leygardagur 20. mars 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LIST
Orð & myndir: Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
– Eg lurti altíð eftir tónleiki, tá
ið eg máli.
Frits Johannesen setur
Requiem hjá Verdi í fløgu-
spælaran og skrúvar frá.
Tónarnir hjá mæta italska
listarmanninum sveima út í
kvadratiska kjallararúmið, har
deymurin av oljumáling dansar
við hugnaliga cigarrroykinum.
Málningarnir á bróstinum
eygleiða mannin, ið skapaði teir,
og úr flestum teirra kemur
tónleikur. Undantakið er "Nátt
teirra grátandi", ið stendur í
skarandi kontrast til annars
lívsjáttandi málningarnar.
Tónleikurin er gjøgnumgang-
andi í myndlistini hjá Frits
Johannesen, nú hann fyri fyrstu
ferð í 30 ár og fyri aðru ferð í
lívinum skal hava framsýning í
Listaskálanum í Havn. Tónleik-
urin - og so skjøldrarnir, ofta
hálvir, ið leingi hava verið eitt av
eyðkennum hansara.
– Hví skal ein mála heilar
skjøldrar, tað er ikki neyðugt.
Tær tørvar ikki at mála alt. Tí
við list er ofta soleiðis, at tað
sum ikki er - tað er allíkavæl.
Snjósóljugentan
Í síni list dregur Frits Johannesen
stóruverð inn í lítla atelierið, har
alheims tankar og vitan verða
samantvinnað við nærleikan og
nærumhvørvið í heimbygdini.
Hann spruttar av orku, meðan
hann greiðir frá griskum skulp-
turum úr farnu tíð, frá listar-
kvinnuni, ið vanskeplaði andlit
sítt, listini til frama, og um
listina í dapra tíðarskeiði Evropa
fyri meiri enn túsund árum
síðan.
– Mansgjógv í Blábjørg er
einasta staðið í Fuglafirði, har
snjósóljan veksur.
Frits Johannesen peikar á
yndisliga málningin av eini gentu
við cello í hond.
– Eg nevni hana snjósólju-
gentan.
Listarmaðurin steðgar á,
meðan hann leitar eftir latínska
heitinum á hesi blómu, ið hann
fann í Mansgjógv, og sum hann
hevur tikið til sín. Ranunculus
glacialis. Hann smílist.
Á einum øðrum málningi
liggur snjósóljugentan við cello
síni á Gjógvaráfjalli. Tað er
tíðuligt, at Frits er bergtikin av
hesum ljóðføri.
– Cello’in er tað ljóðførið, ið
liggur mannarøddini næst, argu-
menterar Frits, ið hevur verið
kórleiðari í ein mansaldur.
Hóast cello’in gongur aftur á
fleiri av myndum hansara, so
hevur listarmaðurin fleiri
streingir at spæla uppá.
– Hesin stendur uppi í Haga-
gjógv, norðan fyri Selatrað, sigur
Frits og peikar á ein poppsangara
við gittara í hond.
Hann er bergtikin av gjónni,
har tónleikurin verður lyftur upp
í tað tóma rúmið, og har
klangurin dunar í bergið. Frits
nevnir Kristian Blak og hansara
"konserto grotto" sum dømi um,
at hetta ber til.
Frits vendir sær á og peikar á
stóra løriftið á bróstinum, sum
ímyndar eina stórhending í
føroysku tónleikasøguni.
– Hesa nevni eg "The Oceanic
Days - fyrsta symfoni føroy-
inga", sigur hann og sipar til
stórverkið hjá Sunleif Ras-
mussen.
Gævi løtan var ævig
Á mongu konsertunum, Frits
vitjar, hevur hann altíð skitsu-
blokkin við sær. Hann hoyrir
tónleikin, sær tónleikin, upplivir
tónleikin.
– Eg síggi tónleikararnar, har
teir sita og spæla, sum vakrar
skulpturar.
– Hví so ikki gera eina lista-
framsýning, ið hevur eitt sindur
av tónleiki í sær, spyr Frits.
Í hugaheimi hansara hoyrir
tónleikur og myndlist saman.
Hann er sannførdur um, at tón-
leikurin er størsta listagrein,
okkum menniskjum er givin. Og
myndlistina kann hann ikki
leggja frá sær. Ja, hann málar
hvønn dag.
