fríggjadagur 28. september 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 28. september 2012
8
VIKUSKIFTI
BAKGRUND
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Modernaða samfelagið hevur av sonn
um eyguni opin fyri sosialum status og
success. Ein tann fyrsti spurningurin
vit seta hvørjum øðrum er: »Hvat gert
tú?«. Umráðandi er ikki at standa aftan
fyri nakran annan. Tað sum tú gert,
definerar hvør tú ert og hvønn stat
us tú hevur. Og verður tú biðin um at
ímynda tær ein persón, ið hevur undan
vind í lívinum, gongur helst ikki leingi
til tú hevur nakrar ávísar stereotypur
í huga. Sannlíkt er, at tú hevur onkran
self made persón í huga ella onkran, ið
hevur lagt alla orku í fremja sína egnu
eydnu í tilveruni – og ikki minst – havt
hepni við sær!
Men hevur henda útgávan av success
patent uppá at definera hvat sonn lukka
er? Og er tráanin eftir sosialum status
veruliga við til at betra lívsgóðskuna?
Samfelagskritiskar røddir rópa nú var
skóð um, at tíðin er komin til at leita
aftur til pre-modernaðan vísdóm, tí
modernaða uppskriftin uppá eydnu
– at klatra so langt og skjótt sum til
ber upp eftir sosiala stiganum – elvir
til ævigt rastloysi. Tí hvørjaferð ein
stigi er stiðin, bíðar ein nýggjur stigi.
Hetta staðfestir helst sannleikan í fleiri
religiøsum hugsanum. Buddisman tosar
til dømis um at fremsta keldan til lýð
ing er tráan, tí tá vit tráa er stórur vandi
fyri, at vit ikki fáa tað vit tráa eftir. Pín
an liggur sostatt í sjálvari tráanini, og
ikki tí vit ikki fáa.
Ein fortalari fyri eini kúvending
er heimspekingurin Alain De Botton,
ið hevur skrivað eina røð av populer
vísindaligum bókum og gjørt fleiri
sjónvarpssendingar í Bretlandi um
gerandisheimspeki. Sambært honum
líðir modernaða samfelagið av »status
anxiety« ella status ótta. Tey flestu
definera sítt egna virði við støði í teim
um status súmbolum modernaða sam
felagið byggir á, men tá tey ikki røkka
til elvir hetta til støðugt ónøgdsemi og
strongd. Sambært honum er greitt sam
band millum útbreiðsluna av lágum
sjálvsálitið millum fólk og eitt samfelag
sum sigur, at tú kanst gera hvat sum
helst, bert tú leggur alla orku í tað.
Eydna er fyrigyklan
Eydna er relativ og skiftandi. Hetta vita
tey sum arbeiða innanfyri marknaðar
føring, tí eftirspurningur er eitt rættu
liga subjektivt hugtak. Tað ber til at
skapa eftirspurning. Alain De Botton
hevur víst á, at tú øvundar ikki bretsku
drotningini ella Bill Gates, tey hoyra
einfalt til ein annan samfelagsbólk enn
tú gert. Status óttin ella øvundin er
millum javnbjóðis partar: Tú øvundar
teimum sum tú kanst samanbera teg
við, fólk ið hava nøkunlunda somu
fortreytir sum tú – tað verið seg sama
aldursbólk, útbúgving, lívsroyndir ella
fíggjarstøðu.
Men livdi tú fyri 200 árum síðani, var
gáttin fyri at vera mettur væl eydnaður
nógv lægri enn í dag. Tað sum verður
mett sum a flytir seg so hvørt sosialur
status førkar seg við tíðini. Vit krevja
meiri av tilveruni fyri at kunna rópa
okkum lukkulig. Við øðrum orðum er
eingin endi á statusjagstranini – lukka
ið grundar seg á persónligan innsats
er fyrigyklan, eitt fatamorgana. Leitan
eftir vindi. Og orsøkin skal finnast í
modernaða samfelagnum, vil Alain De
Botton vera við. Vit liva í einum sam
felag har boðskapurin um at tað ber til,
bert tú leggur alla orku í tað, er ráðandi.
Um tað miseydnast hevur tú bert einum
at takka og tað er tær sjálvum.
Javnbjóðis rættindi og fólkaræði
geva okkum eina fatan av, at øll eru
javnt sett, og leggja tey somu orku í
kunnu tey koma líka langt. Men í sein
asta enda er hetta ein illusión, tí veruligu
lívsfortreytirnar eru sera ymiskar.
Viðføddar gávur, uppvøkstur, búskapur
og ein røð av øðrum viðurskiftum standa
uttanfyri tað vit hava ávirkan á. And
søgnin millum optimistisku hugsjón
ina um, at øll hava somu møguleikar
og avmarkandi veruleikan, elvir tí til
persónliga vanlukku fyri mong, er boð
skapurin Alain De Botton vil hava okk
ara samtíð at skilja.
Ein status og annar
Men um success er eydna, ber so til at
keypa sær success? Franski sosiologurin
Karriera, útbúgving, ríkidømi og image. Vit liva í eini tíð, har tann tú
ert, er tað sama sum tað tú gert. Tað ræður um at klatra uppeftir
á sosiala stiganum so skjótt tú kanst. Hetta er orsøkin til, at
persónssøgur ofta fylla mest í miðlunum. Tað verið seg skandalir
ella sólskynssøgur. Men elva spælireglurnar til eina endaleysa
eydnujakstran, ið endar aftur í tómrúminum innaní okkum sjálvum?
lukku-
jakstran
Vanlukkulig
»Livdi tú fyri 200 árum síðani, var gáttin fyri
at vera mettur væl eydnaður nógv lægri enn í dag.
Tað sum verður mett sum lukka flytir seg so
hvørt sosialur status førkar seg við tíðini.«