava
ikki ráð til nakran skatta-
lætta.
– Tilmælið hjá Føroya
Arbeiðarafelag til sam-
gonguna skal vera, at ráð
ikki eru til skattalætta nú, tí
tað nyttar ikki at geva
skattalætta
eitt
ár
og
noyðast taka hann inn aftur
árið eftir við hækkaðum
avgjøldum.
– Meðan undirskot er á
fíggjarlógini, er betri, at
einki verður gjørt við
skattalættan, tí vit mugu
gera okkum greitt, at pen-
ingurin, sum vantar í, má
koma onkustaðni frá.
Hava borið statinum
900 milliónir
Hon sigur, at tey, sum áttu
at vita betur, siga nú, at
ongin hevði væntað, at bú-
skaparliga støðan var so
vánalig.
– Men longu, tá ið blokk-
urin
varð
skorin
366
milliónir krónur, hómaðust
myrk skýggj á luftini, og
tað boðaði ikki frá góðum
tíðum. Har umframt brúkti
undanfarna samgongan 500
milliónir av av tøkum
gjaldføri til eitt framskund-
að afturgjald av tatsláni.
Ingeborg Vinther heldur,
at hetta kundi havt bíðað.
– Nú eru næstan 900
milliónir kr.onur bornar
statinum aftur í eini tíð, har
brúk var fyri hvørjum oyra.
– Og nú standa vit so við
einum undirskoti á fíggjar-
lógini.
Forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag sigur, at var
Arbeiðsgev-
ari koyrdur
á heysin tí
hann ikki
betalti løn
Føroya Arbeiðara-
felag hevur nógv
stríð av arbeiðs-
gevarum, sum ikki
betala løn
LØNAREFTIRSTØÐA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kann vera dýrt hjá ar-
beiðsgevarum, ikki at
betala arbeiðsfólki ta løn,
sum tey eiga eftir sátt-
málanum.
Tað hava fleiri arbeiðs-
gevarar sannað, sigur
Ingeborg Vinther, í árs-
frágreiðing síni á aða-
lfundinum hjá Føroya Ar-
beiðarafelag í gjár.
Hon sigur, at Føroya
Arbeiðarafelag
hevur
havt nøkur mál, har limir
okkara ikki fingu ta sátt-
málaásettu lønina og upp-
sagnarløn sína
Tí var neyðugt at heita
á advokat okkara um at
krevja peningin inn við
hjálp frá rættinum.
– Í einum føri flutti ar-
beiðsgevari av landinum,
og eftir stóð verkafólk,
sum hevði rættiliga stórt
lønarkrav til góðar.
Ingeborg Vinther sigur,
at málið varð sent til
danskan advokat, og end-
in varð, at arbeiðsgevarin
varð koyrdur á húsagang.
– Men tá ið arbeiðs-
gevarin ongar ognir átti,
misti nevndi limur lønar-
áogn sína kortini.
Viðmerkjast skal, at
ikki bar til at lata Trygd-
argrunninum nevnda løn-
arkrav, tí trygdin, sum
hesin grunnur veitir løn-
takarum, er so syndarliga
vánalig, og fráboðanar-
freistirnar eru stuttar,
sigur Ingeborg Vinther
Hon sigur, at í einum
øðrum máli varð løntak-
ari sagdur upp, og ar-
beiðsgevarin gjørdi vart
við, at maðurin var tíma-
løntur og tí bert átti rætt
til 20 daga uppsagnar-
freist.
Men Føroya Rættur
staðfesti, at løntakarin
átti tríggjar mánaða upp-
sagnarfreist, tí hann var
at meta sum fastløntur.
– Arbeiðsgevarin førdi
í rættinum fram, at hóast
løntakarin hevði fingið
somu upphædd útgoldna
hvønn mánað, so var tal-
an um tímaløn, sum av
praktiskum
grundum
varð goldin út sum føst
upphædd hvønn mánað.
Men hetta svølgdi rætt-
urin ikki og sostatt fekk
løntakarin viðhald í, at
hann átti tríggjar mánaða
uppsagnarfreist.
