Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 til Før­oya. Við at hugsa nýtt og krea­tivt samstundis sum mann brúkar føroyskar rávørur, er hesin nýggi føroyski køk­urin veruliga nakað, sum út­lend­ingar vil ferðast langt fyri at uppliva, sigur Bent Christensen. Rávørurnar, sum vit hava í Føroyum, eru hornasteinurin í føroyskari gastronomi, tí hon gevur okkum møgu­ leik­ar, sum ikki eru til staðar aðra­staðni. – Maturin er so feskur sum yvirhøvur ber til, av tí at rávørurnar, sum verða brúktar, eru so spildur­nýggj­ ar. Maturin skal ikki fryst­ ast ella liggja og bíða í fleiri samdøgur ella vikur, og tað er fantastiskt, sigur Bent Christensen og heldur fram: – Tað nýtast ikki at ganga fleiri enn eini 15 minuttir, frá tí at til dømis fiskurin er fisk­ aður, til tú hevur ein lekran fiskarætt á borðiskinum framm­an fyri tær. Júst tað er for­kunnugt og heilt serligt fyri út­lendingar. Føroyingar mugu stuðla Hóast Bent Christensen vísir á týdningin av, at útlendingar fáa eyga á føroyska gastro­ nomi, heldur hann tað eisini vera av alstórum týdningi, at føroyingar eisini eru til­ vit­aðir um rávørurnar, og hvussu tær kunnu brúkast. – Nógvir føroyingar vita lítið og einki um teir fan­ tast­isku rættirnar, sum Leif Sørensen skapar við før­ oyskum rávørum. Tí er hetta slagið av matlist ikki bert nýtt fyri útlendingar, men av­gjørt eisini fyri ein stóran part av føroyingum, sigur Bent Christensen. Men ein forteyt fyri at Før­ oyar kunnu gerast tað landið, sum ferðafólk leita til fyri at uppliva matmentanina, er, at kundagrundarlagið er til staðar – alt árið. – Føroyingar skulu seta sær sjálvum spurningin, um teir vilja stuðla hesum slagnum av matmentan, tí ynskja tit ferðafólk hendavegin, mugu føroyingar sjálvir tryggja, at kundagrundarlagið finst. Tað vil siga, ístaðin fyri at eta heima hvørt einasta kvøld alt árið, so kann mann velja at fara út at eta og fáa eina ser­liga uppliving, sigur Bent Christensen og heldur fram: – Føroyar eru eitt gastro­ nomiskt eldorado, og tað er nakað, sum fólk vilja ferðast langan veg fyri at uppliva. Tað eru bara teir fæstu føroy­ ingarnir, sum eru greiðir yvir hetta gastronomiska ævin­ týr­landið. rannva@sosialurin.fo Hvør er Leif Sørensen? »Nordatlantens førende gourmetfigur«. Soleiðis verður føroyski kokkurin, Leif Sørensen lýstur í bókini KOKS. Sum ungur fór hann til Danmarkar, og við útbúgving og arbeiðsroyndum frá eitt nú Kommandenten hjá Francis Cardenau og Brian Funder á Marie Grubbe á Tjele Gods, kom Leif Sørensen aftur til Føroya. Hann var við til at skriva »Norðurlendska Manifestið« fyri norðurlendska gastronomi í 2004. Síðani 2007 hevur Leif Sørensen verið norðurlendskur umboðsmaður fyri Ny Nordisk Mad. Dagliga starvast hann sum kokkur á matstovuni Koks á Hotel Føroyum.