Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Í 2010 settu Livar Nysted í Hvannasundi og vinmenn hansara heimsmet, tá ið teir í bátinum Artemis sigldu úr New York til Bretlands. Teir brúktu 55 dagar um ferðina og slerdu eitt 114 ára gamalt met. Nú ætlar Livar Nysted aftur avstað, og málið er at seta eitt met, sum ein góður vin­maður hansara setti í fjør. Teir verða átta menn við bátinum, fýra skulu rógva í senn. Ein er úr Australia, seks bretar og so Livar. - Vit ætla at gera líka sum sein­ast og rógva tveir tímar í senn. Ein nýggjur bátur er smíð­ að­ur til hesa ferðina. Báturin eit­ur Avalon. - Hann er gjørdur úr sera løtt­um tilfari, og eg vænti, at hann fer at ganga væl, sigur Livar Nysted. Hann fer úr Føroyum fyrst í nýggju árinum til Kanar­isku oyggjarnar. Har seta teir seg við árarnar og stevna móti Barbados í Karib­iska havinum. Metið, sum sett varð í fjør, var 32 dagar. - Vit vóna at brúka minni enn ein mánað til túrin, og tað skuldi borið til, um streym­ur og veðrið eru við okk­um, sigur Livar Nysted. Krevur sálarliga styrki Hann fyrireikar seg væl til túr­in, venur nógv. - Men tað er ikki nóg mikið við likamligum venjingum. Sálar­liga styrkin hevur nógv stør­ri týdning enn likamliga styrk­in. Tú skal vera egnaður, ann­ars ger alt tað sama. Livar Nysted hevur prógv­að, at hann er sera væl egnaður til havróður, sum verður roknað sum mest eks­trema og harða ítrótt­ar­ grein, sum nakað menniskja kann íðka. Í fyrireikingartíðini nýtist hon­um ikki at halda seg til nakr­an serkost. Etur niðurfyri - Eg kann eta alt, nógvan mat og helst eisini feitan mat, tí tað skal vera nakað av á ferð­ ini, sigur hann. Ein vanligur arbeiðsdagur á landi brennir umleið 4.000 kaloriur um dagin, men ein hav­rógvari brennir 10.000 kalori­ur um dagin. - Vit eta á túrinum 5.000 kalori­ur um dagin, og tað er nógv, men tá ið vit brenna so nógv , sigur tað seg sjálv, at vit fara aftur. Seinast fór eg 20 kilo aftur, sigur Livar Ny­sted. Á sjálvari ferðini liva teir av turrkosti, sum verður bloytt­ur. Haraftrat eta teir nógva sjokolátu. Á einum túri hevði Livar Ny­sted turran fisk við sær. Hin­ir spýðu næstan av deymi­num. Bara ein hevði hug at smakka. - Men tá ið 10 dagar vóru farnir, ótu allir, tí teir sakn­ aðu okkurt at býta í. Hin mat­urin er so keðiligur og skal súpast, sigur Livar Ny­ sted. Tá ið hann fór túrin úr New York, tordi hann ikki at taka turran fisk við sær, tí hann var bangin fyri at ren­na seg i forðingar í USA. Nú hann skal til Spania, er hann ikki bangin at taka turran fisk við sær. Spaniól­ar munnu ikki vera líka strang­ ir, heldur hann. Tað kostar Livar Nysted arbeiðir sum vanligur maður hjá byggi­ fyri­tøkuni Kanjon í Klaksvík. Men ein arbeiðsmannaløn røkk­ur ikki til at fíggja eina slíka ferð, og tí er hann farin at leita eftir sponsorum. - Bara at seta seg í bátin kostar 150.000 krón­ur. Har­ aftr­at koma ferða­út­reiðsl­ur, mist arbeiðsinntøka og ann­ að, so útreiðslurnar liggja mill­um 250.000 og 300.000 krón­ur, sigur Livar Nysted. Men stóra upphæddin forð­ar honum ikki í at fara, tí hug­urin at rógva og seta met er størri enn so. Livar vil aftur seta heimsmet Livar Nysted í Hvannasundi fer um ein mánað aftur at rógva um høv, og málið hjá teimum átta monnunum er at sláa verandi heimsmet. Leiðin á hesum túrinum gongur frá Kanariuoyggjunum vestur til Barbados, sum liggur í Karibiska havinum Livar Nysted arbeiðir sum arbeiðsmaður í Klaksvík