leygardagur 20. mars 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 56 - 20. mars 2004
9
8
Sosialurin Nr. 56 - 20. mars 2004
Ert tú skipari, staddur í landi
millum túrar, so kennir tú helst
longu serliga roykin frá viði,
plastikki og metalli, samanvavd-
an í einum fevnandi saltráka.
Hetta er títt arbeiðspláss. Millum
blinkandi telduskíggjar, plottarar,
ekkolodd og asdikkar er pennur-
in eitt tað mest nýtta amboðið
hjá tær. Í Føroyum er nógv skriv-
andi fólk, og tú ert ein teirra.
Sum skipari eru tað nógvar
reglur tú skalt halda seg til. Tað,
at tú dagliga førir skipsdagbók,
er ikki ein beinleiðis avleiðing av
tínum stóra alski til pennin, men
tí at myndugleikarnir krevja tað.
Gaman í, tú fært jú nyttu av
dagbókini sjálvur, tí einans
originalørkini skulu sendast
Vaktar- og Bjargingartænastuni,
meðan gjøgnumslag ørkini verða
verðandi eftir umborð. So seint
sum í síðstu viku vóru teir um-
borð og kannaðu. Alt var tíbetur
í lagi.
Hugurin at skriva er ójavnur.
Eftir eina góða setu kennist tað
sera lætt at skriva veiðuna upp.
Aðrar løtur eru tungar. Tann
syrgiliga dagin, tá ein maður fór
fyri borð og ikki kom afturí
aftur, stóð nógv á at skriva. Men
tú ert ikki tann fyrsti, ið hevur
upplivað hetta, og tú verður
tíverri neyvan heldur tann síðsti.
Tær gomlu dagbøkurnar vóru
skjótari at fylla út, men tað var
nú ikki so galið at fáa knattstøð-
urnar við í hesa nýggju útgáv-
una. Um man nú kann kalla
nakað frá 1994 fyri nýtt. Nei,
eftir at hava sett seg inn í so
nógva tekniska útgerð og verið á
skeiði í bæði einum og øðrum,
so hevði tað kanska ikki verið
burturvið at fingið eina teldutøka
útgávu av dagbókini.
Men verða dagbøkurnar
brúktar til nakað?
Tankin hevur streyfað teg meir
enn einaferð, tá tú í sjaskveðri
hevur gøllhildið tær, meðan tú
við aðrari hondini skuldi fylla
dagbókina út. Stápulin av dag-
bókum, ið tú hevur latið inn
millum ár og dag, er ikki heilt
sørur.
Fyri nøkrum árum síðani vart
tú uppringdur á Bankanum. Ein
á Fiskirannsóknarstovuni ar-
beiddi við júst tínari dagbók og
spurdi hvussu nógv kilo tit
roknaðu pr. kassa. Tú fekst at
vita, at tølini frá dagbókini
skuldu nýtast sum "tuningsseria"
til árligu stovnsmetingarnar hjá
Fiskirannsóknarstovuni. Hatta
við "tuningsseriu" ljóðaði kanska
nakað háfloygt, men tú plagar jú
at sita rættiliga spentur og lurta
eftir Útvarpinum, tá stovns-
metingarnar verða kunngjørdar,
so tú vilt fegin hjálpa. Síðani
tann dag hevur tú fingið tær tann
vana at viðmerkja kilo pr. kassa
fyri hvønn túr í dagbókini.
Seismikkurin oyðileggur
fiskiskapin
Tað vart tú næstan vísur í, tá
prátið tók seg upp um Føroyar
sum oljuland og seismikkskip
vórðu at síggja bæði her og der.
Ein dagin, tit vóru á Skeiva-
banka, kom eitt seismikkskip
siglandi rættiliga tætt fram við,
har tit vóru í ferð við at seta. Tað
vóru ikki einans føgur orð, ið
vórðu havd á munni hesa løtuna.
