Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-28, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 113 · 28. september 2012 9 VIKUSKIFTI Pierre Bourdieu royndi at víðka kapital­ hugatakið til at umfata alla sosialu til­veruna sum heild. Hann tosaði um sosial­an, mentanarligan og súmbolskan kapital. Súmbolskur kapitalur er serliga áhuga­verdur í hesum høpi, tí ein stórur partur av okkara lívið snýr seg um at hava øðrum okkurt at vísa á. Klassiska dømi eru luksusbilar. Í roynd og veru keypa vit ikki dýrar og flottar bilar tí tær eru serliga dygdargóðir, men fyri at vísa ávísan status. Bilarnir eru súmbolsk­ir fyri tað vit vilja onnur at halda um okkum. Og status er ikki tað sama á øllum økjum. Ímillum fíggjarspekulantar ræð­ur um at eiga ríkidømi, millum ítróttar­fólk ræður um at vera sterkur og skjótur, og millum intellektuell ræður um at duga at greina og sitera úr lærd­um bókmentum. Og ymiskt er hvar fólk gera sínar íløgur, og ikki er altíð, at virðingin gongur tvørturum mørk­ini. Millum elituítróttarfólk nyttar helst lítið at duga at sitera bókmentir og øvugt nyttar lítið at vera likamliga skjót­ur ella sterkur í einum kjakið um bókmentir ella list. Tí dámar miðlunum skandalir Persónssøgur fylla nógv í miðlunum, ikki minst tær ið geva negativu umrøðu. Onkursvegna dáma miðlunum væl tá onkur traðkar við síðuna av. Orsøkin er helst, at status og tað at missa status fyllir nógv í okkara mentan – og tá atliti hjá miðlunum er móttakarin, verður hetta normurin. Alain De Botton vísir í al­menna fyrilestrinum »A gentler philosophy of success« frá 2009 á, at orsøkin til skandalir fylla so nógv er, at modern­aða fatanin av, hvørt ein lukkast ella ikki, er grundað á persónliga ábyrgd og frælsan vilja. Í andsøgn til eldra hugtakið »unfortunates« ella »óheppin«, ið aftur eru knýtt at gamla hugtakinum úr griksku hugspekini »tragedia«. Í eini tragediu verður hugt eftir, hvussu illa tað kann gangast einum per­sóni orsaka av viðurskiftum, ið eru uttan­fyri hansara ella hennara ávirkan. Talan kann vera um brek í persóns­ menskuni, torførum umstøðum ella van­lukkum. Tað kundi verið áhuga­vert at sæð miðlarnar onkuntíð tulka eina per­sónliga vanlagnu ella eitt status­fall við støði í tragediu hugsanini, heldur enn modernaðu hugsanini um per­són­ liga ábyrgd. Eitt fekst dømi, ið fekk allan danska miðlaheimin upp at kóka var sum kunnugt »dovni Robert«. Fyri­ dømi elvdi til eitt grundleggjandi kjak um persónliga ábyrgd í mun til sosialar umstøður og persónsmensku. Lívsfilosofiska alternativið Sambært Alain De Botton og øðrum ið eru atfinningarsom mótvegis modern­ aða eydnuhugtakinum, ræður um at steðga á og rannsaka modernaða eydnu­ hugtakið. Eitt alterntiv er at tríva í nøkur av teimum alternativum sum finnast í gomlum vísdómi, eitt nú religiøsum frá­greiðingum. Í prædikaranum í gamla testamenti stendur eitt nú henda áhuga­verda, um heldur pessimistiska, eygleiðing: »Framvegis sá eg undir sólini, at tað er ikki vist, at hinir kviku vinna í kapprenningini, ella kapparnir í bardaganum, ei heldur, at hinir vísu kunnu fáa breyð, ella at hinir vitigu kunnu vinna ríkidømi, ella hinir klóku verða væl umhildnir; tí tíðin, og hvussu alt vil til, tað bindur teir allar«. Boðskapurin hjá pessimistiska »prædik­aranum« er, í andsøgn til modern­aða boðskapin um persónliga valið og eydnuna, at tilveran er full av óvissu hvussu so væl vit fyrireika okk­ um. Eitt lívsfilosofiskt alternativ er tí, sambært Alain De Botton, at vit læra at vera eitt sindur meiri pessimistisk. Modernaða optimsiman, ið sigur at alt ber til, gloymir at tilvildin spælir ein ovur­hondsstóran leiklut í tilveruni. Men meiri tilvitað vit eru um tilvildina, minni verða vit tikin á bóli tá illa gong­ ur. Og minni ábreiðslur geva vit okkum sjálvum. Við øðrum orðum: Tað ræður um ikki at vænta ov nógv av tilveruni. Sambært hesi hugsan ber til í ávísan mun, at hvíla í óvissuni um júst hvussu langt vit kunnu klatra upp eftir sosiala stig­anum og harvið tálma »status ótt­ anum«. Talan er um eina positiva pessi­ mismu, eina ásannan av okkara egnu av­markingum. mynd: tilvildarlig Status óttin ella øvundin er millum javnbjóðis partar: Tú øvundar teimum sum tú kanst samanbera teg við, fólk ið hava nøkunlunda somu fortreytir sum tú – tað verið seg aldursbólk, útbúgving, lívsroyndir ella fíggjarstøðu »Vit krevja meiri av tilveruni fyri at kunna rópa okkum lukkulig. Við øðrum orðum er eingin endi á statusjagstranini – lukka ið grundar seg á persónligan innsats er fyrigyklan, eitt fatamorgana.«