leygardagur 20. mars 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
av AIDS, og merkir hetta, at í
tíðarskeiðnum millum 2002 og
2010 doyggja millum fimm og
sjey milliónir suðurafrikanskir
íbúgvar í Suðurafrika av hesi
sjúku. Higartil tykist stríðið móti
AIDS ikki verða ovast á raðfest-
ingarlistanum hjá stjórnini, og
sera lítil partur er settur av á
fíggjarlóg landsins til upplýsing-
artiltøk, heilivág til sjúklingar,
fyribyrging o.s.fr. Ein arbeiðs-
bólkur í politiskari andstøðu við
faklærdum fólki er komin til ta
niðurstøðu, at um HIV-smittaðar
møður fáa atgongd til neyðuga
heilivágin frá heilsuverkinum,
kann talið av HIV-smittaðum
børnum fara niður í heili 50%.
Umleið tíggjunda hvørt barn í
Suðurafrika verður í dag føtt við
HIV-smittuni, og sum áður nevnt
arbeiddu vit eisini við slíkum
børnum. Leiðslan á barnaheim-
inum hevði tó tann politikkin, at
vit ikki skuldu upplýsast um,
hvørji børn vóru smittað, so
mismunur ikki skuldi verða
framdur.
Barnalærdómur
Ein fýra ára gomul genta á
barnaheiminum sum æt C.C.
(Annelisilia) fekk við samtykt
frá sosialráðgeva høvi at halda
jól saman við móðir síni, og
skuldi hon so aftur á barnaheim-
ið tíðliga í januar. Móðir C.C.
kom ikki á heimið við henni
ásetta dagin í januar, og fóru
starvsfólk á heiminum tískil út í
fátækrabýlingin, har móðir C.C.
búði. Tá tey komu fram, var
gentan horvin, meðan mamman
ávirkað av rúsevnum ikki var før
fyri at siga, hvar dóttir hennara
var. Tá vit flugu úr Cape Town á
veg heimaftur á norðaru hálv-
kúlu, varð C.C. eftirlýst og eftir-
lýsingar hongdar upp. Eingin
visti, hvar fýra ára gamla gentan
var. Eitt syrgiligt dømi um,
hvørjum samfelagi vit høvdu
livað í.
Í løtuni tykist fýra ára gamla
C.C. vera horvin úr sosialu
skipanini, meðan leitað verður
eftir henni í Khayelitsha, størsta
township øki í Cape Town. Men
meðan onkur hóast alt leitar eftir
henni, liva rúgvuvís av børnum
eins og C.C. uttan nakran góðan,
sum leitar og gevur sær far um
tey. Hetta upplivdu vit í suppu-
køkunum, sum hvønn morgun
bjóða burturgloymdum gøtu-
børnum í Cape Town suppu.
Einsamøll í heiminum reika tey
íkring uttan nakran góðan.
Men hóast tað vóru vit, sum
skuldu eitast at hjálpa hesum
børnum, upplivdu vit skjótt, at
tað eins nógv vóru tey, sum
hjálptu okkum, bara vit góvu
okkum far um tað. Børnini eru
nevniliga ævigar keldur til gleði,
undran og íblástur. Grundleggj
andi tørvur og eyðkenni í lívi
barnanna sum álit uttan bakótta,
óspiltur kærleiki, reint sinni,
viðurkenning at tørva hjálp o.s.fr.
eru at finna og læra í barndóms-
lívinum. Tá myrku síðurnar í lív-
inum gera vart við seg og enntá
fáa fastatøkur á einum manna-
lívi, stendur óspilta barnið altíð
sum ein blinkandi viti og sigur:
"Hygg, hvussu eg livi, ger meiri
sum eg!". Hetta er av sonnum
barnalærdómur, sum tíverri hev-
ur lyndi til at drukna í vaksna-
mannalívsins gerandisligu
trupulleikum.
Hvussu fyrireika vit við lívi og
evnum okkara heimin til tey
børn, sum enn ikki hava sæð
dagsins ljós? Er hetta ein heimur,
børn høvdu valt at verðið fødd
inn í, um tey í móðurlívi høvdu
fingið valmøguleikan? Hóast
hypotetiskir gerast slíkir spurn-
ingar viðkomandi, tá vit hvønn
dag í fýra mánaðir hava arbeitt
millum børn, sum als ikki fingu
neyðturviliga tørv sín nøktaðan.
Tann tryggleiki, menniskjanum
nýtist, er í samfeløgum sum
Suðurafrika torførur at fáa eyga
á, og millum børnini á heiminum
sóu vit mangan, hvussu vantandi
kærleiki oyðileggur og spillir
unga, nælandi lívið.
