leygardagur 20. mars 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 56 - 20. mars 2004
18. Flaggdags-
renningin
Eingin flaggdagur
uttan flaggdagsrenn-
ing. Tað hevur verið
lagið í nógv ár, og so-
leiðis verður eisini í
2004
FLAGGDAGS-
RENNING
tíðindaskriv
Eins og undanfarin ár fer
Bragdið aftur í ár at skipa
fyri renning á Flagg-
degnum. Byrjað verður
við Gamla Apotek kl.
16.00, og er tað beint eftir
hugnaliga flaggdagshald-
ið á Vaglinum í Havn.
Barnarenningin
veður
runnin fyrst og beint eftir
hetta renna tey vaksnu.
Kappingin er fyri børn
og vaksin. Gjørt verður
vart við, at øll — skjót og
minni skjót, ung og eldri
— eru vælkomin. Vaksin
renna 7,02 km. og børn,
fødd í 1991 - 1997, renna
umleið 1,8 km.
Umframt at vera ein
kapping fyri einstaklingar
er
Flaggdagsrenningin
eisini ein kapping ímill-
um virkir, stovnar o.t.,
nevnd firmakapping. Eis-
ini er hetta fyrsta Grand
Prix kappingin í árinum
fyri tey vaksnu.
Firmakappingin
er
skipað á tann hátt, at
virkini v.m. kunnu tekna
3-5 vaksnar luttakarar á
hvørjum liði, ið so kapp-
ast ímóti hvørjum øðrum.
Fleiri lið kunnu luttaka
frá hvørjum virki. Menn
og kvinnur skulu luttaka á
hvør sínum liði. Bert
tríggjar tær bestu tíðirnar
á hvørjum liði telja við í
kappingini.
Dreingir - føðiár frá og
við 1991-1997, renna 1,8
km.
Gentur - føðiár frá og
við 1991-1997, renna 1,8
km.
Kvinnur - føðiár frá og
við1959-1990, renna 7,02
km
Menn - føðiár frá og við
1959-1990, renna 7,02 km
Veteranar kvinnur -
føðiár til og við 1958,
renna 7,02 km
Veteranar menn - føðiár
til og við 1958, renna 7,02
km
Eftir at komið er á mál
fáa
allir
luttakararnir
frukt og Poptop. Stuðlað
hesum hava ávikavist P/F
Poul Hansen og MBM.
Vinnandi lið og einstak-
lingar fáa steyp til ognar.
Harumframt verða heið-
ursmerkir latin til nr. 1, 2
og 3. Høvuðsstuðul til
Flaggdagsrenningina er
P/F Føroya Shell, sum
eisini letur steyp og heið-
ursmerki. Aðrir stuðlar
eru Føroya Sparikassi,
MBM og Trygd.
"Jubilæum"
Hetta er 18. Flaggdags-
renning og tey sum lut-
taka fyri 10. ella 15. ferð í
hesi
kapping,
fáa
heiðursbræv.
Tilmelding
Síðsta freist at melda til
einstaklingakappingina er
fríggjakvøldið tann 23.04.
kl. 17. Áhugað kunnu
tekna seg umvegis heima-
síðuna
hjá
FÍF:
http://www.athletics.fo
Fyrireikararnir siga, at
tað verður ikki møguleiki
at melda seg á staðnum.
Tey, ið ætla at luttaka í
Grand Prix kappingini,
mugu verða, ella gerast
limir í einum av feløgun-
um, Bragdið, Treystið,
Roysnið ella Frælsið.
Hetta kann gerast í sam-
bandi við tilmelding til
sjálva renningina.
Eisini verður mint á, at
startnummur v.m. skulu
heintast í ÍSF húsinum.
Landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsumálum
byrjar renningina
Renningin byrjar við, at
landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, sigur
nøkur orð, letur startskot-
ið ganga og rennur síðani
við hópinum.