Menn vóru bangnir um "for-
vunnin upphædd" mundi blíva
ávirkað tann skeiva vegin av
hesum. Tú vart ikki sørt argur
sjálvur. Hevði sæð onkrar
sendingar á National Geographic
um seismiska skjóting, og tað
var ikki hissini buldur og brak,
ið stóðst av hesum. Um fiskurin
gjørdist bangin og rýmdi, so
hevði onki løgið verið í tí.
Í 1999 vart tú spurdur um ein
frá Fiskirannsóknarstovuni kundi
koma og seta tær nakrar spurn-
ingar. Tað vóru faktisk rættiliga
nógvir spurningar. Nakrir snúðu
seg um hvussu tú helt, at seis-
misk skjóting ávirkaði fiski-
skapin. Tú komst í tankar um
setuna á Skeivabanka og segði
frá royndunum tá. Í móti øllum
forvantningi hilnaðist setan bara
heilt væl. Tit valdu tó at rýma
suður á Munkagrunnin, men har
var smáligt fiskarí. Og har var
ongin seismikkur skotin, legði tú
afturat. So at so vítt sum tú hevði
erfarið, so kundi tú ikki siga at
seismikkur ávirkaði negativt.
Hinvegin kundi tú heldur ikki
siga at tað mótsatta gjørdi seg
galdandi.
Eitt hálvt ár seinni kom reið-
arin umborð við eini bók við
úrslitum frá hesi kanningini.
Bókin hevði heitið "Seismikkur
og fiskiskapur. Hvat halda fiski-
menn?". Í bókini varð greitt frá
tí, sum var komið fram í sam-
røðunum við skiparar og stýri-
menn um seismikk og fiskiskap.
Men hetta var líka sum tann
subjektivi parturin av bókini. Hin
parturin lýsti seismikk og fiski-
skap objektivt, og har vóru
skipsdagbøkur nýttar sum
grundarlag. Her vóru myndir,
sum vístu hvar skip høvdu roynt
áðrenn, undir og eftir at eitt
seismikkskip hevði verið í
økinum og skotið seismikk. Av tí
at ov lítið samanfall var millum
seismikkskip og línuveiðu, hevði
ikki verið gjørligt at roknað upp
á eina møguliga ávirkan frá
seismikkinum á línuveiðuna.
Hinvegin bar betur til hjá par-
trolarum og lemmatrolarum.
Veiðan pr. troltíma vísti seg at
vera sera ymisk, óansæð um
seismikkur varð skotin í nánd
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
Dagunn Jógvansdóttir Clementsen,
biologassistentur,
Fiskirannsóknarstovan
ella ikki. Niðurstøðan í bókini
var tí, at variatiónirnar í veiðuni
vanliga eru so stórar, at ein
møgulig ávirkan av seismikki
ikki sást aftur í veiðutølunum.
Jú, hetta passar væl við tað, sum
tú hevur hoyrt aðrar skiparar
sagt. Onkur vildi vera við at
fiskurin hvarv heilt og kom ikki
aftur í vikur eftir at eitt
seismikkskip hevði vitjað. Aðrir
hildu seg fáa dupult so nógv sum
vanligt, so alt í alt hevði
seismikkurin nokk ikki so
ræðandi ávirkan á fiskin, sum tú
annars hevði hildið.
Bókin nevndi eisini nakað um
at fiskur vanliga hoyrir nógvan
gang, so tá skotini frá seismikk-
inum ganga av, so legst hetta
ljóðið bara afturat teimum
mongu óljóðunum frá fyrr av. Jú,
hetta ljóðar sannlíkt. Tað er nú
heldur ikki altíð so lætt at hoyra
telefonina ringja, tá "norð-
maðurin" koyrir upp á sítt besta.
Á hvørjum ári verður lýst í
Útvarpinum, at Vinnan er væl
komin við uppskotum til Fiski-
vinnuroyndir, sum skulu gerast
komandi ár. Tú hevur sjálvur
hugsað um nøkur ting, sum áttu
at verið kannað nærri, men enn
hevur tú líkasum ikki fingið upp
í lag at gjørt vart við hesi tingini.
Eitt, sum hevur upptikið teg
nógv, er hví fiskur bítur so
ójavnt á.
Hví bítur ikki altíð á?