Sosialurin Nr. 56 - 20. mars 2004
5
4
Sosialurin Nr. 56 - 20. mars 2004
FERÐAFRÁSØGN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Svikin, misnýtt, burturgloymd
einsamøll í stórbýargøtunum,
HIV-smittað… Listin er langur
við teimum vanlagnum, vit hittu
á einum barnaheimi í fátæka
partinum av Cape Town. Ígjøg-
num arbeiðsuppihald okkara frá
oktober til februar á Christine
Revell´s Children´s Home vóru
so nógvir sorgarleikir, órættvísi
og líðing savnað á einum staði,
at samanlagda nøgdin av vón-
loysi støðugt lá til reiðar at taka
valdið.
Men soleiðis var ikki. Mitt í
døpru framtíðarútlitunum hjá
hesum neyðars børnum hómaðu
vit vón, lívsgleði og vilja til
framburð, og hendingaferð
stríddu sólskinssøgur seg gjøg-
num gerandisligu sorgarleikirnar.
Tá slíkar sólskinssøgur frættust
um, at børn høvdu fingið eina
vertsfamilju, vórðu sloppin í
skúla ella kundu fara heimaftur
til sína egnu biologisku familju,
streymaði nýggj orka gjøgnum
kvinnumanningina á barnaheim-
inum.
Sosialdarwinisma
Okkara uppgáva hesar 14 vikur-
nar var fyrst og fremst at nýta tíð
saman við børnunum, veita teim-
um umsorgan, spæla við tey og
annars taka okkum av tí tørvi,
forsømdu børnini høvdu. Vit
vóru einastu mannligu hjálpar-
fólk á heiminum, og gav tað okk-
um eina ávísa ábyrgd at sam-
skipa ymiskt, eldru kvinnurnar
av fysiskum orsøkum ikki
megnaðu.
Umframt hetta undirvístu vit
av og á eldstu børnunum í
grundleggjandi fakligum lær-
dómi. Eitt føroyskt seks ára
gamalt barn dugir vanliga at
tekna, skriva navn sítt o.s.fr, men
við hesum børnum, sum ongan
lærdóm hava fingið í stutta lívi
sínum, mátti byrjast frá grundini.
Tey skuldu læra at halda einum
blýanti, at tekna fýrkantar,
sirklar, tríkantar o.s.fr, og hetta
fall fleiri av 5-6 ára gomlu
børnunum sera torført. Ofta
tyktist arbeiðið at styrkja um
sálarliga og fakliga førleikan
uttan úrslit, og børnini vóru
hóast sítt stutta lív sjónliga aftur-
úrsigld í menningargongdini.
Arbeiðsorkan hjá starvsfólkun-
um á heiminum rakk heldur ikki
til serstaka hjálp til hvørt barnið
sær, og tískil var talan millum
hesi 49 børnini um eina kyniska
sosialdarwinistiska "alles krig
mod alle" meginreglu, har hin
sterkasti yvirlivdi. Tað var syrgi-
ligt at síggja, hvussu summi børn
als ikki fótaðu sær í harðbalda
umhvørvinum. Sambært hag-
tølunum fyri tey 49 børnini á
heiminum var býtið á lívslagnum
teirra hetta:
HIV smittað/ávirkað
8%
Foreldraleys
5%
Kynsliga misbrúkt
5%
Vanrøktað
45%
Burturgloymd á gøtuni 35%
Børn hjá tannáringum
2%
Børnini vórðu sostatt fødd inn í
ymsar lagnur og umhvørvi, og
var hetta ofta sjónligt á atferð
teirra. Felags fyri flestu teirra var
tó, at tey vóru desperat eftir upp-
merksemi og kærleika. Tey
høvdu ein øgiligan tørv á, at
onkur vaksin áhaldandi nýtti tíð
saman við teimum.
HIV er nýtt apartheid
Í ársfrágreiðingini hjá barna-
heiminum, vit arbeiddu á, sigur
leiðarin Alicia Rhoda, at millum
størstu avbjóðingarnar og krøv-
ini, leiðslan á barnaheiminum í
framtíðini stendur yvirfyri, er
vaksandi trupulleikin við
HIV/AIDS. Sambært ársfrágreið-
ingini eru fleiri og fleiri børn,
sum koma á heimið, rakt ella
ávirkað av sjúkuni. Christine
Revell´s barnaheim hevur als
ikki medisinsku útgerðina at
røkja HIV-smittað børn, og
liggur ein trupul framtíð fyri
framman hjá teimum, sum taka
sær av børnum í Cape Town og
Suðurafrika.
