leygardagur 20. mars 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 • leygardagur • 20. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Hetta vikuskiftið fer
kappingin um Løg-
manssteypið av álvara
á rull, og onkrir
áhugaverdir dystir
eru á skránni
LØGMANSSTEYPIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fótbóltskappingarárið
2004 er so smátt farið í
gongd. Hetta vikuskiftið
byrjar bólkaspælið í kapp-
ingini um Løgmanssteypið,
og tað merkir, at nú fara
liðini í 1. deild eisini til
verka. Seks dystir eru á
skránni, og onkur teirra
tykist
rættuliga
áhuga-
verdur.
Spennandi dystur í
Runavík
Tann dysturin, sum á papp-
írinum sær mest spennandi
út, er dysturin í bólki 1
millum NSÍ og B36. Runa-
víkingar hava staðið seg
væl seinastu árini, og
havnarfelagið hevur kanska
sterkasta hópin í landinum.
Hetta er samstundis ein
dystur millum steypavinn-
ararnar seinastu tvey árini,
NSÍ í 2002 og B36 í 2003,
so lagt er upp til ein spenn-
andi dyst.
Sunnudagin verður ein
dystur á Toftum í bólki
tvey, har uppflytararnir úr
Fuglafirði koma at vitja
B68. ÍF hevur av álvara
spent seg út undan hesum
kappingarárinum, meðan
B68 hevur mist nokk so fitt
av fólk, so spennandi verð-
ur at síggja, hvussu leikur
fer á Toftum.
Nógv hevur eisini verið
tosað um stjørnumanning-
ina hjá HB, og hvussu sterk
hon ið veruleikanum er, fáa
vit kanska at vita seinna-
partin í dag, tá ið 100 árs-
felagið
fær
vitjan
av
EB/Streymi í Gundadali.
Sundalagsmenn hava mist
nakað av fólki, men onkur
nýggjur er eisini komin til.
Í blaðnum týsdagin fara vit
at hava frásagnir frá dyst-
unum í kappingini um
Løgmanssteypið.
Endaspurturin í før-
oysku hondbólts-
kappingini er av álv-
ara farin í gongd, og
spenningurin er í
hæddini. Í mansdeild-
ini liggja trý lið jøvn í
stigum á fremsta
plássi, og tvey teirra,
VÍF og Neistin, hittast
í einum sannum
oddabraki í Vest-
manna sunnudagin
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sjáldan hevur hondbólts-
kappingin hjá monnum
verið so spennandi sum í ár.
Nú einans trý umfør eru
eftir at leika, liggja Kyndil,
VÍF og Neistin jøvn í stig-
um á fremsta plássi í deild-
ini, og leikskráin er so
hegnisliga løgd, at júst hesi
trý lið hittast í innanhýsis
dystum í teimum trimum
seinastu leikumførunum.
Avgerandi dystur í
Vestmanna
Í umfarinum hetta vikuskifti
er dysturin í Vestmanna
millum mansliðini hjá VÍF
og Neistanum uttan iva tann
mest áhugaverdi. Vestmenn-
ingar vóru av teimum flestu
avskrivaðir sum eitt boð upp
á føroyameistaraheitið, men
teimum spádómum hava teir
gjørt dyggiliga fyri skomm-
um, og nú tykjast teir
kanska verða besta boðið
upp á ein føroyameistara.
VÍF hevur vunnið teir
seinastu fimm dystirnar á
rað, meðan hini bæði odda-
liðini hava verið munandi
meiri óstøðug. Harafturat
er vert at hava í huga, at
liðið hjá vestmenningum er
mannað
við
rættuliga
royndum leikarum, ið so at
siga allir hava verið við til
at gerast føroyameistarar
áður, og tað kann verða ein
stórur fyrimunur í avger-
andi dystum.
