leygardagur 20. mars 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 56 - 20. mars 2004
Nr. 56 - 20. mars 2004
21
UTTAN ÚR HEIMI
Umdømið hjá USA
kring heimin er vikn-
að so nógv hetta sein-
asta árið, at amerik-
anarar eru farnir at
stúra fyri, at landið
fer at missa sínar
sameindu. Í mus-
limskum londum er
bin Laden betur um-
tómtur enn Bush
UMDØMI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Avgerðin hjá George W.
Bush, forseta at leypa á Irak
uttan stuðul frá ST og
nøkrum av teimum týdn-
ingarmestu londunum í
NATO hevur kostað amer-
ikanska umdøminum uttan-
lands so nógv hetta seinasta
árið, at USA hevur ongan-
tíð havt so lítla undirtøku
kring heimin sum nú.
Ein meiningakanning í
níggju londum avdúkar, at
fólk hava yvirhøvur eina
aðra uppfatan av krígnum í
Irak,
enn
amerikanarar
hava. Eitt nú eru tað bara
amerikanarar, sum halda, at
Irak-kríggið hevur havt
positivan týdning fyri bar-
dagan ímóti altjóða yvir-
gangi.
Í hinum átta londunum
halda tey flestu, at kríggið
hevur gjørt støðuna verri, og
kanningin vísir eisini, at
summir amerikanarar bera
ótta fyri, at USA fer at missa
fleiri av sínum sameindu.
– Tað er ørkymlandi, at
tað eru bara amerikanarar-
nir, sum halda, at kríggið í
Irak hevur hjálpt, sigur
Madeleine Albright, sum
var uttanríkisráðharri í
Clinton-stjórnini, og sum
hevur staðið á odda fyri
kanningini.
Kanningin vísir eisini, at
burtursæð frá amerikanar-
unum sjálvum halda tey
flestu lítið um George W.
Bush, forseta, og í teimum
muslimnsku
londunum,
sum eru við í kanningini, er
Osama bin Laden betur
umtóktur enn amerikanski
forsetin.
Madeleine Albright held-
ur kanningina vísa, at tað
gamla samstarvið ímillum
USA og Evropa er broytt
og er vorðið eitt slag av
kapping. Tað er eisini nak-
að, sum bendir á, at so er, tí
í kanningini sigur meirilut-
in av teimum spurdu í
NATO-londunum
Bret-
landi, Fraklandi, Týsklandi
og Turkalandi, at Vestur-
evropa eigur at ganga egnar
leiðir, tá talan er um trygd
og diplomati.
Oljan var málið
Londini, sum eru við í
kanningini,
eru
USA,
Frakland, Bretland, Týsk-
land, Russland, Marokko,
Jordan,
Turkaland
og
Pakistan. Kanningin varð
gjørd undan atsóknini í
Madrid í síðstu viku.
Í kanningini sæst, at tað
eru bara amerikanararnir,
sum trúgva George W.
Bush, forseta, tá hann sigur,
at amerikanska málið er at
virka fyri demokratii í
heiminum, og í seks av
hinum átta londunum er
meirilutin av teirri áskoðan,
at amerikanska málið við
álopinum á Irak var at fáa
ræði á iraksku oljuni. Tað
halda 48 prosent av teimum
spurdu í Russlandi eisini.
Ein stórur meiriluti av
teimum spurdu í Fraklandi,
Russlandi, Týsklandi, Pak-
istan, Turkalandi og Jordan
siga, at amerikanska stjórn-
in leyg um hópoyðingar-
vápnini hjá Irak, og í
Jordan og Marokko sigur
ein stórur meiriluti, at
sjálvmorðsbumbumenn
hava fullan rætt til at søkja
at amerikanarum og øðrum
vesturlendingum í Irak. Tað
halda 46 prosent av teimum
spurdu
pakistanunum
eisini.
USA ongantíð havt so lítla
undirtøku kring heimin sum nú
Bjarga
gomlum
njósnara-
flogfari
Á sumri í 1952
skutu russar eitt
svenskt njósnara-
flogfar niður í al-
tjóða loftrúmi yvir
Eystrasalti. Nú
verður vrakið tikið
uppaftur
NJÓSNING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Kalda kríggið var í
hæddini, tá eitt sovjetskt
jagaraflogfar av slagn-
um MIG-15 skjeyt tað
svenska flogfarið niður.
Sviar
mótmæltu
og
vildu vera við, at tey
átta fólkini í tí svenska
flogfarinum vóru á ein-
ari vanligari venjingar-
ferð. Russar svaraðu aft-
ur, at teir høvdu als ikki
skotið nakað flogfar
niður.
Ikki fyrr enn í 1983
játtaðu svensku mynd-
ugleikarnir, at flogfarið
í veruleikanum hevði
verið á njósnaraferð.
Átta ár seinni, í 1991,
viðgingu russar so, at
tað var eitt av teirra
flogførum, sum hevði
skotið tað svenska flog-
farið niður, tí tað hevði
njósnast fyri USA og
Bretland. Tað avsann-
aðu sviar, men í 1993
viðgekk svenska stjórn-
in, at upplýsingar frá
njósnaraflogførunum
vórðu sendar amerikan-
arum og bretum.
Nú, 52 ár seinni, skal
vrakið av tí niðurskotna
njósnaraflogfarinum
takast upp av botni í
landnyrðing úr Got-
landi. Tað bleiv funnið
seinasta summar á 70
favna dýpi. Bjargingar-
arbeiðið byrjaði hós-
dagin.