Hóast vit dagliga arbeiddu við
einstøkum HIV-smittaðum børn-
um, merktu vit í gerandisdegnum
ikki nógv til hesa landaplágu,
sum mong nevna nýggju útgáv-
una av apartheid. Men sannleikin
er, at AIDS hevur dripið fleiri
fólk í Suðurafrika, enn nakað
kríggj á afrikanska meginlandin-
um hevur gjørt í nýggjari tíð.
AIDS-sjúklingar í Suðurafrika
fáa í løtuni onga viðgerð ella
heilivág, og stjórnin hevur fyri-
bils vent deyva oyranum og
blinda eyganum móti tí rama-
skríggi, sum fólkið hevur rópt í
royndunum at ávirka myndug-
leikarnar.
Undir politisku apartheid
skipanini, sum var galdandi frá
1948-1992, stríddust litt og svørt
saman við politiska flokkinum
ANC móti yvirvøldini, men nú
stríðast stórir partar av ikki-hvítu
íbúgvunum ímóti sama ANC
flokki, tí flokkurin ikki setir
neyðugu tiltøkini í verk at koma
HIV-smittuni til lívs. Núverandi
forsetin Thabo Mbeki hevur
alment sett spurnartekin við, um
HIV-smittan veruliga er orsøkin
til AIDS, og við hesi útsøgn er
mótstøðan móti honum og
stjórnini alsamt harðnað. Í løtuni
eru umleið fimm milliónir
suðurafrikanar, sum eru HIV-
positivir, og alt hetta hevur
fingið fakfelagsrørsluna og
trúðarsamfeløgini at ganga
saman í felagsskapin TAC
(Treatment Action Campaign) í
mótmæli móti stjórnini.
- HIV er nýtt apartheid í
Suðurafrika, sum í nógv størstan
mun rakar svarta fólkið. Í løtuni
er stjórnin versti fíggindi fólk-
sins í stríðnum móti AIDS, tí
hon als ikki tekur trupulleikan í
álvara, segði biskuppurin í angli-
kansku kirkjuni í Suðurafrika,
Njongonkulu Ndungane, á AIDS
ráðstevnu í Cape Town fyri
tveimum árum síðani. Ræðuliga
sóttin rakar í stóran mun børnini,
sum í hópatali verða fødd við
smittuni. Fyrrverandi og heims-
kendi erkabiskuppurin í Cape
Town, Desmond Tutu, hevur
eisini funnist at stjórnini og ANC
fyri væntandi vilja at basa
sjúkuni.
- Sum trúðarsamfelag meta vit
lívið, serliga lívið hjá børnunum,
at vera heilagt. Framferðar-
hátturin hjá stjórnini er ímóti
okkara grundlóg, tí fólk lata lív í
hópatali. Hetta er tað sama, sum
hendi undir apartheid, bert av
øðrum orsøkum, segði Desmond
Tutu í almennum mótmæli móti
stjórnini í samband við áður-
nevndu ráðstevnu. 40 prosent av
øllum deyðsføllum í Suðurafrika
í aldrinum frá 15-49 ár standast
Ævigar keldur til gleði og undran
2. partur
Á arbeiði okkara millum 49 svikin børn í aldrinum 0-6 ár á
Christine Revell´s barnaheimi í Cape Town upplivdu vit í
gerandisdegnum stórar trupulleikar og sorgarleikir, men eisini
læruríkar og mennandi sannleikar. Hóast umstøðurnar arbeiddu
vit millum børn, sum eru ævigar keldur til gleði, undran og
íblástur, hóast framtíðarútlitini eru alt annað enn góð fyri
komandi ættarliðið við vaksandi talið av HIV-smittaðum børnum
Starvskvinnurnar á Christine Revell´s barnaheimi greiða og røkja hárið hjá smærru, ótolnu gentunum, meðan
borðreitt verður við melónum. Bíliga fruktin varð sera nógv etin í hitanum á hásumri í Suðurafrika
Drongurin næst uttast til vinstru kom á barnaheimið í januar mánaði, eftir at hann einsamallur varð funnin undir eini brúgv í útjaðaranum av Cape Town. Saman við
honum eru uttast frá vinstru Lee Ann, Nigel og Emily, sum eru millum trý og seks ára gomul
Soleiðis eru umstøðurnar mangan eftir nógv regn í fátæku township økjunum, har flestu
børnini og starvsfólkini á barnaheiminum koma frá
Eftir at hava arbeitt við henni hvønn dag frá fyrst í november hvarv fýra ára gamla Annelisilia
(C.C.), eftir at hon hevði verið saman við móðir síni í township øki á jólum. Hvørki mamman
ella nakar annar visti at siga, hvar C.C. var, og bleiv hon eftirlýst seint í januar mánaði. Her er
hon, til vinstru, avmyndað á spæliplássi á jólum stutt áðrenn hon hvarv úr sosialu skipanini
C
M
Y
K
27
26