leygardagur 20. mars 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 56 - 20. mars 2004
Ordinatións- og innsetingargudstænasta
Skrivað: Jóannis Fonsdal, prestur
3. s. í føstu 2. tr. 14-03-2004 Kl 11.00
Stað: Dómkirkjan
Bøn
Alvaldandi og miskunnsami
Gud, hvørs orð er ein lykt fyri
fóti mínum og eitt ljós á gøtu
míni! Eg biði teg, Harri: Lat
heilaga anda tín upplýsa hjarta
mítt, so eg týðiliga kann skilja
orð títt, taka við tí og varðveita
tað í reinum hjarta. Amen.
Hetta heilaga evangeliið
skrivar…
Jóhannes evangelistur 8,42-51
Jesus segði við [Jødarnar]:
»Var Guð faðir tykkara, tá
elskaðu tit meg; tí at frá Guði eri
eg gingin út og komin; tí at
heldur ikki eri eg komin av mær
sjálvum, men hann hevur sent
meg. v43 Hví skilja tit ikki talu
mína? Tí at tit tola ikki at hoyra
orð mítt. v44 Tit hava djevulin til
faðirs, og tað, sum faðir tykkara
lystir, vilja tit gera. Hann var
manndrápari frá upphavi og
stendur ikki í sannleikanum, tí at
sannleiki er ikki í honum; tá ið
hann talar lygn, talar hann av
sínum egna, tí at hann er lygnari
og faðir at lygnini. v45 Men av tí
at eg tali sannleikan, trúgva tit
mær ikki. v46 Hvør tykkara
kann siga meg sekan í nakrari
synd? Tali eg sannleikan, hví
trúgva tit mær ikki? v47 Tann,
sum er av Guði, hoyrir Guðs orð;
tit hoyra ikki, tess vegna at tit
eru ikki av Guði.« v48 Jødarnir
svaraðu og søgdu við hann: »Er
tað ikki rætt, sum vit siga, at tú
ert ein Sámáriubúgvi og at illur
andi er í tær?« v49 Jesus svaraði:
»Ikki er nakar illur andi í mær,
men eg æri faðir mín, og tit van-
æra meg. v50 Men eg søki ikki
æru mína; tann er, sum søkir
hana og dømir. — v51 Sanniliga,
sanniliga sigi eg tykkum: Um
nakar varðveitir orð mítt, skal
hann um aldur og allar ævir ikki
síggja deyðan.«
Byrjan
Hvørs sonur ert tú?
"Hvørs sonur ert tú?" verður
mangan spurt, tá ið fólk møtast.
Tað hevur stóran týdning, hvør
er faðir og móðir okkara. Tað er
ein týdningarmikil partur av
samleika okkara at kunna ávísa
og kenna foreldur okkara. Ikki
eru øll so heppin at kenna bæði
faðir og móður sína, og hjá
summum teirra er tað mangan
ein nívandi spurningur: Hvør er í
veruleikanum pápi mín ella
mamma mín? Man eg eiga onnur
systkin/hálvsystkin?
Eins og tað hevur stóran týdn-
ing fyri okkum at kenna holds-
liga uppruna okkara, so er tað
týdningarmikið at vita, hvør
okkara andlig faðir er. Tað hevur
ævinleikans týdning.
Um at hava ein faðir
Viðurskiftini millum børn og
foreldur hava altíð verið nakað
serligt. Heilt frá skapanini hevur
tað verið soleiðis, at tað eru heilt
serlig viðurskifti millum mammu
og barn ella pápa og barn. Hóast
hesi bond kunnu verða meira ella
minni oyðiløgd á ymiskan hátt,
so eru tey har kortini.
Tað er nokk ymiskt, hvussu
viðurskifti okkara eru við foreld-
ur okkara. Summi okkara hava
góð viðurskifti við foreldrini,
meðan onnur hava minni góð
viðurskifti við tey.
Tann fullkomni faðirin
Himmalski Faðir okkara er tann
besti faðirin, ið hugsast kann.
Enntá betri enn vit kunnu hugsa
okkum til. Hann er tann full-
komni faðirin. Hann hevur ikki
tær avmarkingar sum jarðiski
faðir okkara hevur.
Guds kærleiki er treytaleysur.
Hann setur ikki krøv til okkara,
at vit skulu liva upp til nakað
fyri at hann kann elska okkum.
Ikki bara kærleiki hansara er
fullkomin, tað er umsorgan
hansara eisini. Hann hyggur ikki
til viks eina løtu, so at okkurt
kundi hent okkum, sum hann
ikki hevði lagt merki til. Hann er
ikki og hyggur eftir seyði í
haganum, tá ið vit glíða á tí hála
klettinum niðri í fjøruni og hann
tí ikki kann bjarga okkum.