– Útlendingar, ið
koma henda veg til
ítrótt fyri ymisk
ítróttafeløg, kunnu
ikki hava framíhjá-
rætt til arbeiði,
sigur Føroya
Arbeiðarafelag
ÚTLENDSK
ARBEIÐSMEGI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er at fegnast um, at
landsstýrismaðurin í inn-
lendismálum
tekur
spurningin um útlendska
arbeiðsmegi í Føroyum í
álvara.
Tað sigur Føroya Ar-
beiðarafelag í ársfrá-
greiðing síni, sum varð
løgd fram á aðalfundi
felagsins í gjár. Felagið
sigur, at tað vísir seg í
summum førum at vera
ein trupulleiki fyri okk-
um, at vit fáa útlendska
arbeiðsmegi inn í landið.
– Í fyrsta lagi, tí als
einki eftirlit er við, hvar
tey arbeiða. Tá ið tey
fyrst eru komin til ar-
beiðis á einum føroysk-
um virki, hendir ofta, at
tey fara av virkinum til
aðra fyritøku at arbeiða,
hóast arbeiðsloyvi bara
er galdandi fyri tað ávísa
virkið, tey fingu arbeiði
á, tá ið tey komu til land-
ið.
Føroya Arbeiðarafelag
sigur, at tey hava fingið
fleiri klagur um, at út-
lendsk arbeiðsmegi legg-
ur hald á arbeiði hjá før-
oyskum verkafólki.
– Tað kann als ikki
vera rætt, tí fólkið, ið her
býr, má hava fyrsta rætt
til arbeiði, serliga nú, ið
tað minkar nógvastaðni,
sigur Ingeborg Vinther í
ársfrágreiðingini hjá Før-
oya Arbeiðarafelag
Men samstundis vísir
hon á, at landsstýris-
maðurin í innlendismál-
um hevur gjørt greitt, at
hann fer at fylgja hesum
upp, og at útlendingar
kunnu ikki koma fram
um okkara egnu arbeiðs-
megi.
– Tað er gott, at málið
verður tikið upp í álvara,
tí tað ber ikki til at flyta
inn arbeiðsmegi í ringum
tíðum.
Hon leggur kortini
dent á, at Føroya Arbeið-
arafelag hevur einki
ímóti,
at
útlendingar
koma henda vegin.
– Men alt skal vera við
skili og útlendingar, ið
koma henda veg til ítrótt
fyri ymisk ítróttafeløg,
kunnu ikki hava framí-
hjárætt til arbeiði, sigur
forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag í ársfrá-
greiðing síni til aðal-
fundin í gjár.
Fleiri klagur
um útlendska
arbeiðsmegi
í Føroyum
Føroya Arbeiðarafelag hevur onki ímóti, at útlendingar
koma til Føroya at arbeiða, men tað skal vera við skili og
teir skulu ikki taka arbeiði frá føroyingum. Myndin er frá
aðalfundinum í gjár
Mynd: Maria Olsen
Føroya Arbeiðarafelag sigur, at sum støðan er nú, er ikki ráð til nakran skattalætta og felagið mælir samgonguni til at sleppa ætlanini um skattalætta, fyribils. Myndin er frá
aðalfundinum í gjár
Mynd: Maria Olsen
Tápuligt at hava fingið alment kjak
um lønarsteðg fyri skattalætta
Eini 1000 arbeiðspláss
í váða
– Tey, ið ferð eftir ferð kæra seg í fjølmiðlunum um tímalønina hjá verkafólkinum, skuldu
heldur tikið í egnan barm og hugsað eitt sindur um, hvat teirra lønir kosta vinnulívi okkara,
sigur Ingeborg Vinther Myndin er av aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í gjár
Mynd: Maria Olsen
eitt sindur av skili verið í
fíggjarpolitikkinum
hjá
undanfarnu
samgongu,
hevði tað verið øðrvísi.
– Sjálvandi skulu vit ger-
ast fíggjarliga sjálvbjargin
sum tjóð, eingin ivi um tað,
men blokkurin má skerjast
við skili og ikki so ógvis-
liga. Nú verður ikki lætt at
fáa alt at hanga saman, og
fryktandi er fyri, at borg-
arin fær rokningina, sigur
hon.
C
M
Y
K
19
18