Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 piddamálið øllum viðurskiftum Hann vísti eisini á, at eing­in avtala finst um, at ákær­di skuldi koyra børnini í skúla fríggjamorgunin tann 4. november, og tað bendi á, at ákærdi hevði sovið hjá unnu­stu­ni hesa náttina. Hongur ikki saman Verjin segði, at tað var fys­ iskt ógjørligt, at ákærdi, sum vigar eini 75 kilo, skul­di kunna dragsa Pidda á 110 kilo allan vegin úr sovi­kamar­ inum niður í Skodabilin í gara­sju­ni. Tað letur seg heilt ein­falt ikki gera, helt verjin. Eisini nevndi hann vitn­ ini, sum siga seg hava sæð Pidda bæði fríggjadagin 4. no­vem­ber og leygardagin 5. no­vem­ber. Hesi vitni eru avgjørt trú­ verdug, og tey eru prógv fyri, at ákæruvaldið hevur eina vána­liga søk. Verjin helt, at teoriin hjá ákæru­valdinum stutt sagt ikki hongur saman, og hann legði ákæruvaldið undir at vilja hava ákærda dømdan, kos­ta hvat tað vildi. Hann nevndi eisini nakrar teori­ir, millum annað, at Piddi skal hava gjørt av við seg sjálvan. Annfinn Vitalis Hansen end­aði sína proseduru við at minna nevningarnar á, at ábyrdin á teirra herum er ógvu­liga stór, og at døma tey tann ákærda, so vendst ikki aft­ur. Dómurin er endaligur, og kann ikki skjótast inn fyri nakr­an hægri rætt. Tí mugu nevn­ingarnir ikki vera í iva, um tey døma ákærda sekan í drápi. Verjin, Annfinn Vitalis Hansen, helt sína proseduru fríggjadagin Tekning: Janus Dam Guttesen Leo Poulsen Dómarin hevði sína rættar­ leið­bein­ing í Piddamálinum í morgun, og hann duldi ikki fyri, at prógvini heltu tann veg­in, at ákærdi er sekur í bæði svikarspurninginum og í drápsmálinum. Dómarin býtti dráps­ spurn­i­ngin upp í tríggjar part­ar, nevniliga er Piddi deyð­ur, er tað ákærdi, sum hev­ur dripið hann og hevur hann framt viljað dráp. Dómarin segði, at Piddi hev­ur nú verið horvin í meira enn eitt ár. Pass og far­ tele­fon­ir vórðu funnin hjá ákærda, og hartil er visa­kort­ ið hjá Pidda ikki nýtt síða­ni hann varð eftirlýstur fyrst í november mánað í fjør. Tað má tí metast, at Piddi ikki meira er á lívi. Er tað so ákærdi, sum hev­ur beint fyri Pidda. Dómarin vísti á, at blóð er funn­ið í sovikamarinum hjá Pidda, og blóðslettið bendir á, at framt er kubbutur harð­skap­ur, sum Guldager, kriminal­teknikari førdi fram. Hetta er í samsvari við, at ein steikipanna er nýtt at beina fyri Pidda. Blóðslett gjøgnum gong­ ina, niður trappurnar og útí garasjuna, saman við blóði­ num í Skodabilinum og alt blóð­ið, sum varð funnið í hjalli­num hjá ákærda bendir á, at tað er ákærdi, sum hev­ ur beint fyri Pidda. Í triðja lagi segði dómarin, at ákærdi var kroystur upp í ein krók, tí hann hevði lov­að unnustu síni – sum er fyrr­verandi kona Pidda – at tey skuldu flyta inn á Gerðisvegi 1. november. Men fyrsti november kom og fór, og einki hendi. Síðani segði ákærdi fyri unnustuni, at hann skuldi á fund við Pidda og einum sakførara, sam­an við »Big Boss« úr Havn. Dómarin segði, at tá ákærdi brúkti eina steiki­ pannu at drepa Pidda við mátti hann rokna við, at ein slík handling kundi enda við deyða­num. Dómarin metti tí, at ákærdi er sekur í drápi, og at hann framdi hetta við vilja. Nevningarnir fóru und­ ir at votera beint eftir døgurða, og roknað verður við, at nevningarnir ikki fara at nýta serliga langa tíð um at koma til eina avgerð. Avgerðin kann falla í dag Nevningarnir eru nú farnir undir sína votering av drápsmálinum og svikinum við visakortunum, og ein avgerð um skuldarspurningin kann falla longu í dag