fríggjadagur 28. september 2012síða 45
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 28. september 2012
7
VIKUSKIFTI
Hvussu er at vera við í odda
liðnum í føroyskum fótbólti?
Tað er ógvuliga stuttligt, samstundis
sum tað er avbjóðandi og læruríkt
Er tað størri at vinna FM heldur
enn steypakappingina?
Ja, tað vil eg siga. FM er nakað man stríðist fyri
alt kappingarárið, og tað minnir meira um eitt
maraton, har tað hinvegin er ein lutfalsliga stuttur
vegur til eina gull medalju i steypakappingini.
Tó skal sigast, at tað er eisini ógvuliga stuttligt
og gevandi at vinna steypakappingina.
Er tað nakar munur at spæla
á ymsum liðum í Føroyum?
Ja, einki lið er heilt eins – man kann nevna ymiskleikar
tá tað ræður um til dømis spælistil, leikaratilfeingi,
venjingarhættir, samanhald í hópinum og so framvegis.
Hvar dámar tær best at spæla?
Mær dámar allarbest at spæla onkrastaðni
fra miðjuni og frameftir á vøllinum. Akkurá
hvar tað er, bilar ikki so nógv.
Verður EB/Streymur Føroyameistari?
Eg vóni sjálvandi, at tað eydnast okkum at vinna
FM. Felagið og øll rundan um hava veruliga
uppiborið eitt tílikt upplivilsi. Nú ræður um at
standa saman, og gera øll sítt arbeiði til fulnar,
so vænti eg, at tað verður nóg mikið.
Hvat heldur tú um føroyskan
ítróttarjournalistikk?
Tað eru nógv góð ting innan ítróttarjournalistik i
Føroyum – lutfalsliga nógv verður gjørt burturúr.
Hóast hetta kundi man kanska freistast at ynskja
sær, at meira bleiv gjørt burturúr, at til dømis
geva tí lesandi/hyggjandi eina djúpri analysu
av ítróttartiltakinum, og annars fleiri greinar og
sendingar, ið geva størri innlit til itróttarfókini.
Hvat gert tú umframt at spæla fótbólt?
Eg lesi til journalist a University of
Portsmouth i Onglandi.
Hví eitur tú Hanssen við tveimum s?
Navnið stavar fra abba mínum, og
kemur upprunaliga úr Norra.
Hevur tú búð aðrastaðni enn í Føroyum?
Ja, eg havi búð í USA, Rumenia og Zambia, umframt
at eg, konan og dóttir okkara nú búgva í Onglandi.
Eitt er mál á vøllinum, men hvørji
onnur mál enn føroyskt tosar tú?
Enkst, og so klári eg meg a rumenskum og donskum.
Hvat er tað besta,
tú fært at eta?
Allur føroyskur
matur. Serliga tann,
ið verforeldrini
borðreiða við er
serstakliga góður.
Dugir tú at matgera?
Mær dámar væl at biksa okkurt saman inn í millum,
men tað er alt ov sjáldan, at tað kemur so langt.
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Tendri eg sjonvarpið er tað antin at síggja fótbólt ella
onkra sending, ið allarhelst verður sýnd i DR ella SVF.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Í seinastuni havi eg lurtað nógv eftir Michael Kiwanuka,
The Tallest Man on Earth, Mads Bjørn, og Frank Ocean.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Í løtuni liggja tær báðar The Believing Brain hjá
Michael Shermer, og Vidunderlige Uger, ein bók
um sálarligu menningina hja smábørnum.
Lívið er sum ein filmur. Ein
filmur, sum slitnar í heilum og
hvørja ferð verður skoyttur skeivt
saman. Og so rullar endin av
snælduni, og eingin kjansur er
at spola aftur. Hatta var so tað.
Hatta var lívið.
Tey, sum hava verið líka við
at doyggja, siga øll, at tey sóu
alt sítt lív í einum filmi, sum var
rættiliga hart kliptur.
Lívið er sum ein filmur. Hjá
nøkrum ein komedia. Hjá øðrum
ein sorgarleikur. Hjá onkrum
porno. Hjá ongum eitt listaverk.
Í Føroyum er filmur ikki ein
spurningur um list. Hana spyr
eingin um.
