mánadagur 3. desember 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Føroysku rávørurnar og teir
rættirnir, sum tú fært burtur
úr rávørunum, eru við til at
gera føroyska køkin til nakað
heilt serligt. Í roynd og veru
er føroysk gastronomi so
mikið serlig, at danin Bent
Christensen kallar hana fyri
ein av teimum bestu í Europa.
Bent Christensen er kendur
matjournalistur og hevur
í fleiri ár verið redaktørur
fyri Den Danske Spiseguide,
sum hvørt ár fortelur um
bestu matstøðini í danska
ríkinum.
– Føroyski maturin er so
fantastiskur, at eg ivist onga
løtu í, at um fá ár fara tit at
uppliva ferðafólk úr øllum
heiminum koma at ferðast
til Føroya fyri at fáa eina
gastronomiska
uppliving,
sigur Bent Christensen.
Maturin er
óvanliga góður
Orsøkin
til
at
Bent
Christensen hevur valt at
skriva eina bók um Leif
Sørensen og tann matin,
hann borðreiðir við á mat
stovuni Koks er, at hesir rætt
irnir smakka heilt serstakt.
– Tað, sum eyðkennir mat
in, sum Leif Sørensen ger úr
føroyskum rávørum, er, at
hann smakkar heilt ekstremt
væl. Harafturat er úttrykkið
ógvuliga einkult, men sam
stundis ótrúliga kreativt,
sigur Bent Christensen.
Um vikuskiftið hava fleiri
útlendskir matjournalistar
verið og vitjað í Føroyum í
samband við útgávuna av
nýggju bókini og ikki hevur
skortað við føgrum orðum
um føroyska matin, sum Leif
Sørensen ger.
– Eins og eg sjálvur eru
teir ovfarnir og tiknir á bóli
av teimum rættunum, sum
til ber at gera burtur úr før
oyskum rávørum. Eg taki ikki
munnin ov fullan, tá eg sigi,
at onkur teirra næstan fekk
tár í eyguni av at uppliva
føroyska
gastronomi
á
henda hátt, fortelur Bent
Christensen.
Mugu hugsa nýtt
Tað, sum eyðkennir teir før
oysku rættirnar, sum Leif
Sørensen ger á Koks, er, at
s i ð
bundnu
ræ tt i r n i r
eru
latnir
í
nýggjan ham. Júst
hetta fær rættirnar
á eitt annað og hægri
støði, hvat matlist viðvíkur,
heldur Bent Christensen.
– Tað er
umráðandi, at
tit hugsa nýtt og ikki
bert matgera upp á tann
gamla mátan. Tann vanligi
og gamli mátin er ikki nakað,
sum kann lokka útlendingar
Matur
skal draga
ferðafólk
– Um fá ár kunnu Føroyar verða fremsta
gastronomiska ferðamálið í heiminum. Tað sigur
matjournalisturin Bent Christensen frá Den Danska
Spiseguide, sum hevur skrivað nýggja bók um
kokkin Leif Sørensen og hansara føroysku matlist
KOKS er heitið á nýggjari bók um føroyska gastronomi
og kokkin, Leif Sørensen. Bókin tekur støði í teimum
rættunum, sum Leif Sørensen ger á matstovuni Koks
á Hotel Føroyum. Til ber at síggja og lesa um føroyska
gastronomi, árstíðirnar, rávørur og matmentanina á
teimum 282 síðunum, sum bókin telur. Tað er danski
Bent Christensen, ið hevur skrivað bókina, og Claes
Bech-Poulsen, sum hevur tikið myndir.