fríggjadagur 28. september 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 28. september 2012
10
VIKUSKIFTI
kirkjugongd
Arni Zachariassen
post@sosialurin.fo
Eg trúgvi á Gud faðir, hin alvalda,
skapara himins og jarðar... Geisp.
Tað kann vera líka so tungt at hála
seg upp av dyntlinum at játta sína
kristnu trúgv, sum tað kann vera at
hála seg sjálvan upp úr songini alt ov
tíðliga ein sunnumorgun. Doyvandi
sálmadrynjið hjálpur heldur ikki nógv
uppá tað. Sannleikin skerst ikki burtur:
Tað er rotið at ganga í kirkju.
Tómar kirkjur
Og tú ert ikki tann einasti, sum heldur
vildi brúkt sunnudag fyrrapart í
dreymalandi enn á kirkjubonki. Færri
og færri fólk kring heimin ganga reglu
liga í kirkju. Í 50’unum gekk annað
hvør amerikumaður í kirkju og í 1960
varð ein heil milliard dollarar brúkt
uppá kirkjubygging, samanborið við
26 milliónir í 1945. Men í dag standa
nógvar av hesum glæsiligu kirkjum
tómar og nú bara umleið 20% ganga í
kirkju, síggja prestar ikki í halaferðina
á eftirkomarunum hjá áður so røsku
kirkjugangarunum. Bara 20%, sigi eg.
Samanborið við restina av vesturheim
inum er 20% eitt, bókstaviliga talað,
himmalhøgt tal. Í Bretlandi er talið
á regluligum kirkjugangarum 13%, í
Frankaríki 12. Okkara norðurlendsku
grannar eru framúr heidnir: Í Íslandi
ganga 10%, meðan Finland og Svøríki
hava hvør síni 5%, og Danmark og
Noregi hvør síni 3%. Í Belgia, Bretlandi
og Frankaríki seta ímillum 50 og 60%
ongantíð fótin innum kirkjudyr. Sama
tal í Kekkia er yvir 60%.
So har er eingin orsøk, at kenna seg
einsamallan undir dýnuni komandi
sunnumorgun.
Kirkjufólk eru betri fólk
Men kanska skuldi tú endurhugsað
tínar sunnumorgnar og dragsa teg í
kirkju hetta vikuskifti.
Tí gransking gjørd seinastu árini
vísir at kirkjugongd hevur eina
beinleiðis ávirkan á hvussu fittur tú
ert.
Deepak Malhotra, sum undirvísir
í Harvard Business School, hevur
kannað hvørja ávirkan reglulig
kirkjugongd hevur á fólk og úrslitini
eru sera áhugaverd.
Í einari kanning samstarvaði
Malhotra við eina talgilda uppboðssølu,
sum bað sínar brúkarar lata pening
til eitt vælgerandi endamál. Malhotra
fekk eisini fatur á upplýsingum um
hvussu átrúnaðarligir brúkararnir
vóru, harundir hvussu regluliga
teir gingu í kirkju. Kirkjugangandi
brúkarar lótu 300% meir enn teir, sum
ikki gingu í kirkju.
Tað er doyvandi óáhugavert at ganga í kirkju. Men gransking
vísir, at fólk, sum ganga í kirkju skikka sær betri og tað
júst tí tey ganga í kirkju – tó bara sunnudag
Tí átti tú at
gingið meira í
kirkju