Í Føroyum er filmur ein spurn
ingur um pengar. Pengar og
einki annað. Uttan pengar eingin
filmur.
Gávur, aðrar enn pengar,
studningur, tosar eingin um.
Listarhegni spyr eingin eftir.
Men vit noyðast at gera filmar
í Føroyum, tí tey gera filmar í
øllum øðrum londum.
Men pengarnir eru ikki. Og so
ber einki jú til.
Tak bara Ísland, siga tey.
Gamaní. Eg havi ikki enn sæð
ein íslendskan film, sum nyttar
nakað.
Har, í Íslandi, giti eg, at ferða
vinnan fíggjar ein stóran part
av filmsvinnuni. Tí íslendska
náttúran hevur høvuðsleiklutin í
hvørjum filmi uttan teimum, har
sum náttarlívið í Reykjavík, hygg,
vit duga eisini, stendur ovast á
leikaralistanum.
»Lejlighedsminder« hjá
Hildigunn Eyðfinsdóttur og
Katrini Ottarsdóttur vóru í
Norðurlandahúsinum um ólav
søkuna.
Eg var nakrar ferðir og hugdi.
Einsamallur í íbúðini hvørja
ferð. Ein serlig uppliving, fimm
ferðir Hildigunn í senn. Men eg
eri konservativur og gamalsligur.
So gamal, at eg minnist, tá fleiri
filmslistalig meistaraverk komu
um mánaðin enn um árið nú.
So eg hevði heldur viljað sæð
ein íbúðarfilm, eitt rúm, í senn.
Onkra staðni, har sum ljóðið
riggar.
Í installasjónini rennur ljóðið
úr øllum filmum saman. Tíverri,
tí orðini hava eisini stóran týdn
ing her fyri at skilja heildina,
hóast filmur er ein myndamiðil.
Mær dámar so sera væl
hesar stuttu filmarnar um
barnaminnini, sum oyðileggja
gerandisdagin, troðka seg framat
og taka ræðið sum ein illur andi.
Mær dámar teir væl, tí teir
eru forbannað góðir. Men eisini
tí, at teir prógva tað, sum eg altíð
hava sagt og altíð fari at siga um
filmslist. Eitt: filmslist er ikki, er
ikki, ein spurningur um pengar.
»Lejlighedsminder« eru ikki low
budget. Tey eru non budget.
Og enn eina ferð, heldur
ikki seinastu ferð, endurgevi eg
meistaran Fassbinder: »Hevur
tú hug at gera filmar, læn tær so
eitt filmstól, stjal nakrar rullur av
ráfilmi (hetta var í trýssunum) og
ger so filmar.«
Hann segði ikki: »Set teg
hendur í favn og bíða til onkur
gevur tær pengar.«
Tvey: Tað einasta, sum krevst
fyri at gera ein góðan film, er ein
góð søga og evnini at duga at siga
søguna við myndum og orðum,
uttan jólapynt og fýrverk.
»Lejlighedsminder« eru slíkir
filmar. Stílreinar, stringentar,
ærligar svartar og hvítar (hurrá)
væl leiktar filmsperlur, ein fragd
at síggja, at uppliva.
Bretski filmsstovnurin fær
tíggjunda hvørt ár fleiri hundrað
filmskøn, ummælarar og onnur,
at kjósa bestu filmarnar í
filmssøguni.
846 vóru við í ár. »The
Greatest Film of All Time« er nú
»Vertigo« hjá Hitchcock, eftir at
»Citizen Kan« hjá Orson Welles
átti hendan heiður í hálva øld.
Sum eg segði í áðni: gamals
ligur. Yngsti filmur millum tíggju
teir bestu er frá 1968. Og sera fáir
yngri enn tað eru millum 50 teir
bestu.
Gulløldin hjá filmslistini
hevur verið. Hon kemur ikki
aftur. Tí nú skulu filmar helst
líkjast videospølum.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Levi Hanssen
lagt til rættis: Rólant Waag Dam
Vinna FM um
øll gera sítt
Levi Hanssen er sannførdur um, at um øll
gera sítt arbeiði til fulnar í EB/Streymi, so
verður liðið meistarar. Hann greiðir eisini
frá eftirnavni sínum, at hann hevur búð í
fimm ymsum londum og tosar rumenskt
Ókeypis perlur