Neistamenn kunnu tó
saktans eisini taka dystin
upp við vestmenningar, og
tað er neyvan ov nógv sagt,
at Neistin hevur sterkastu
bakketuna í landinum við
so skotsterkum monnum
sum Heina Hanusarson,
Áka Mørk og Dragisa Sto-
jovic. Til dystin í Vest-
manna noyðist Neistin tó at
verða strikuspælaran Birgir
Kass fyri uttan, eftir at
hann fekk reyða kortið í
dystinum móti strandingum
sunnudagin. Sum skilst
verður tó Karl Oddmar
Rasmussen við aftur, eftir
at hann hevur verið burtur í
nakrar vikur, og tað er ein
styrkur fyri verjuna hjá
Neistanum.
Eingin ivi er um týdning-
in av dystinum í Vest-
manna, og nógv vilja verða
við, at liðið, ið tapir dystin
sunnudagin, er úti av kapp-
ingini um føroyameistara-
heitið. Um so er, er ilt at
meta um, men eingin ivi er
um, at vinnandi liðið hevur
sera góð kort á hondini.
Kyndil skal reisa seg
Oddaliðið at kalla alt kapp-
ingarárið, Kyndil, hevur
snávað meiri enn eina ferð
seinastu vikurnar. Í farnu
viku var danski venjarin
sendur til hús, og tveir
gamlir kyndilsleikarar, Kári
Nielsen og Birgir Hansen,
hava tikið við sum venjarar
hjá
besta
mansliðnum.
Seinasta viku var enn eina-
ferð staðfest, at Kyndil hev-
ur stórar trupulleikar við at
fáa gongd á spælið hjá sær,
tá ið teir fyri triðju ferð í
hesum
kappingarárinum
noyddust
at
lúta
fyri
hoyvíkingum.
Kyndil skal sunnudagin
dystast við KÍF, og tað er
trupult at spáa um, hvussu
tað fer at ganga, tí Kyndil
hevur ikki verið sannfør-
andi seinastu tíðina, og har-
afturat hava kollfirðingar
spælt mongum eitt puss, og
hava teir ein góðan dag,
kann alt henda. Seinast
hesu bæði lið hittust, gjørd-
ist talan um málríkasta
dystin í hesum kappingin-
arárinum, tá ið Kyndil vann
42-40 í Hoyvíkshøllini.
Seinasti
mansdysturin
hetta vikuskiftið verður í
høllini á Skála í dag, tá ið
StÍF fær vitjan av H71.
Hesi bæði liðini eru úti av
kappingini um meistara-
heitið, og serliga á Strond-
um man tað verða ein
beiskur biti at svølgja, nú
teir hava verið við í oddin-
um so leingi, og harafturat
hava teir spælt rættuliga
væl, men hava manglað tað
neyðuga hepni.
Botnuppgerð hjá
kvinnunum
Hjá kvinnunum eru eisini
tríggir dystir á skránni.
Mest spennandi dysturin er
helst dysturin í Vestmanna
millum VÍF og Neistan, ið
liggja á ávikavist triðja og
fjórða plássið. Hesin dyst-
urin verður beint undan
mansdystinum sunnudagin.
Í dag verður ein dystur á
Skála, har heimaliðið StÍF
fær vitjan av einum av biðl-
arunum tið meistaraheitið
VB. Her skuldi talan allar-
helst verið um ein av-
greiðslusigur
til
vágs-
kvinnur, áðrenn tær kom-
andi vikuskifti skulu leika
tann altavgerandi dystinum
móti hinum oddaliðnum
Stjørnuni í Vági.
Seinasti kvinnudysturin
hetta vikuskiftið er ein rein
botnuppgerð, tá ið tey bæði
aftastu liðini, Kyndil og
Søljan, hittast í Havn. Hesi
bæði liðini liggja avbyrgd í
botninum av deildini, og
bæði royna at sleppa undan
at enda aftast í kappingini.
Oddabrak í Vestmanna
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
Dagf.
Kl.