Himmalski faðir okkara hevur
eisini fastleika og setur mark.
Her ikki nøkur markleys
uppaling, ið mangan bara
avdúkar, at foreldrini ikki vilja
brúka ta tíð og geva tann
kærleika, tað kostar at geva
einum barni tryggar karmar fyri,
hvat er rætt og skeivt.
Mangan skilja vit ikki Guds
gerðir, men hann setur altíð tað
rætta markið og vísir barni
sínum tann rætta, góða og
kærleiksfulla fastleikan.
Arvurin
Tá ið foreldur okkara fara hiðani
av fold, kann arvurin eftir tey -
ella partur av honum - falla í
okkara lut. Sum oftast er hetta at
frøast um, at okkum fellur nakað
gott í lut.
Tá ið tað skal gerast upp eftir
ein persón, koma til tíðir tíverri
eisini lutir og viðurskifti fram, ið
persónurin og onnur hava roynt
at dult ella hava gloymt. Arvurin
kann tí gerast minni heppin
fongur.
Himmalski faðir okkara hevur
ein ovurstóran arv til okkara, ein
himmalskan arv. Tá ið vanligur
jarðiskur arvur skal gerast upp,
stendst av og á stríð, tí tey flestu
vilja hava sum mest í teirra lut.
Himmalski arvur okkara er so
stórur, at tað ikki er fyri neyðini
at berjast ella stríðast um býtið
av honum.
Okkara faðir ella annans
faðir?
Vit munnu øll kenna onkran,
sum vit vita fer at arva eina
rúgvu, tá ið foreldrini og
nærmasta familjan fer at
doyggja. Hesum kunnu vit
Hvørs sonur ert tú?
- Ikki ber til at keypa sær
ein faðir. Gud er ikki faðir
tín, tí tú hevur uppiborið at
fáa hann sum faðir. Gud er
ikki faðir okkara, tí at vit
fara í kirkju 1 ella 3 ella 10
ella 50 ferðir um árið. Gud
er ikki okkara faðir, tí vit
tosa pent og ikki banna.
Gud er ikki faðir okkara, tí
vit skikka okkum væl. At
fáa Gud til faðir, mugu vit
føðast til. Tað ber ikki til at
fáa ein faðir á annan hátt
enn at verða føddur til tað.
Tað sama er galdandi í
Guds ríki. At fáa Gud til
faðir er nakað, sum tú mást
føðast inn í. At verða
føddur er ikki nakað, ein
sjálvur kann gera. Tað er
ein gáva, sum vit fáa,
endurføðingargávan segði
Jóannis Fonsdal, tá hann
varð innsettur sum prestur
í Dómkirkjuni seinasta
sunnudag. Vit prenta hesa
fyrstu prædiku hansara.
Frá innsetingargudstænastuni í Dómkirkjuni seinasta sunnudag
Mynd: Jan Müller
Sosialurin Nr. 56 - 20. mars 2004
7
øvunda, tí tað ikki verða vit, ið
fáa hetta. Men trupulleikin er
tann, at vit hava ikki teirra faðir
til faðir.
Tá gerst spurningurin - Hvørs
sonur ert tú? sera avgerandi. Ert
tú ikki sonur hansara, ja, so fært
tú ikki lut í tí arvinum.
Sama ger seg galdandi við tí
himmalska arvinum. Hava vit
ikki Faðir á himli sum okkara
andliga faðir, ja, so fellur ovur-
stóri himmalski arvurin ikki
okkum í lut.
Hvør er faðir okkara?
Í dag møta vit so hesum spurn-
ingi, hvør er okkara andligi
faðir?
Eins og eitt mannalív ikki
kann verða til uttan bæði ein
faðir og eina móður, so kunnu
vit menniskju ikki verða uttan
ein andligan faðir. Tíverri kann
tað í summum førum vera eitt
ivamál millum fleiri, tá ið faðir-
skapurin skal staðfestast, men
soleiðis er tað ikki við staðfest-
ingini av okkara andliga faðiri.
Har eru bara tveir "uppstillarar"
at velja ímillum. Antin er Gud,
skapari himmals og jarðar
okkara andliga faðir, ella er
mótstøðumaður hansara faðir
okkara!
Vit kunnu liva lív okkara í
óvissuni um okkara rætta
faðirskap, men tá ið
uppgerðardagurin kemur, verður
spurt: - Hvørs sonur ert tú?
Tá er heldur ikki neyðugt við
DNA-kanning, fyri at fáa greiðu
á um tað nú er Per ella Pól, ið er
faðirin, nei, har er ført nágreini-
ligt bókhald, við hvør hevur
hvønn faðir.
Í dag er tí eitt gott høvi at
kanna, hvør andligi faðir okkara
er.