Gullið endaði aftur í Havn
Seinna Stórkappingin
2004 var sunnudagin
14. mars í ítróttarhøll-
ini í Runavík. Kapp-
ingin hendan dagin
var fyri pinkur og
gentur. Kvinnuliðini
frá 6. mars og eitt
gestalið frá Greve vóru
eisini við til fram-
sýningina, so henda
dagin fingu áskoð-
arirnir krás fyri eyga
FIMLEIKUR
tíðindaskriv
Umstøðurnar fyri kapping-
ina vóru eins góðar sum til
kappingina 6. mars. Aftur
hesa ferð hevði kappingar-
nevndin gjørt av at nýta
pallampur, so at íðkarirnir
vóru í miðdeplinum. Til
hesa framsýningina vóru
fleiri lampur nýttar, og
uppstillingin var eisini eitt
sindur øðrvísi. Tað tók
drúgva tíð at fáa lampurnar
innstillaðar, og í einum
enda kundi ljósið verið eitt
sindur betur, men tað
darvaði kortini ikki fram-
førðslunum. Pallampurnar
skapa ein serstakan stemn-
ing og eina øðrvísi heldur
vakra mynd av fimleikar-
unum og framførðslunum.
Tann spenningur og fjáltur
sum ofta kemur í av áskoð-
arunum merkist heldur ikki
á sama hátt, so eitt er púra
vist, at pallampur verða
framhaldandi
nýttar
til
Stórkappingarnar.
Pinkurnar
Kappingin var ímillum 4
feløg, Ljósið, Havnar Fim-
leikafelag, Flog úr Fugla-
firði og Støkk av Glyvrum.
Pinkurnar kappaðust við
einari fríari seriu. Úrslitið
var sera tætt, munurin ímill-
um 1 og 3 var 0,46 stig.
Úrslitið
Ljósið bleiv nr. 1 við 17,56
stig. nr. 2 gjørdist Støkk
við 17,26 stig nr. 3 gjørdis
Havnar Fimleikafelag við
17,1 og nr. 4 gjørdist Flog
við 15,76
Ljósið fekk steyp til ogn-
ar sum Føroya Fimleika-
samband gav.
Var tað ein fragd fyri
eyga at síggja kappingina
6. mars hjá kvinnunum, so
var hendan kappingin fyri
gentur minst líkað góð, um
ikki betur, og var tað
fløvandi at síggja okkara
framúrskarandi lið.
Gentuliðini vóru eisini
frá somu feløgum sum hjá
pinkunum.
Genturnar kappaðust í
tveimum serium, og úrslitið
var eisini sera tætt. Munur-
in ímillum 1 og 3 var 0,14
stig og ímillum nr. 1 og 4.
var 1,86 stig. Tað skal eitt
ótrúligt hugflog til hjá venj-
arunum til samansettingina
av seriunum, og hesar
høvdu eisini lagt stóran
dent á smyrsl, glimmur,
draktir og amboð, sum eis-
ini gav eina ótrúliga flotta
sjón í tí døkka ljósinum.
Úrslitið
í tí fríu seriuni hjá gentum
gjørdist Havnar Fimleika-
felag nr. 1 við 17,96 stigum
nr. 2 gjørdist Støkk við
17,90 stigum, nr. 3 gjørdist
Lósið við 17,82 og nr. 4
gjørdist Flog við 16,1
stigum
Amboðið hjá gentunum
var bóltar. Tað var sera
spennandi at síggja, hvussu
tær arbeiddu framman fyri
pallampunum, sum tær
ongantíð høvdu roynt áður.
Men tað tyktist ikki darva
framførðsluni, tó hendi tað,
at onkur bóltur endaði uttan
fyri markið, og takast mátti
til eyka bólt, okkurt kast
miseydnaðist eisini.
Úrslitið fyri amboð: Nr. 1
gjørdist Havnar Fimleika-
felag við 18,06 stigum, nr
2. gjørdist Støkk við 17,33
nr. 3 gjørdist Ljósið við
17,30 stigum og nr. 4 gjørd-
ist Flog við 15,89 stigum.
Samanlagt og føroya-
meistari gjørdist Havnar
Fimleikafelag við 36,02
stigum, nr. 2 gjørdist Støkk
við 35,23 stigum, nr 3
gjørdist Ljósið við 35,12
stigum og nr. 4 gjørdist
Flog við 31,99 stigum.
Sostatt verður tað Gentu-
liðið hjá Havnar Fimleika-
felag sum verður við sum
gestur til DM í Greve 25.
apríl.
Gestaliðið
frá
Greve
framførdi - eins og okkara
kvinnulið - eisini 2 seriur,
og tær blivu dømdar á sama
hátt sum okkara kvinnur. Í tí
fríu seriuni sást beinanvegin
at tær ikki høvdu somu
framførslu sum okkara lið.