– Og tá eg máli tónleikararnar.
Hvussu blívur tá løtan. Løtan
blívur musisk!
Frits Johannesen kemur inn á
tónleikin og løturnar, har hann
stendur og dirigerar framman
fyri sínum kóri. Hvussu stór
upplivingin er.
– Tá hugsi eg ofta - gævi løtan
var ævig.
Somu kenslu fær hann, tá
hann stendur framman fyri
einum málningi, ið eydnast. Men
tá er tann løtan, og júst tann
løtan, ævig í málninginum.
Medusahár
Íblásturin til sermerkta hárið, ið
flestu persónar á málningunum
hjá Frits hava, stavar úr grisku
gudalæruni.
Frits nevnir Medusa, dóttir
Phorkys og Ketos, og móðir
Pegasus. Medusa, hvørs eygna-
2
Sosialurin Nr. 56 - 20. mars 2004
Musikalska myndlistin
Tónleikurin er reyði tráðurin í málningunum, sum fuglfirðingurin
Frits Johannesen fer at sýna fram í Listaskálanum í næstum.
Sosialurin var á gátt í atelierinum hjá listarmanninum, har pensilin
dansar til Verdi og Scarlatti
- Seinastu árini havi eg málað at kalla hvønn einasta dag, sigur Frits Johannesen úr Fuglafirði, sum fyrst í apríl fer at sýna fram í Listaskálanum í Havn
brá var so hvast, at skeitti hon
eftir einum persóni, gjørdist
hesin til stein. Hendur hennara
vóru av bronsu, veingirnir av
gull, á tunguni hevði hon
tøkutenn, og hárið vóru ormar.
Men eyðkent fyri Frits saman-
tvinnur hann tað stóra, í hesum
føri gudalæruna, við nærleikan
og nærumhvørvi.
– Ja, eisini í hárinum ganga
skjøldrarnir aftur, her eg seti teir
upp á høvdið á fólki, sigur Frits
við einum brosi og sipar til
zigzag’ini í hárinum.
Tíðum verður tosað um, at
hvør listarmaður hevur síni eyð-
kenni, sítt skriftmál, og umframt
tað musiska í málningunum er
tað hárið og skjøldrarnir, ið eru
listarliga skriftmálið hjá Frits.
Tónarnir frá Verdi eru tagnaðir
í fløguspælaranum.
– Skal eg spæla eina sonatu
fyri tær?
Frits leggur fløguna við Scar-
latti á. Hetta er yndistónleikur til
løturnar við pensli í hond í
atelierinum.
Flytir mørk
Frits greiðir frá, at listin altíð
avspeglar samfelagið, ið vit liva
í. Mótin er felagsheitið fyri arki-
tekturin, myndlistina og tónleik-
in, ið fylgir tíðini. Til dømis ber
ikki til at gera tónleik, sum tey
gjørdu fyri hundrað árum síðani.
Og ógjørligt er at siga, hvønn
veg listin fer. Dømi um hetta er
alsamt meira globaliseraði heim-
urin, ið samtíðis fær tónleikin at
søkja aftur til røturnar.
Men listin hevur altíð verið og
fer altíð at vera frammanfyri sína
tíð.
– Listin hevur ofta ein boð-
skap, ið nútíðar menniskjað ikki
skilir. Men listin skal flyta mørk,
og í dag verða nógv mørk flutt,
metir Frits.
Sjálvur hevur hann tó hug at
flenna at spurninginum, hvørji
mørk hann ætlar sær at flyta.
– Nei, tað veit eg ikki. Eg
vænti ikki at eg flyti mørk, sigur
hann lítillátin.
Frits kemur inn á íblásturin og
hvaðan hesin stavar. Fyrst og
fremst er tað tónleikurin, men
sum heild verður hann ávirkaður
av øllum tí, ið hann sær. Linj-
urnar í samfelagnum, í byggi-
listini, í skipasmíðinum, í
skjøldrunum.
Eftir hansara tykki er felags
fyri øll listarfólk, at tey byrja við
eftirgerðum, áðrenn tey finna sín
egna stíl.
– Hvussu nógvir føroyingar
hava til dømis ikki fingið
íblástur frá Mikines ella Ingálvi
av Reyni, spyr Frits.