Rætturin í Helsing-
fors fríkendi í gjár
fyrrverandi forsætis-
ráðharran Anneli
Jæættenmæki fyri
valdsmisnýtslu
FINNLAND
Árni Joensen
Fartekst@mail.dk
Anneli Jæættenmæki var
ákærd fyri at hava ognað
sær loynilig skjøl av for-
setaskrivstovuni,
meðan
hon var andstøðuleiðari.
Hetta var beint upp undir
ríkisdagsvalið í mars í fjør,
og
Jæættenmæki
nýtti
upplýsingarnar í teimum
loyniligu skjølunum undir
valstríðnum.
Við hesum upplýsing-
unum kundi hon vísa á, at
Paavo Lipponen, forsætis-
ráðharri, hevði tosað við
amerikonsku stjórnina um
Irak, og at forsætisráðharrin
hevði stuðlað amerikonsku
álopsætlanini, sjálvt um
Finnland alment var ímóti.
Úrslitið
varð,
at
Miðflokkurin vann valið, og
at Anneli Jæættenmæki
gjørdist stjórnarleiðari.
Men bara nakrar fáar
vikur seinni bleiv avdúkað,
at hon hevði nýtti tey
loyniligu skjølini, og at hon
hevði misnýtt sína støðu
fyri at fá afatur á teimum.
Málið hevði við sær, at hon
máti leggja frá sær sum
forsætisráðharri.
Men í gjár fríkendi
rætturin hana. Ráðgevin hjá
forsetanum, sum lat Anneli
Jæættenmæki fáa skjølini,
bleiv dømdur at gjalda
3600 evrur í bót.
Hon bleiv fríkend
Anneli Jæættenmæki noydd-
ist frá, men nú er hon
fríkend
Í fleiri londum halda tey flestu, at kríggið í Irak hevur ikki gagnað viðurskiftunum í heiminum
One World Beat
um allan heim
Alheims festivalurin
One World Beat byrj-
aði í gjár. Føroyski
parturin av festivalin-
um fer fram í Fugla-
firði og er skipaður so,
at fyrra kvøldið var
tónleikurin meira til
yngra lurtaran, meðan
kvøldið í kvøld,
leygarkvøldið, er til
tilkomnu fjøldina.
Talan er um globalan
festival, ið hevur til
endamáls at stuðla
ymsum hjálpararbeiði
og í ár fer peningurin
til aids rakt børn
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
One World Beat tiltakið er
um vikuskiftið í 40 londum
og føroyski parturin fer
fram í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði. Fríggjakvøldið
var til tey yngru, har skráin
bjóðai bólkarnar 48 Pages,
Speaker, Sic, Deja Vu og
All That Rain.
Leygarkvøldið eiga tey
tilkomnu og í kvøld fara Tey
av Kamarinum, Twilight,
Martin Joensen, Ronnie
Poulsen,
Fluffy
Toys,
Ronnie og Sámal og Afen-
ginn á pallin. Talan r um
café og dans aftaná. Bussar
koyra í samband við tiltakið
í Fuglafirð um vikuskiftið.
Tað er Fut, ið samskipar
føroyska partin av alheims
tiltakinum og væl hevur
gingist, sigur Kaj Johanne-
sen, sum fegnast um væl-
vildina, ið hann hevur
upplivað allastaðir hann
hevur vent sær í samband
við fyrireikingarnar av One
World Beat
– Man hevur ikki hoyrt
um HIV/AIDS tilburðir í
Føroyum tey seinastu 5
árini.
Tað man týða uppá at
upplýsingararbeiðið
hjá
læknum, heilsusjúkrasystr-
um og øðrum hevur munað.
Og tað er júst har vit her
heima kunnu gera mun, við
at stuðla upplýsingini og
keypi av heilivági til hesi
sakleysu og ólukkuligu
børnini, sigur Kaj.
– Latum okkum í felag
geva líkasæluni durafjór-
ingin, við at stuðla OWB
Altjóða Festivalinum. Ein
hundraðkrónuseðil
ger
stóran mun hjá felagskap-
inum Keep A Child Alive,
minnir Kaj á.
– FUT & Mentanarhúsið
ynskja at takka øllum teim-
um, sum so dyggiliga hava
hjálpt til, við at fáa fyrireik-
ingarnar til Alheims Festi-
valin: One World Beat,
undir land. Og ikki at
gloyma høvuðsstuðlunum:
Bónus, Føroya Bjór, Estra,
Kongshavnar Útgerðarfel-
ag og Andreas Poulsen,
Busskoyring, sigur Kaj.
Um allan heim
Um allan heim verður til-
takið One World Beat skipað
og peningurin fer til Keep a
Child alive, sum skipar hjálp
til aids rakt børn. Ósek børn,
ið hava fingið AIDS/HIV í
móðurlívi ella tá tey hava
fingið blóð.
Til ber at keypa atgongu-
merki í forsølu og er ein
ætlanin við hesum, at til ber
at stuðla, uttan beinleiðis at
binda seg til at fara til
tiltakið, um hetta ikki liggur
fyri
Lagt er upp til eina glo-
bala uppliving í Fuglafirði
um vikuskiftið, har heims-
ins tónleikarar fara á pall
samstundis og nakrir av
Føroya dugnaligastu og best
dámdu tónleikarum gera sítt
til at hjálpa og annars skapa
eina hugnaliga løtu. Meira
fæst at vita við at vitja hesar
leinkjur og har ber eisini til
at stuðla.
http://heima.olivant.fo/~-
kartnif/, www.keepachild-
alive.org
og
www.one-
worldbeat.org
Vegna sjúku kann All That
Rain ikki verða við til »One
World Beat-tiltakið« í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
21
20