Dystur
Dómarar
20.03
14.30
StÍF-VB
Geir Wardum &
Gunnar Gregoriussen
21.03
14.30
Kyndil-Søljan
Jákup S. Simonsen &
Høgni M. Joensen
21.03
14.30
VÍF-Neistin
Hannis Wardum &
Uni Wardum
1. deild menn
20.03
16.00
StÍF-H71
Geir Wardum &
Gunnar Gregoriussen
21.03
16.00
Kyndil-KÍF
Jákup S. Simonsen &
Høgni M. Joensen
21.03
16.00
VÍF-Neistin
Hannis Wardum &
Uni Wardum
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
20.03
14.00
ÍF-Mjølnir Tummas Óli Mortensen &
Jan Hentze
20.03
15.00
TB-KÍF
Fleyr
Meistaradeild menn
20.03
1600
ÍF-Mjølnir Tummas Óli Mortensen &
Jan Hentze
20.03
16.00
Fleyr-SÍ
Fram
Kappingin um løgmanssteypið
Bólkur 1
Dagf.
Dystur
Dómari
20.03
NSÍ-B36
Oddmar Andreasen
20.03
FSV-KÍ
Dagfinn Olsen
Bólkur 2
20.03
TB-GÍ
Páll Augustinussen
21.03
B68-ÍF
Lassin Isaksen
Bólkur 3
20.03
HB-EB/S
Niklas á Líðarenda
20.03
VB-Skála
Birgir Sondum
Bólkaspælið í
Løgmanssteypinum í gongd
Hondbóltsstøður
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
7
5 - 0 - 2
490
433
57
16
2 Neistin
7
5 - 0 - 2
488
456
32
16
3 Kyndil
7
3 - 1 - 3
502
473
29
16
4 StÍF
7
3 - 0 - 4
441
419
22
13
5 H71
7
2 - 1 - 4
420
486
-66
7
6 KÍF
7
2 - 0 - 5
459
533
-74
7
33
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Teitur Lassen spældi í gjár-
kvøldið í Aalborg, og tað er ein
av fleiri framførslum, sum hann
komandi vikurnar skal hava í
Norðurlondum. Í kvøld spælir
Teitur í Horsens, og síðani koma
konsertir í Århus og Keyp-
mannahavn.
Teitur skal komandi vikurnar
eisini spæla í Malmø, Oslo,
Bergen, Gøteborg og í Rødovre,
har hann fyrr í ár vann árligu
tónleikavirðislønina.
Teitur skal í døgunum frá 9. til
11. mars hava tríggjar konsertir í
Hollandi. Hann spælir í Amster-
dam, Rotterdam og í Tilburg.
Síðani standa Kanada,
Ongland og USA aftur á skránni,
og serliga í USA verður nógv
gjørt við at lata Teitur spæla
sínar sangir. Frá flaggdegnum og
ein mánað fram skal Teitur hava
16 framførslur ymstastaðni í
USA – alt frá Los Angeles til
Chicago og New York.
Teitur var herfyri við í
tónleikasendingini hjá CNN
International, sum sæst av einum
stórum milliónatali kring allan
heimin. Slíkt er við til at seta
ferð á yrkisleiðina hjá Teiti sum
tónleikara.
10
Sosialurin Nr. 56 - 20. mars 2004
Bumbuspreingingarnar í
Madrid hava mint okkum á, at
terror aftur er í Europa og
harvið eisini í nærumhvørv-
inum.
Tað er sjálvandi eins ræðu-
ligt, tá ið slíkt hendir aðra-
staðni enn í Europa, men upp
á ein ella annan hátt kennist
tað meira viðkomandi, tá ið
tað hendir í Europa.
Tað sigur seg eisini sjálvt.
Vit føroyingar eru eitt ferðandi
fólk. Sjálvandi ferðast
føroyingar um allan heim, men
mest í Europa.
Kemur terrorin enn nærri, so
skal ikki so nógv til fyrr enn
ein føroyingur er staddur nær
við.
Alt hetta ljóðar eitt sindur
nalvaskoðandi: er tað ein
føroyingur, sum verður raktur,
so er tað verri enn um tað er
onkur vit ikki kenna ella vita
um.
