mánadagur 3. desember 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tvær ferðir hetta viku
skiftið
eru
bilførarar
rýmdir undan ferðslu
óhappum.
Tá ið ein bilførari í
Vágum skuldi av einum
parkeringsplássi í sunnu
kvøldið, rendi hann á ein
annan bil.
Men hann lætst ikki
um vón og koyri avstað.
Men fólk sóu hending
ina og boðaði løgregluni
frá. Maðurin varð tikin
eina lítla løtu seinni og
hann verður nú ákærdur
fyri rúsdrekkakoyring og
fyri at hava rýmt av stað
num.
Eisini leygardgin leit
aði løgreglan eftir einum
bili, sum hevði rent á uppi
á Sundsvegnum í Havn.
Eisini tann bilførarin
rýmdi av staðnum.
Nú hevur løgreglan
funnið bilin og tá ið hann
varð kannaður, vísti tað
seg, at hesi sami bilur
allarhelst
eisini
hevur
rent á ein bil, sum stóð
parkeraður á Landaveg
num, men tí óhappinum
rýmdi bilførarin eisini
undan.
Løgreglan ger nú fleiri
kanningar í tí málinum.
Annars var eitt ferðslu
óhapp á Glyvrum í morg
un. Bilførarin misti tamar
hald á bilinum í hálku og
rendi á ein garð. Bilførarin
slapp óskalaður, men bil
urin sjálvur fekk stóran
skaða.
Løgreglan hevur havt nógv
stríð av fullum fólki um viku
skiftið.
Jólaborðhaldini eru við at
taka seg upp í álvara. Sam
stundis hevur veðrið verið
gott, so tað hevur verið heilt
nógv fólk í býnum.
Men tað hevur eisini verið
hált og alt hetta blandað
saman, er tað uppskriftin
upp á eitt lívligt vikuskiftið
hjá løgregluni.
Vakthavandi á løgregluni í
Havn sigur, at tey hava havt
úr at gera at fáast við full
fólk.
Fólk eru dottin ella hava
ligið avdottin úti, men tað
hevur tað verið ov kalt til,
so løgreglan hevur hjálpt
nógvum at finna ein hýru
vogn, ella til at finna upp
hús aftur, og einar fýra, fimm
ferðir eru tey send á Lands
sjúkrahúsið at kanna skaðar,
tey hava fingið.
Onkustaðni hava full fólk
eisini verið til ampa, tí tey
hava larmað og onkustaðni
hava tey órógvað grannar
við tónleiki
Løgreglan hevur eisini
fleiri ferðir verið uppi í, har
fólk eru farin til hendurs og
í nøkrum førum hava fólk
fingið so mikið av skaða, at
tey eru farin á Landssjúkra
húsi.
Í øðrum førum hevur tað
eydnast at skilja partarnar
sundur aftur, áðrenn skaði
stóðst av.
Bara sunnunáttina varð
løgreglan heilar níggju ferðir
boðsend til húsaófrið, har
húsfólk eru komin til ilnar
og til annan ófrið.
Men hvørja ferð hevur tað
eydnast løgreglufólkunum
at sissa partarnar, so tað var
ikki neyðugt at taka seta
nakran í brummuna at kóln
að aftur.
Ein bilførari er tikin fyri
at koyra við kenning og ein
hýrivognsførari meldaði eitt
viðskiftafólk fyri harðliga
framferð. Løgreglan fer at
gera avhoyringar í málinum
seinni at vita um viðskifta
fólki skal ákærast fyri harð
skap
Tvey herverk hava eisini
verið. Í Klaksvík er ein rútur
brotin og har veit løgreglan,
hvør syndarin er.
Í Havn er ein postkassi
sprongdur í luftina við ein
um ordiligum braki og har
leitar løgreglan eftir teimum
seku.
Tað eydnaðist trimum
ungum fólkum at bjarga
sær í land, tá ið ein bilur
fór á sjógv á bryggjuni
á Strondum beint eftir
klokkan tvey sunnunátt
ina
Ein bilur við trimum
ungum fólkum, einum
dreingi og tveimum gent
um var farin oman á
bryggjuna, men har varð
bilførarin tikin á bóli av
hálkuni og bilurin gleið á
sjógv.
Men tey ungu fólkini
misti ikki tamarhaldið
á
støðuni.
Hurðarnar
framman
fingust
ikki
upp, men tað eydnaðist
teimum øllum trimum at
sleppa út ígjøgnum aðra
bakhurðina og at svimja
til lands, so tey komu øll
frá tí í øllum.
Tey boðaðu sjálvi frá
óhappinum, men fólk á
staðnum tók sær av teim
um, til tey vórðu á Lands
sjúkrahúsið til kanningar
at fáa trygd fyri, at ongin
skaði var hendur.
Rýmdu
undan
ferðslu
óhappum
Bilur gleið
á sjógv á
Strondum
Full fólk
Løgreglan hevur havt eitt strævið vikuskiftið, men felags fyri næstan allar trupulleikarnar hevur verið rúsdrekka
Nógv stríð av
fullum fólki