leygardagur 20. mars 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 56 - 20. mars 2004
Smyril Line
nógv nýtt á
skránni
FERÐAVINNA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í dag fer nýggja Norrøna
aftur í sigling. Hetta er
sjálvsagt nakað, ið tey
fegnast um á skrivstovuni
hjá Smyril Line, og sam-
stundis kunnu tey fegnast
um, at stórur áhugi tykist
verða fyri mongu pakkatil-
boðunum hjá Smyril Line.
Nógv fólk á ferð á
páskum
Áki Jespersen, leiðari av
ferðamannadeildini
hjá
Smyril Line, sigur, at tað
hevur verið ein vaksandi
áhugi fyri pakkaferðum í
ár. Millum annað eru sera
nógvar
bíleggingar
til
pakkatúrarnar, ið skipað
verður fyri á páskum. Yvir
2000 fólk hava bílagt sær
ferðaseðil úr Føroyum til
ávíkavist Danmarkar og
Noregs teir báðar páska-
túrarnar, og tað legst alla-
tíðina afturat.
Serliga stórur er áhugin
fyri at koma til Danmarkar
og gista eina viku í eini í
Danland-íbúð. Hetta er
ógvuliga
familjuvinarlig
støð, har nógv er hjá børn-
um at takast við. Men Áki
Jespersen sigur, at í ár hevur
tað eisini verið stórur áhugi
fyri
pakkaferðunum
til
Noregs á páskum, og tað er
kanska eitt sindur óvæntað.
Tað vísir seg eisini, sigur
Áki Jespersen, at stórur
áhugi er millum føroyingar
fyri at fara við Norrønu til
Noregs hesa ársins tíð, so at
tey kunnu standa á skíð.
Nógvir føroyingar fara á
hvørjum ári uttanlanda á
skíðferð, og í Noreg eru
nakrar av bestu umstøðun-
um í heiminum til slíkar
ferðir, og hetta hava skíð-
áhugaðir føroyingar lagt til
merkis. Í Noreg siga tey seg
eisini kunna garantera kava
á páskum, um onkur skuldi
havt áhuga fyri at farið á
skíðferð.
Normenn tikið væl
móti rundferðum
Eitt annað nýtt tiltak hjá
Smyril Line, ið er við at
vinna fram, eru tær so-
nevndu rundferðirnar. Hetta
hevur verið eitt serligt tilboð
til normenn, har teir fara úr
Bergen við Norrønu týsdag
og koma aftur til Bergens
eina viku seinni.
Á ferðini verður siglt við
Norrønu á farleið hennara,
og á teimum ymisku støð-
unum, ið Norrøna leggur at,
verður skipað fyri ymiskum
útferðum. Nú í vetrarsigl-
ingini liggur Norrøna nátt á
Seyðisfirði í Íslandi, og tá
hava ferðafólkini møguleika
fyri at velja ímillum at gista
umborð, ella kunnu tey fara
við bussi til Akureyrar og
gista har um náttina. Áki
Jespersen sigur, at heilt
nógvir normenn hava tikið
av hesum tilboðnum, og tað
fegnast tey sjálvsagt um á
Smyril Line.
Stór undirtøka fyri
bussferðum
Í summar skipar Smyril
Line eisini fyri bussferðum
til eitt nú Danmarkar, Týsk-
lands, Ísland og Noreg. Á tí
einu bussferðina til Íslands,
ið verður rópt ein pension-
istaferð, hava nærum 100
fólk longu bílagt pláss, og á
tí eini bussferðini til Nor-
egs er eisini alt útselt, sigur
Áki Jespersen.
Smyril Line skipar eisini
fyri bussferð til norska
dansebandfestivalin,
og
hesum hevur eisini stórur
áhugi verið fyri. Ein bussur
er longu nú nærum fullur,
og Áki Jespersen sigur, at
harafturat er onkur bólkur,
sum sjálvur hevur leigað
sær buss og ætla sær á
dansebandfestival.
Her
ræður um at gera skjótt av,
um man ætlar sær við á
dansebandfestivalin, tí tað
gerst truplari og truplari at
fáa innivist í Noreg í sam-
bandi við festivalin. Áki
Jespersen sigur, at eftir
hansara tykki sær tað heilt
gott út fyri summarsigling-
ina hjá Norrønu, men tað
venda vit aftur til seinni.
Á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line hava
tey gjørt nógv við at menna úrvalið av til-
boðum til bæði føroyingar og útlendingar, og
stórur áhugi er fyri mongu tilboðunum
Nr. 56 • leygardagur • 20. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Musikalska myndlistin
Tónleikur og list verða samantvinnað í
málningunum hjá Frits Johannesen
Lesið síðu 2–3
HUGNI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Inni í stovuni í Dáan-
um sita nøkur ung og hugna sær
við einum kaffmunni ella te-
munni við onkrum góðum
afturvið. Úr sjónvarpinum dunar
SATSA kappingin, og tey sita og
práta, meðan tey hyggja. Nøkur
teirra leypa upp frá, tá tey síggja,
at fólk eru komin á gátt, meðan
onnur halda fram við at eta køku
og drekka kaffi.