Sannleikin er mangan illa
lýddur
Sannleikin er illa lýddur, verður
sagt. Harvið verður eisini sagt,
at sannleikin kann avdúka
okkurt, sum vit vita, men ikki
brýggja okkum um at onnur
skulu vita, ella ein finnur útav
nøkrum um seg sjálvan ella
onkran annan, sum ein heldur
vildi verið fyri uttan.
Tann falski floytuspælarin
Fyri nógvum árum síðani lump-
aði ein maður seg inn í orkestrið
hjá keisaranum í Kina, hóast
hann ikki dugdi at spæla nakað
ljóðføri. Hvørja ferð orkestrið
vandi ella hevði eina framførslu,
helt hann floytuna upp at varrun-
um og lat sum hann spældi, men
har kom einki ljóð. Sum tónleik-
ari í hesum orkestri, ella ljóm-
liði, fekk hann góða løn og livdi
eitt gott lív.
Men ein dagin bað keisarin
um at allir tónleikararnir skuldu
spæla eitt solostykki fyri honum.
Floytuspælarin gjørdist bangin.
Hann hevði ikki stundir at læra
at spæla ljóðførið. Hann lat sum
um hann var sjúkur, men keisar-
ans lækni lat seg ikki lumpa.
Tann dagin, floytuspælarin
skuldi spæla solostykkið, tók
hann lívið av sær við eitri.
Sannleikin er sannleikin, líka
mikið, hvat vit halda um hann.
Sannleikin broytist ikki, hóast
menniskjunnar hugsanir um
sannleikan kunnu broytast.
Hóast sannleikin ikki letur seg
nerva av okkara meiningum um
hann, so nervar sannleikin
okkum, júst sum hann nervaði
teir, sum Jesus í dagsins teksti
tosaði við. Jesus sigur sera greitt
við teir: "av tí at eg tali sann-
leikan, trúgva tit mær ikki."
Tað var nakað í teimum, sum
ikki vildi vita av sannleikanum.
Somuleiðis er tað nakað í okk-
um, sum ikki vil vita av sann-
leikanum. Sum ikki vil vita av,
at Jesus Kristus er sannleikin um
Gud.
Í og við, at vit sanna og
viðganga, at Jesus Kristus er
sannleikin um Gud, so sanna vit
eisini alt tað, sum Jesus Kristus
inniber.
So mugu vit eisini sanna, at
Jesus Kristus livdi her á jørð við
einum endamáli. Hann avklæddi
seg ikki himmalska dýrd sína,
fyri at fara út úr himlinum at
ferðast.
Tá ið regnið og vindurin her
heima á landi gerst okkum ov
nógv, kann verða gott at fara av
landinum at ferðast, at síggja
nakað nýtt. Ella tá ið mjørkin
hevur ligið í vikur yvir Havnini,
kann verða gott at seta seg í
bilin og sleppa sær út á bygd at
hoyggja í sólskininum har.
Jesus Kristus kom til jarðar
við eini heilt serstakari uppgávu,
ið hevði við okkum menniskju at
gera. Vóru vit menniskju ikki í
botnleysari syndaskuld, var ikki
neyðugt hjá Kristusi at koma til
jarðar. Sanna vit tí at Kristus er
sannleikin um Gud, ja, so sanna
vit eisini, at vit eru í botnleysari
syndaskuld og hava brúk fyri tí,
ið Kristus vann okkum á kross-
inum. So sanna vit, at vit eru
deyð í misgerðum og syndum
okkara, og at vit hava fyri
neyðini at verða fødd av
nýggjum.
Hvussu fáa vit Gud sum faðir?
Ikki ber til at keypa sær ein
faðir. Gud er ikki faðir tín, tí tú
hevur uppiborið at fáa hann sum
faðir. Gud er ikki faðir okkara, tí
at vit fara í kirkju 1 ella 3 ella
10 ella 50 ferðir um árið. Gud er
ikki okkara faðir, tí vit tosa pent
og ikki banna. Gud er ikki faðir
okkara, tí vit skikka okkum væl.
At fáa Gud til faðir, mugu vit
føðast til. Tað ber ikki til at fáa
ein faðir á annan hátt enn at
verða føddur til tað. Tað sama er
galdandi í Guds ríki. At fáa Gud
til faðir er nakað, sum tú mást
føðast inn í. At verða føddur er
ikki nakað, ein sjálvur kann
gera. Tað er ein gáva, sum vit
fáa, endurføðingargávan.
Ta gávuna fingu eg og tú í
dópinum. Tú vart borin til dópin.
Presturin doypti teg í navni
Faðirsins, Sonarins og heilaga
andans. Har gav Gud tær
barnakor hjá sær. Har
endurføddi Gud teg. Har gav
Gud tær endurføðingargávuna:
eitt nýtt lív í honum, eitt nýtt lív
sum barn hansara.