Tá tú eftir hondini hevur roynt
við línu í nærum ein mansaldur,
so hevur tú varnast, at tá tú setir
so og so nógvar húkar eitt ár og
fært eina ávísa veiðunøgd, so er
ikki givið at tú fært eins nógv í
kryvjipavnin árið eftir við sama
húkatali. Tað er eyðsæð, at
støddin á stovninum hevur sín
týðandi lut í hesum, men her fyri
las tú eina grein, har tað vísir
seg, at dagbøkurnar hava verið
við til at avdúka ein annan
faktor, sum ger munandi um seg
innan línuveiðu. Í greinini varð
hugtakið "veiðievni" lýst so-
leiðis: - Vit hugsa okkum tvey ár,
eitt vánaligt ár og eitt gott ár, har
tað er dupult so nógv til av fiski,
sum tað fyrra árið. Veiðievnini
hjá einum línubáti eru tey somu
bæði árini, um báturin fær t.d.
100 pund upp á stampin tað
fyrra árið og 200 pund upp á
stampin tað seinna. Um báturin
fær 100 pund upp á stampin
bæði árini, eru veiðievnini ikki
tey somu. Í greinini var ein
strikumynd, sum vísti veiðievnini
hjá línu út frá skipsdagbókunum,
og vøkstur hjá 6 ára gomlum
toski. Tað vísti seg, at veiðievn-
ini hjá línu eru best, tá fiskurin
veksur seint og vánaligast, tá
fiskurin veksur skjótt. Orsøkin
varð hildin at vera, at fiskur í
størri mun tekur línu, tá lítið er
til av náttúrligari føði. Av striku-
myndini sást, at veiðievnini hjá
línu kundu vera heilar tríggjar
ferðir betri summi ár enn onnur.
Tað seinastu tíðina hevur fiska-
ríið verið heilt hampiligt hjá
tykkum, so eftir hesum at døma
kann talan vera um, at tað er
nógv til av fiski, men lítið í part
til hvønn av náttúrligari føði,
soleiðis at agnið á húkinum gerst
meira freistandi.
Ikki so galið at síggja, at
dagbøkurnar kundu nýtast til at
lýsa eitt so viðkomandi fyri-
brigdi. Tað var jú júst hetta, ið tú
hevði umhugsað at skotið upp til
Fiskivinnuroyndir.
Tú kemur í tankar um at tú
mást fara á Sýsluskrivstovuna
eftir eini nýggjari dagbók í
morgin, tí bókin umborð er so
gott sum full. Manningin hevur
fingið boð um at mynstra
klokkan 8 í annaðkvøld. Hann
sigur nú onki serligt veður, so
møguliga má fráferðin útsetast.
Men dagbókina mást tú royna at
fáa fatur á í góðari tíð kortini.
Uttan hana verður so undir
ongum umstøðum loyst!
Rithøvundurin á Brúnni
... tað er myrkt bæði inni og úti. Úr
hátalaranum streymar ljóðsurrið frá
"norðmanninum". Undirlagið flytur seg
higar og hagar í asymmetriskum lopum. Í
ljósinum frá eini lítlari peru, kropin inn
yvir kortborðið, fer rithøvundurin undir at
skriva...
Hóast skíggjarnir eru nógvir á brúnni, so ber ikki til at loysa uttan at pennur er umborð
Mynd: Rógvi Mouritsen
Strikurnar eru hál frá skipsdagbókunum hjá 8 partrolarum í 1997. Stjørnurnar eru knattstøður, har seismikkur er
skotin sama árið. Ringarnir vísa økir, har samanfall er millum fiskiskap og seismikk, og har ávirkanin frá
seismiskari skjóting á fiskaríið hjá partrolarum er kannað. Úr bókini »Seismikkur og fiskiskapur. Hvat halda
fiskimenn?«
Veiðievni hjá línu og vøkstur hjá 6 ára gomlum toski ymisk ár. Tað vísir seg, at er vøksturin hjá toski lítil, so eru
veiðievnini góð og mótsatt. Úr ársfrágreiðingini hjá Fiskirannsóknarstovuni 2002
C
M
Y
K
31
30