Tey hava júst verið úti í
Pizzaria og fingið sær eina góða
pizza, og so er gott at fáa okkurt
leskiligt omaná.
Tey, sum eru savnað saman í
Dáanum hetta kvøldið eru ikki
bara úr Klaksvík. Onkur er út
Vágunum, Eysturoynni og úr
Havn.
Tey duga væl at hugna sær, og
hetta vikuskiftið er vorðið til
nakað, sum tey gleða seg til
hvønn mánað.
Hendingaríkt
Fríggjakvøldið spældu tey Gekk.
Tað dámar teimum øgiliga væl.
Ein teirra vann, men tað eydnað-
ist ikki at sleppa í gjøgnum til
Gekka studio.
Leygardagin rokaðust tey við
neytamykjukapping størsta partin
av seinnapartinum. Dáin skipaði
fyri einari neytamykjukapping til
frama fyri nýggjum bussi til
heimið.
Hetta dámdi teimum væl, og
tað tók umleið ein tíma, áðrenn
vinnarin av tarvinum, varð
funnin.
– Nú fara vit at hava diskotek,
sigur Margit, sum situr í rullu-
stóli. Men tað er ongin forðing
hjá henni. Hon dansar kortini.
Diskotekið hava tey inni í
einum rúmi, sum tey kalla hvíta
rúm. Tað er eitt, sum navnið
sigur, hvítt rúm, har bæði veggir,
gólv og song eru hvít. So eru
lampur inni har, sum geva nakað
av liti frá sær. Hetta er eitt
sokallað sansarúm, har brúkar-
arnir í Dáanum plaga at slappa
av um dagarnar. Og ein kennir
eisini á sær, at tað er eitt ella
annað yvir rúminum, sum gevur
einum eina kenslu av tryggleika.
Men í kvøld fer tað ikki at ganga
stillisliga fyri seg í hvíta rúmi.
Elin hevur verið og lagt smyrsl
uppá, so nú er hon klár bæði til
myndatøku og at fara at dansa.
Elini dámar væl at framføra, og
tað er ongin slingur í valsinum,
tá hon tekur mikrofonina og fer
at syngja. Hini seta seg í
seingina, sum stendur inni í
rúminum eina løtu, men so fara
tey eisini at dansa.
Og tónleikurin frá Nósafløguni
verður skrúvaður harðari frá,
meðan tey ungu dansa so glað
inni í hvíta sansarúminum í
Dáanum. Sjálvt starvsfólkini,
sum í kvøld eru tvey í tali, fara
eisini upp á gólvið at dansa. Tað
er ongin ivi um, at hugnin er í
hásætinum í Dáanum í kvøld, og
at lagið er í topp.
Tannáringavikuskiftið í Dáanum
Í eina tíð hevur umlættingarheimið Dáin í Klaksvík skipað fyri einum
vikuskifti um mánaðin, har tannáringar búgva á heiminum, og tey sleppa
at hugna sær av røttum saman
Tannáringarnir í Dáanum seinasta vikuskiftið saman við starvsfólki hugnaðu sær so sanniliga í hvíta rúmi, har tey skipaðu fyri diskoteki seinasta leygarkvøld
C
M
Y
K
23
22
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
1 vika í Danlandi
Íroknað er: ferðin fram og aftur í couchettum. Uppi-
hald í Danland-íbúð í Hirts hals, Blokhus ella Ebeltoft í
1 viku fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. Fráferð 1/4, 8/4,
15/4 og 22/4
5.995,-
1 vika í summarhúsi í
Easterhoull í Hetlandi
1 vika
Íroknað er: ferð við gisting fyri 2 vaksin og 2 børn við
bili fram og aftur.
úr 4.500,-
vorðið eitt
hitt best umtókta ferða-
málið hjá føroyingum
Danland frítíðardeplarnir hava vælinnrætt-
aðar íbúð ir við køki og nógv frítíðartilboð
eru fyri bæði vaksin og børn.
Summarhúsini hava køk og baði rúm og
eru væl útgjørd ann ars. Tey hava 2 ella 3
kømur og kunnu hýsa upp til 6 fólkum.
Danland
Danland
Pers Hotel
Pers Hotel
ldan er sei
1 vika á Pers
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Bergen og aftur í 4-
koyggjukamari innv. við wc/bað. Hartil 7 gistingar í
smáttu, uttan kost og 2 gistingar í Bergen á út- og
heim ferðini fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úr 6.000,-
Pers Hotel er ein av teimum fáu frítíðardeplunum í Noregi, ið
hava baðiland. Depilin liggur í tí avbera vakra Gol-økinum. Sera
barna vinarligt við einum hópi av frítíðarmøguleik um. Koyri tíðin
frá Bergen er einar 4-5 tímar.
Á fyrsta páskatúrinum
1/4 eru bert couchettupláss tøk.
Á seinnu túrunum eru fram vegis
nøkur koyggjupláss eftir.
Droym tað ikki – royn tað!