Sjálvur byrjaði hann ikki at
mála, fyrr enn hann var 24 ára
gamal, og tá vóru tað
náttúrulýsingarnar, ið prýddu
løriftini. Men frá barnsbeini
hevur hann altíð teknað nógv, og
tað hann kann minnast, hevur
hann verið hugtikin av listini.
– Blýanturin er besti læru-
meistari, sigur Frits um orsøkina,
hví hann kortini fór so seint
undir at mála.
Hann vildi læra seg at tekna
fyrst.
Nátt teirra grátandi
Aftur kemur prátið inn á døpru
myndina á bróstinum, ið stendur
í skarandi kontrast til lívsjáttandi
og musikalsku málningarnar.
Myndin ber heitið "Nátt teirra
grátandi". Eins og tónleika-
stykkið hjá Sunnleifi Rasmus-
sen, ið varð sungið og spælt niðri
í París fyri tíð síðani. Tá við
franska heitinum "La noit des
eplores." Sunnleif fekk íblásturin
úr eini yrking hjá Alexandur
Kristiansen, greiðir Frits frá.
– Hetta málaði eg í morgun.
Frits peikar á ein lítlan part av
løriftinum, sum ímyndar heims-
kendu myndina frá Vietnam av
naknu smágentuni, ið grátandi
rennur undan hermonnunum.
Hendingin er sett beinleiðis
inn í ræðuleikarnar í týsku
týningarlegunum sum ein ímynd
av meiningsloysinum, ið
endurtekur seg ferð eftir ferð.
– Í Afghanistan mistu tey
høvdið, tí tey spældu Mozart, og
jødarnir vórðu dripnir, tí teir
vóru jødar.
Frits nevnir ferðina, ið hann
og kona hansara Alexandra fyri
nøkrum árum síðan gjørdu til
Pólland, har millum annað varð
vitjað í Birkenau og Auswitz.
Prógvini um nazismunar ræðu-
leikar høvdu stóra ávirkan á
hann, og úrslitið sæst í málning-
inum.
Hann byrjar at greiða frá
ræðuleikunum, men trívur í
staðin í yrkingina "Í deyðans
bústøðum" eftir Alexandur
Kristiansen.
– Á, nátt teirra grátandi! Nátt
teirra feigu!
Hugfarsliga lesur hann yrking-
ina hjá bygdamanninum, meðan
hann kínir skegginum, ið er
gránað við árunum, ið gerast 60 í
maj.
Í fríløtum
Hóast løturnar í atelierinum eru
nógvar og drúgvar, so hevur Frits
Johannesen ongantíð roynt seg
sum listarmann burturav. Og ei
heldur kundi hann hugsað sær
tað.
– Nei, tað havi eg ongantíð
gjørt, er avgjørda svarið, og tú
hevur ilt við at ímynda tær hann
siga farvæl til undirvísingartím-
arnar í skapandi lærugreinunum
tónleiki, sangi og myndlist.
Frits Johannesen hevur verið
lærari við Fuglafjarðar Skúla
síðan 1967, undantikið skúlaárini
1978-79 og 2000-01, tá hann var
á ársskeiði í Danmark
Við síðuna av arbeiðinum
hevur hann verið sera virkin í
kórarbeiði í Fuglafirði, og so
hevur tað verið málningalistin.
– Eg kundi havt málað meira.
Men so hevði minni tíð verið til
kórsangin.
Tað er sum Frits í huganum
leggur hesar báðar partar av sær
á vágskálina.
– Tað hevur verið ótrúliga gev-
andi. Men eisini trongt. Ein
kundi hugsað sær at havt tvey lív,
leggur hann smílandi afturat.
Men so er tað jú, at tónleikurin
og listin hanga saman.
Fyrst í komandi mánað fer
Frits Johannesen at sýna fram í
Listaskálanum. Umleið 30 nýgg-
ir málningar eru við á framsýn-
ingini, ið er opin frá 2. apríl til
16. mai.
Sosialurin Nr. 56 - 20. mars 2004
3
Nátt teirra grátandi – La noit des eplores
Ein poppsangari í Hagagjógv, norðan fyri Selatrað
– Hesa nevni eg "The Oceanic Days – fyrsta symfoni føroyinga", sigur Frits Johannesen og sipar til stórverkið hjá
Sunnleifi Johannesen
C
M
Y
K
25
24