fríggjadagur 28. september 2012síða 49
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 28. september 2012
11
VIKUSKIFTI
Men her er tað veruliga áhugaverda:
Hesin munurin sást bara sunnudag, tá
ið trúgvandi brúkararnir høvdu verið
í kirkju um morgunin. Hinar dagarnar
var eingin munur.
Vísindafólk rópa hetta »The
Sunday Effect«, ella »sunnudags
ávirkanina«.
Ein onnur sunnudagsávirkan,
sum búskaparfrøðingurin Benjamin
Edelman, eisini frá Harvard Business
School, fann, var at sunnudagar vóru
sannlíkindini at kirkjufólk keyptu
porno á netinum nógv minni enn
hinar dagarnar í vikuni. Tá keypa tey,
eftir øllum at døma, líka nógv porno
sum syndararnir.
Ansa eftir, Gud hyggur!
Sunnudagsávirkanin
er
eitt
ítøkiligt úrslit av nøkrum, sum
granskarar hava vitað leingi: Fólk
skikka sær betri, tá ið tey halda at
tey eru eygleidd av Gudi. Sosiali
sálarfrøðingurin Ara Norenzayan
kallar hetta »yvirnáttúrliga eygleið
ingar hypotesan« og fleiri kanningar
stuðla henni.
Í einari kanning, til dømis, vórðu
luttakarar bidnir um at skipa nøkur
orð, sum stóðu í tilvildarligari
raðfylgju, í ein setning, sum gav
meining. Tey, sum fingu átrúnaðarlig
orð (so sum »andi«, »gudiligt« og
»heilagt«), lótu eftir kanningina
fleiri pengar til vælgerandi endamál
enn tey, sum høvdu havt við neutral,
ikki-átrúnaðarlig orð at gera.
Í viðgerðini av kanningini,
hugleiddu
Norenzayan
og
samstarvsfelagin Azim Shariff um
hvussu hetta bar til. Ein møguleiki
var, at átrúnaðarlig orð gjørdu fólk
beinleiðis varug við, at Gud eyg
leiddi tey og dømdi tey, og at tey
uppførdu seg penari fyri at umganga
dóminum. Ein annar møguleiki var,
at átrúnaðarlig orð á onkran meira
óbeinleiðis hátt aktiveraðu generell
samfelagsvinarligar tankar, eins og
»næstrakærleika« og »góðgerðir«,
sum so fingu fólk at uppføra seg
penari. Norenzayan og Shariff heltu
meira til seinna møguleikan.
Tilvitaða lívið
Onnur gransking sær út til at stuðla
hesum seinna møguleikanum. Eftir
eina líknandi orðabaseraðari kanning,
vórðu luttakararnir bidnir um at svara
einum spurnarblaði, sum mátaði teirra
sosialu sjálvtilvitsku. Tað vil siga, at
spurnarblaðið mátaði hvussu tilvitað
luttakarnir vóru um seg sjálvar í mun
til síni viðmenniskju. Og tað vísir
seg at øll, líkamikið um tey trúgva
á Gud ella ikki, gerast meira tilvitað
sosialt tá ið tey hoyra átrúnaðarlig
orð. Hoyrir tú átrúnaðarlig orð, gerst
tú meira tilvitaður um hvussu onnur
síggja teg. Og gerst tú meira tilvitaður
um hvussu onnur síggja teg, er góður
møguleiki at tú skikkar tær eitt sindur
betri.
Hetta er eftir øllum at døma ein
generell ávirkan, sum ikki hevur brúk
fyri Gudi at virka. Til dømis hongdu
granskararnir Max Ernest-Jones
og samstarvsfelagar á University
of Newcastle myndir upp í eini av
matarhøllinunum á universitetinum:
Myndir av eygnabráðum í einum
føri og myndir av blómum í hinum.
Tá ið eygnamyndirnar hingu uppi,
ruddaðu næmingar tvífalt betri upp
eftir sær samanborið við tá ið myndir
av blómum hingu uppi. Tað hevði
onga ávirkan um ein tekstur, sum bað
næmingar rudda upp eftir sær, var á
myndunum. Ávirkanin var hin sama,
við ella uttan tekst.
Niðurstøðan er, at um fólk kenna
seg eygleidd og soleiðis byrja at hugsa
um hvussu onnur síggja tey, so skikka
tey sær betri. At verða mintur á Gud,
við at spæla við átrúnaðarlig orð ella
við at fara í kirkju, er ein góður máti
at seta hesa ávirkanina í gongd.
Tí skuldi tú – um altso tú ert sam
vitskufult menniskja, sum ynskir tað
besta fyri tín næsta – kanska um
hugsað at sett vekkaran til tíðliga
sunnumorgunin. Eitt tómt setur bíðar
eftir tínum dyntli.
tilvildarliga tilgjørd mynd
Fólk skikka sær betri, tá ið tey
halda at tey eru eygleidd av Gudi