fríggjadagur 28. september 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 28. september 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
Nú eru tær myrku tíðirnar komnar yvir okkum, og dagarnir gerast
alsamt styttri. Men nú er ikki at falla í fátt, tí heystið bjóðar
uppá mystik, vælveru og heitar litir. Her eru nøkur góð ráð, og
nøkur boð uppá hvussu tú kanst forkela teg sjálva í heyst
Vakurt og
vælveruríkt heyst
Trøllbundið smyrsl
Eitt mást hesa árstíðina eru vøkru, mystisku og
freku litirnir frá Make-Up Store. Í hesum døgum
hevur Make-Up Store almannakunngjørt sína
nýggjastu kollektión av smyrsl. Her bjóðar Make-
Up Store eitt nú myrka reyða og lilla varrastift,
og heitar eygnaskuggar í grønum og brúnum.
Mær dámar sera væl hendan stílin, sum eftir
mínum tykki er eitt miks millum »Twilight«
vampyrmystikkin og »Diva« lookið ala Elizabeth
Taylor. Serstakliga dámar mær væl tað myrka
reyðu varrastiftina, sum júst er komin í handilin.
Myrka reytt er tað nýggja svart
Tað eru ikki bara varrarnar, sum kunnu lata seg í myrka reytt í heyst.
Eisini klædnamótin er á tremur við myrka reyðum – ella bordeaux, sum
tað eisini verður rópt. Hesin liturin er sera dominerandi í heyst, og alt
frá jakkum til buksur og skógvar kunnu nýtast í hesum liti í heyst.
Boots & sneakers!
Tað er einki so kul, sum stilvar, við eitt sindur av kanti.
Mótaheimurin hevur í ár oppa seg við at gera stilvar so
ráir og harðir sum gjørligt, og hóast hesin stílurin ikki
er púra ókendur, so hevur hann veruliga sligið ígjøgnum
í ár. Haraftrat eru mótarættir venjingarskógvar nógv
at síggja. Finnur tú einar venjingarskógvar við kilehæli,
so er tað eitt avgjørt mást. Bæði rokkarastilvarnir
og kilehæl venjingarskógvarnir kunnu nýtast í
gerandisdegnum og til eitt gott kvøld í býnum.
Fá Jennifer Lopez hár
Umsíðir hevur mótaheimurin funnið ein
máta, har vit vanligu, deyðiligu menniskju
púra ómakaleyst kunnu seta hárið
eins og tey kendu. Tann stóru, vakri
toppurin er ein klassikari, sum tó
er sera trupul at gera. Men nú ber
til at keypa ein rundan »boyla«,
sum verður settur í hárið, og
sum tryggjar, at toppurin verður
eins og hann skal. Ein heilur
»boyli« er til tær, ið hava stutt
hár, og hava møguleika fyri at
seta hárið fast um boylan við
hárnálum. Boylin, sum hevur ein
knapp í endanum, er til tær, ið hava langt
hár, og tí mugu rulla hárið inn í boylan, og
síðani klipsa fast, og seta hárnálir í. Eg
havi sjálv langt hár, og tað er í roynd og
veru sera einfalt at fáa hárið at sita júst
so, sum eg vil. Boylin á myndini her fæst
í eitt nú Matas, Glimmur og aðrastaðni.
Luksus heimaspa
Húðin hevur altíð tørv á einari hjálpandi hond, og
nú hevur The Body Shop fingið eina nýggja seriu í
handilin, sum ger tað møguligt at forkela seg sjálva
heima við hús. Serian er ein heima Spa seria, sum
eitur SpaFit. Talan er um olju og krem, sum angar
av sitrón, og sigst stramma húðina upp. Eg havi
roynt hesa seriuna, og staðfestast kann í øllum
førum, at SpaFit ger húðina bleyta, og gevur húðini
nógva vætu, sum jú er kærkomin í hesum døgum.