Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Í dag er spælið Barónurin kom­ið til landið. Barónurin minnir nógv um enska Monopoly og dans­ ka Matador. Men Barónurin er føroyskt, og spælið er lag­ að eftir føroyskum viður­ skift­um. Tað eru teir báðir Sjúður Hamm­er og Reinmund Lang­ gard, sum hava gjørt spælið. Meira enn 100 ár eru liðin, síðan borðspælið Monopoly var spælt fyrstu ferð – tá æt tað Landlord´s game. Monopolyspælið er prent­ að í meir enn 275 milliónum ein­tøkum og spælt av meir enn einari milliard fólkum. Í Føroyum kenna vit best donsku útgávuna, Matador, sum er lagað til donsk viður­ skifti. Á føroyska spælinum er einki fongsul, men í staðin er ein feria, og í staðin fyri reiðarí hevur føroyska spæl­ ið peningastovnar. Eisini ber til at lenda á Gekkinum. Danska spælið hevur gøtu­navn, sum í føroyska spæli­num eru fyritøkur. Hug­skotið aftan fyri hetta er, at tær stóru nevndu fyri­ tøkur­nar hava goldið til spæl­ið, sum á tann hátt kann selj­ast bíligari enn slík spøl ann­ars kosta. Reimund Langgaard held­ ur spælið vera læruríkt fyri børn, tí tey læra bæði, hvussu før­oysku fyritøkurnar eita, hvussu vinnulívið sær út, og um at keypa og selja vinnu­ fyri­tøkur. Fyri­tøkur­nar eru býtt­ar upp í vinnu­greinar. Nógv fólk rokna ongan­ tíð í høvdinum, men hetta spælið gevur fólki møgu­leik­ an at menna tann førleikan. Eins og í útlendsku spølu­ num ræður um at leggja allar fyritøkurnar undir seg, og hinir spælararnir fara av knóra­num. Familjuspæl - Hetta er eitt familjuspæl, og best er, um vaksin spæla sam­an við børnunum, tí tey vaksnu kunnu tá læra børn­ ini um samfelagið, at geva aftur og so víðari, sigur Rei­ mund Langgaard. Spurningarnir eru allir um føroysk sam­felags­ viðurskifti. Á penga­seðlu­ num eru and­liti­num á for­monnunum í po­lit­isku flokkunum. Upphæddirnar á penga­ seðlu­num svara ikki júst til tað, sum vinnufyritøkur kosta at keypa. - Tað er rætt, at upp­hædd­ irnar ikki samsvara við hesa tíð­ina, men valdu hetta fyri at gera tað lættari hjá børn­ unum at rokna. Reimund Langgard vænt­ ar ikki, at nakar trupulleiki verður at fáa børn at spæla Barón­in, tí børn tíma altíð at spæla. Truplari kann vera at fáa tey vaksnu at spæla, men tey flestu vaksnu kenna Mata­dor og kunnu tí óivað lokk­ast at spæla nýggja spæl­ið. Nógv fólk minnast aft­ur á Matadorspælið, at tað tók fleiri tímar at spæla, men hetta spælið er gjørt á ein annan hátt við sam­ráð­ing­ar­ um­fari, og til ber at býta um fyri­tøkur. - Eg havi nú spælt tað einar 30 ferðir, og tað hevur vart niður í ein tíma, sigur Rei­mund Langgaard. Eitt føroyskt madador Barónurin eitur eitt nýtt føroyskt borðspæl, sum Sjúrður Hammer og Reimund Langgard hava givið út Reimund Langgaard dámar sjálvur væl at spæla