Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað er betri, at ein sekur verð­ur frídømdur, enn at ein ósek­ur verður dømdur. Soleiðis byrjaði verjin sína pro­sedu­ru í rættinum frígg­ ja­dagin. Hann gjørdi nógv burtur úr, at rættarskipanirnar í Dan­mark og Føroyum ikki eru eins, og at Føroyar í so máta eru eini 30 til 50 ár aft­ an fyri Danmark. Verjin hevði hug at rógva upp undir, at rættartrygdin hjá ákærda var ikki eins góð sum hon skuldi, tí ákærdi ikki skil­ir danskt. Hann legði eisini ákæru­ vald­ið undir ikki at vera objek­tivt, men at vera for­ long­di armurin hjá politi­ num. Hann setti spurnartekin við trúvirðið hjá teimum báð­um bankakvinnunum, sum søgdu ákærda royna í Eik Banka í Fuglafirði at taka pening út við kortinum hjá eldra manninum á Nesi, og at royna at tiltuska sær pin-kotuna til stolnað kortið. Tær vórðu bara vístar eina mynd, og tað er ein vansi fyri rættar­trygdina. Verjin vísti eisini á, at tá talan kom til talutíðina, vórðu tey fyrstu keypini ikki framd frá telduni hjá ákærda. Hann segði eisini, at órætt­ aði í visakortmálinum var ótrú­verd­ugur, tí viðkomandi stríðist við alzheimer sjúku­ na. Viðvíkjandi nýtslu av visa­kortinum í arbeiðstíðini hjá ákærda segði verjin, at fólk nokk høvdu kært, um ákærdi ikki passaðí sítt ar­ beiði. Nú er at siga til tað, at fólk reit faktisk høvdu kært um júst hetta. Vónbrotin Í forholdi seks, sum var roynd at keypa talutíð, helt verjin ikki, at har var nakað at koma eftir, tí talan var júst um roynd, har var einki ólóg­ ligt hent. Hinvegin segði Anfinn Vitalis Hansen seg vera vón­brotn­an av ákærunum og próvførsluni móti 33 ára gamla kroatanum. Hann helt, at rættarmálið hevði ført fleiri spurningar við sær held­ur ­enn svar. Hann førdi fram, at um eitt dráp er framt, so er tað framt millum 03.12 og 13.00 fríggja­dagin 4. november, so­ leið­is sum ákæruvaldið setur tað fram. Men tað heldur verj­in kann ikki passa. Annfinn Hansen segði nevn­ing­unum, at um teir døma ákærda, so skriva teir rættarsøgu í danska ríkinum, tí ongantíð áður er nakað dømd­ur fyri morð, uttan at nak­að lík fyriliggur. Sum øll vita, er hetta ikki heilt rætt, tí júst í hesum døg­um er eitt rættarmál í suðurjútlandi, har tveir mans eru ákærdir fyri morð, utt­an at nakað lík fyriliggur, og enntá uttan nøkur tekn­ isk prógv, men bert vitnis­ frá­sagn­ir. Eisini vita vit, at Peter Lundin hevur dripið unnu­ stu sína og hennara tveir dreing­ir, uttan at nakað av teim­um líkunum er komið fyri ein dag. So sjálvt um verjin á sín hátt hevur grein í sínum máli, er tað ikki púra ókent, at fólk verða ákærd fyri morð, uttan at nakað lík fyril­iggur. Undir trýsti Tað er ein sannroynd, at ákærdi javnan hevur skift fr­á­greið­ing gjøgnum hetta árið, hann hevur sitið varð­ halda­fongslaður. Men hetta hevur sína náttúrligu orsøk, sam­bært verjanum. Tað sgur seg sjálvt, at ákærdi hevur verið undir ein­um øgiligum trýsti. Hann situr varðhaldafongslaður í ein­um fremmandum landi utt­an at skilja málið nakað ser­liga væl. Verjin segði eisini, at orsøk­in til, at stuldurin av Skoda­bili­num ikki kom fram við fyrstu avhoyringarnar, var, at ákæruvaldið at byrja við arbeiddi við teoriini um, at Piddi er horvin leygar­ kvøld­ið ella seinni, og tí var eingin orsøk at nevna Skoda­ bilin, sum varð stolin fríggj­a­ nátt­ina. Hetta kann tykjast løgi, tá frágreiðingin hjá ákær­ da júst gongur út upp á, at onkur annar enn hann hev­ ur myrt Pidda, tí hann sá tríggj­ar persónar koyra inn í Norðoyatunnilin og bert tveir koma út aftur. Annfinn V. Hansen eftir­ lýsti eisini, hví eingin ser­ frøð­ing­ur hevði roknað út, hvussu nógv blóð var funnið til­samans, sum stavaði frá Pidda. Hann helt, at tá ser­ frøð­ingu­rin hjá løgregluni hevði nevnt eitt tal sum ein desi­lit­ur, helt verjin tað vera lítið, tá hugsað verður um, at fólk hava fimm og trýss desi­ lit­ur av blóði í sær. Eisini eftirlýsti verjin eina blóð­slett analysu í sovi­kam­ ari­num hjá Pidda. Sat Piddi í Skodabilinum Eitt annað, sum Annfinn Han­sen førdi fram í sínari pro­se­duru var, hví blóð frá Pidda varð funnið í sofu­ni í stovuni. Sambært ákæru­ valdi­num hevði Piddi ikki verið inni í stovuni undir drápi­num. Hann setti eisini spurn­ ar­tekin við, hví politiið ikki fyrr enn í februar fann pass og fartelefonir hjá Pidda í húsunum, sum ákær­ di leigaði á Nesvegi 73. Tí ákærdi hevði ikki havt møgu­leika at verið heima hjá sær sjálvum síðani 15. no­ vem­ber 2011. So uttan at siga tað beinleiðis setti verjin kort­ini spurnartekin við, um pass og fartelefonir vórðu »plant­aðar« hjá ákærda. Hann setti eisini spurn­ ing­in, um Piddi hevði sitið í Skodabilinum. Kundi tað hugsast, at onnur av vaks­nu døtrunum hjá Pidda onkun­ tíð hevði bjóðað honum upp í Skoda­bilin, og kundi tað vera orsøk­in til, at blóð frá Pidda var at finna í bilinum. piddamálið Krevur frídøming í Tá verjin hjá ákærda kroatanum í Piddamálinum førdi sína proseduru, kravdi hann frídøming í øllum sjey viðurskiftunum, bæði tá tað kom til svik við visakorti, og ikki minst fyri manndráp Kriminalassistentur úr Danmark greiður frá um SIM-kort