Bumbuspreingingarnar hava
fingið fólk her í Danmark at
hugsa. Tá ið danska stjórnin
valdi at fara uppí kríggið í Irak
saman við USA og øðrum, var
ikki serliga hørð mótstøða.
Tosað varð lítið um avleiðing-
arnar, sum kundu koma seinni.
Nú er støðan ein heilt onnur.
Fólk tsa um nær slíkt hendir í
Danmark. Mong nevna, at
bæði London og Keypmanna-
havn standa næst á listanum
yvir bumbumál.
Í Føroyum eru vit vanliga
ikki bangin fyri, at slíkt skal
henda. Føroyar er eitt friðarligt
land. Fólk hava livað í friði í
túsund ár - stórt sæð.
Eg hugsi bara mangan um,
at tað at búgva í einum
friðarligum landi, kemur ikki
av sær sjálvum. Demokrati og
frælsi kemur heldur ikki av
sær sjálvum.
Tey fólk, sum búgva í einum
landi, seta sjálvi fortrteytirnar.
Í Føroyum hava tær verið
góðar í nógv ár, men tey
seinastu 10 árini hava víst, at
vit eiga at verja tey virðir, sum
skapt eru. Nevniniliga virðir
sum talufrælsi og demokrati.
Talufrælsi er fortreyt fyri
demokrati. Øll hava rætt at
siga sína hugsan. Í Føroyum -
og her á Bornholm - gera tey
tað eisini. Eitt sereyðkenni fyri
smá samfeløg er, at ótrúliga
mong siga sína hugsan alment.
Grundleggjandi er tað gott,
og mangan eisini uppbyggj-
andi. Hinvegin hendir tað
eisini viðhvørt, at almenna
orðaskifti fer av sporinum.
Ongin kann koma við einum
positivum tanka, uttan at fleiri
skunda sær í fjølmiðlarnar og
undirgrava hesar tankar.
Tann rætturin er fantastiskur
at hava. Hugsa bert um,
hvussu manga staðni fólk als
ikki sleppa at siga sína hugsan.
Hjá okkum kunnu vit bæði
siga okkara hugsan, og vit
kunnu eisini gera viðmerk-
ingar til hugsanina hjá øðrum.
Hesin rætturin er so dýra-
bærur, at vit eiga at verja hann
væl, men ikki misbrúka hann.
Viðhvørt kundu vit hugsa
okkum um eina eyka ferð,
áðrenn vit skjóta tað onnur
siga, niður.
Eg haldi, at tað at kunna liva
í einum friðarligum og fræls-
um landi krevur, at vit hava
virðing fyri øðrum, og sjónar-
miðunum hjá øðrum. Tað er
eisini neyðugt, at royna at fáa
sjónarmiðini at nærkast
hvørjum øðrum.
Skulu vit framhaldandi hava
tey rættindi vit hava í dag
mugu tey virðast. Tey skulu
brúkast - eisini til fulnar - men
ikki hvørja ferð.
Vit venda aftur til bumbu-
spreingingarnar: hvat hava tær
við talufrælsi at gera?
Jú – tosa vit saman hampu-
liga, so skal nógv til áðrenn vit
fara eftir bumbunum. Kenna
vit hvønnannan, er ikki neyð-
ugt við bumbum. Hetta er tað
vit hava liva efitir í Norður-
londum í nógv.
Hav orðaskifti og nógvar
meiningar, men lat vera við at
eitra orðaskiftið.
Hvussu nær er hóttanin?
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Árni Gregersen, Bornholm, argr@tv2bornholm.dk
Til: post@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Teitur spælir
í Europa
Eftir nógvar framførslur í USA seinastu vikurnar, er Teitur
Lassen nú komin til Europa at spæla. Hann skal fyrst og
fremst spæla í Norðurlondum, men hevur eisini onkrar
framførslur í Hollandi
C
M
Y
K
32