Men hvat er tað blivið til? Er
tað veruliga Gud, sum er faðir í
tínum lív í dag?
Jesu álvarsomu spurningar í
dagsins teksti vóru ikki bara til
jødarnar tá, men eru eisini til
okkara í dag, sum fegin vilja
kalla okkum Guds børn.
Er tað veruliga Gud, vit hava
sum faðir? Um Gud er faðir tín,
so elskar tú hann. So trýrt tú á
hann, so heldur tú teg til
hansara, so lýtir tú á hann, og so
væntar tú tær alt gott frá honum.
Sjálvandi snávar tú av og á, men
lívsleið tín er sett ímóti Faðir-
húsinum.
Líkjast vit faðiri okkara?
Tá ið vit fáa børn, so verður
mangan tosað um, at tey líkjast
faðir ella móðir síni, ella at tað
sæst týðiliga, hvørjari ætt hann
ella hon er av.
– Tú ert sum togaður úr
tonnunum á mammu tíni
ella
– Ja, har lítil ivi um, hvør
pápin er…
Hetta kann ikki so lættliga
staðfestast, tá ið tað snýr seg um
andligu ætt okkara, men tó...
Eins og okkara útsjónd og
atburður mangan avdúkar, hvørs
sonur ella dóttur vit eru, so
kunnu lív og lívsførsla okkara
mangan avdúka, hvør okkara
andliga ætt er.
Kærleiki okkara til himmalska
Faðir okkara, kann ikki annað
enn merkja lív og lívsførslu
okkara.
Hvussu hevur kærleikin tað
millum faðir og barn, um hann
bara kemur til sjóndar eina ella
tvær ferðir um árið? Hvussu
hevur kærleikin tað millum faðir
og barn, um faðirsins
vegleiðingar altíð verða
avvístar?
Eisini í dag kallar Jesus
okkum til Guds. Eru vit komin
burtur frá honum, er Jesus tann
góði hirðin, sum av hjarta ynskir
at bera okkum í Guds opna
faðirfavn aftur.
Amen.
Latum okkum øll biðja!
Lov og tøkk og allur heiður veri
tær, Guði várum, faðir, syni og
heilagum anda, sum altíð hevur
verið, er og altíð verður ein
sannur tríeinigur Guð, hálovaður
frá fyrsta upphavi og um allar
ævir.
Kæri himmalski faðir, vit
takka tær fyri at tú fyri 2000
árum síðani sendi son tín sum
menniskju, fyri at hann kundi
niðurbróta djevulsins gerningar
og varða okkum ímóti hinum
ónda fígginda.
Takk fyri at tú støðugt kemur
til okkara í dag. Hjálp okkum til
at taka ímóti tær, sum okkara
frelsara og vera ílatin frelsu-
búnan og rættlætis skikkjuna, ið
tú vanst okkum.
Takk fyri náði tína og kom
okkum til hjálpar í øllum freist-
ingum. Lær okkum at hoyra orð
títt rætt og at varðveita tað, so at
vit kunnu verða bjargað frá
djevulsins valdi.
Vit biðja teg, himmalski faðir,
um at tú mást verða hjá øllum
teimum, sum hava tað ringt og
eru stødd í neyð, veit tú teimum
hjálp frá tær. Troysta øll tey, ið
syrgja og hjálp teimum, sum
ongan góðan eiga.
Vælsigna og varðveit tú kirkju
tína um allan heimin, og lat hana
framvegis verða bygda á títt orð
og tað aleina.
Ver við øllum landsmonnum
okkara og vegleið tú tey, sum tú
hevur sett til at stýra og ráða.
Vælsigna og varðveit drotning
okkara, Margrethu, og alt hús
hennara.
Fylg okkum so á øllum leiðum
okkara, og hjálp okkum til altíð
at fylgja tær eftir.
Amen!
Síðani nýtti hann høvið at takka
kirkjuráðunum í Havn, Kaldbak
og Nólsoy fyri innstillingina,
Kirkjumálaráðnum fyri
útnevningina, Hans Jacob
Joensen biskupi fyri kalsbrævið
og ordinatiónina og Bjarna Bæk
prósti fyri innsetingina og segði,
at hann gleddi seg at fara undir
hesa spennandi uppgávu við
vónandi góðum samstarvi við
kirkjufólk, kirkjuráð,
kirkjutænarar og starvsfelagar.
Við góðum felags stevi røkka vit
langt…
Ápostólska heilsan:
Latum okkum við ápostlinum
ynskja hvør øðrum:
Harrans Jesu Krists náði og
kærleiki Guðs og samfelag
heilaga andans veri við okkum
øllum!
Amen
Jóannis Fonsdal heldur sína fyrstu prædiku í Dómkirkjuni
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
29
28