Tær hava luttikið í VM, so
tær eru farnar yvir til tann
estetiska fimleikin, ið líkist
meiri ballet við klassiskum
tónleiki, og hesin fimleikur
er heilt øðrvísi enn vit eru
von við. Tað var eysæð at
ikki
allir
áskoðararnir
dámdu teirra framførslu,
men tað eru sjálvandi ymsar
meiningar um tað.
Hóast liðið frá Greve er
farið at framføra estetiskan
fimleik, so hava ikki øll fel-
øgini í Danmark gjørt tað
sama, vónandi hava kvinn-
urnar hjá Havnar Fimleika-
felag tí onkran annan at
kappast ímóti eisini. Um
fimleikur í Føroyum skal
fylgja við gongdini í út-
heiminum, mugu vit eisini
fara tann vegin.
Úrslitið hjá Greve í tí fríu
seriuni var 18,06 stig.
Amboðserian við vimpl-
um var góð, sjálvt um okk-
urt miseydnaðist. Tað er
sera ringt at fáa eina fram-
førslu við vimplum at sam-
pakka, vimplarnir eru oft-
ast sera langir, og tað tykist
so óruddiligt.
Úrslitið í amboðseriuni
bleiv 17,79 stig, og saman-
lagt fekk Greve 35,85 stig.
Talan var um
eina framúr-
skarandi gesta-
framsýning frá
donsku meist-
arunum úr
Greve
Mynd: Maria Olsen
Enn einaferð hevði
Neistin stórar trupul-
leikar av Søljuni, men
enn einaferð eydnað-
ist kortini at fáa fult
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Neistin sýndi aftur hós-
kvøldið, at hóast møgu-
leikin fyri heiðursmerkjum
er lítil, so eru tær framvegis
ov sterkar hjá teimum
trimm niðastu liðunum.
Hóskvøldið
avgreiddu
tær útsetta dystin á Gilja-
nesi, og tó at Neistin sum
vant hevði stórar trupul-
leikar av vágakvinnunum,
so megnaðu tær aftur at
draga fult.
Alt tóktist ganga so nøk-
unlunda á leið hjá gestunum
fyrstu longu løtuna av dyst-
inum, men undan steðgin-
um tók Søljan veruligt dik á
seg. 5-7 varð broytt til 10-8,
og so var spenningur av
álvara í dystinum. Hesin
helt sær eisini til nakað inn í
seinna hálvleik, men við 13-
13 fór at standa fast hjá
gestunum. Nicoleta Radu
varð nú hildin burtur frá
fatinum, og uttan hana at
seta álitið á, megnaðu vert-
irnir ikki at fylgja við bláu
mótstøðuni, sum spakuliga
økti leiðsluna.
Eina løtu megnaði Søljan
tó at skapa spenning í aftur,
men
tá
tær
misnýttu
brotskast við støðuni, 19-
21, og Neistin síðani skor-
aði, var leyst og liðugt.
Heimaliðið visti nú, at
møguleikin
fyri
einum
óvæntaðum
úrsliti
var
fokin, og so kundi Neistin
enn einaferð taka tvey stig
við sær eftir dyst móti
einum av niðaru liðunum.
Dysturin í tølum
Søljan-Neistin 20-24 (10-
8)
Málskjúttar
Søljan:
Nicoleta Radu
7(3), Heidi Maria Akselsen
5, Hertha Simonsen 3, Irdi
Mikkelsen 2, Arnleyg Har-
aldsen 1, Fía Selma Nielsen
1, Heidi Haraldsen 1
Neistin: Simona Dziugyte
9(4), Lina Andriulyte 5, Lív
Sørensen
5(2),
Marjun
Tróndarson 4, Anna Clem-
entsen 1
Brotskøst:
Søljan
5,
Neistin 10
Útvísingar:
Søljan
5,
Neistin 3
Diskvalifikatión: Søljan 1
(3X2 minuttir)
Dómarar úr H71: Jákup
Símun Simonsen & Høgni
M. Joensen.
Søljan-Neistin 20-24 (10-8):
Neistin heldur stílinum
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Stjørnan
10
9 - 0 - 1
604
434
170
29
2 VB
9
9 - 0 - 0
583
438
145
26
3 VÍF
9
5 - 0 - 4
541
451
90
19
4 Neistin
9
5 - 0 - 4
527
487
40
18
5 StÍF
10
2 - 0 - 8
505
593
-88
9
6 Søljan
10
2 - 0 - 8
416
548
-132
6
7 Kyndil
9
1 - 0 - 8
344
569
-225
3
C
M
Y
K
34
Nr. 56 - 20. mars 2004
35
35