Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pól Jespersen: Rúmdin – almenn stjørnufrøði, Forlagið Nám. Í 2009 vóru 400 ár liðin síðan italski stjørnufrøðingurin Gali­leo Galilei sum tann fyrsti av teimum túsundum, ið framm­an­undan hon­ um mundu hava vent eygunum móti tí ørandi stjørnu­himmalinum, ið brúkti kikara til hetta endamál og sá tað, sum eing­in fyrr hevði sæð. Altjóða stjørnu­frøðifelagið IAU og UNESCO gjørdu av, at árið 2009 skuldi vera al­tjóða stjørnufrøðiár at minnast hesa stórhending. Í Føroyum vóru eingi tiltøk fyriskipað av tí al­menna, men Pól Jespersen, rit­stjóri og áhugastjørnufrøðingur, skriv­aði nakrar sera áhugaverdar greinir í bløðunum um evnið. Helst mundi hann longu tá so smátt vera farin undir at skriva bók um stjørnufrøði, tí seinasta vetur var eitt av skeiðunum hjá Tórshavnar kvøldskúla um stjørnufrøði við Pól sum lærara. Eg var so heppin at sleppa at luttaka í hesum skeiðinum, og eg minnist mína longu lærutíð ikki at hava upplivað so áhugaverdan skúla við so dugnaligum og eld­ hug­aðum lærara. Hvørt kvøldið fingu vit nøkur kapittul úr bókini, hann tá var í ferð við at skriva, og harafturat vísti hann filmar og annað tilfar á stórskýggja. Sjáldan “sluppu” vit avstað til ásettu tíðina, og tímarnir gjørdust sjáldan minni enn hálvan til heilan tíma longri enn ásett, tí lærarin hevði so nógv uppá hjarta. Nú er bókin so komin, og tað er ikki eiti á verki, sum í “jarðartíð” fevnir um stívliga 2500 ár og í “rúmd­ar­tíð” eini 13,7 milliardir ár. Hóast evnið er so veldigt, at teir gløgg­astu heilarnir millum vísinda­ fólk neyvan eru førir fyri at fata tað til fulnar, er bókin so væl skipað og frágreiðingarnar so pedagogiskar, at øll, sum væl og virðiliga duga at lesa í bók og eru nóg forvitin, fáa stóra gleði av at lesa hana, og fara at venda aftur til hana at fáa greiðu á torskildum tíðindum um rúmdina, ið alt oftari eru at frætta í fjølmiðlunum, nú nýggjar planetir og stjørnubreytir hoyra til dagsins tíðindi. Bókin er eisini á tremur við myndum, ið lætta um at skilja annars torfør evni. Frásøgustílurin er so leikandi lættur og málið so gott, at lesarin verð­ur borin gjøgnum tey torfør­ astu fyribrigdi, sum nakrir av bestu heilunum í vísindasøguni hava stríðst við. Har orð ikki røkka, eru striku­myndir til hjálpar. Frá Thales til Big Bang og eitt sindur afturat .... Sum heitið sigur, er bókin um almenna stjørnufrøði. Hon er bygd soleiðis upp, at hon í søguligum høpi lýsir tey ómetaligu framstig, ið eru gjørd hesi 2500 árini í okkara vitan um rúmdina, og tað sum har hendir. Samstundis verða ævisøgurnar hjá fremstu vísindafólkum á økinum lýstar á livandi hátt. Nútímans vísindaástøði byrjar í Grikkalandi. Fyrsti maðurin (tað eru við tveimum undantøkum bara menn), ið verður nevndur, er Thales úr Milet (uml. 635 – 546 f.Kr.), ið ofta verður nevndur tann fyrsti vísindamaðurin, av tí at hann altíð royndi at finna svar á spurningar á vísindaligan hátt, í staðin fyri sum vanligt hevði verið at víst á gud­ar ella aðrar metafysiskar frá­ greið­ingar. Hann fekst ikki bein­ leiðis við stjørnufrøði, men tað gjørdu nakrir av hansara griksku eftirmonnum, og tað var ikki smá­ vegis, ið kom burturúr. Pytha­goras segði, at jørðin var rund og mól í sirkul­rørslu um ein eld, ið var heims­mið­depil. Heraklid fann út av, at jørðin mól um sín egna ás í 24 tímar, Aristarch roknaði lutfallið millum fjarstøðuna til sólina og til mánan, og Eratosthenes roknaði støddina á jørðini. Hipparch gjørdi sær ein himmalglobus og ta fyrstu stjørnuskránna við knattstøðuni hjá eini 850 stjørnum. Hetta fekk tó eina vend, tá Ptolemeus (100 – 178 e.Kr.) vendi aftur til, at jørðin stóð still, og at sólin og stjørnurnar mólu um jørðina. Ein lítil ”røvarasøga” úr Føroyum Føroyar eru ikki frammalaga í hesi søguni, men eina stuttliga søgu má eg nevna. Hana hevur høvundurin funnið hjá Dr. Jakobsen, og er hon um teir fýra Hargabrøðurnar í Sumba, ið sótu so illa um sátt, at teir lógu hvørjum øðrum eftir lívinum. Ein dagin, teir vóru burtur í haga, kom so snøgliga eitt myrkur niður yvir teir, og teir gjørdust so ræddir, at teir lovaðu olmussu at vera betri menniskju, sluppu teir við lívinum. Tá lætti í og tað gjørdist dagur aftur. Høvundin heldur, at hetta hevur verið ein full sólarmyrking. Hann heldur, at Hargabrøðurnir hava livað um ár 1600 og við at leita i vísindatilfari kemur hann fram til, at hendingin hevur verið nakað fyri miðdag tann 30. mai í 1612. Soleiðis ber eisini til at brúka stjørnufrøði, helst við einum blunki í eyganum. Europa í miðøld Meðan arabar ognaðu sær ein hóp av vísindaligari vitan úr Grikka­ landi og løgdu afturat, lá Europa í svøvni í miðøldini. Sum tey flestu munnu minnast frá skúlatíðini, vóru menninir hjá Kolumbusi so bebbaræddir fyri at skipini skuldu farast, tá teir náddu kantin á jørð­ ini. Hetta var í 1492. Men í 1514 fór at lýsa í myrkrinum. Tað árið skriv­aði tann seinni kendi pólski stjørnu­frøðingurin, Nicolaus Koperni­cus, ein lítlan bókling, har hann í sjey grundsetningum sigur sína hugsan um, hvussu heimurin er saman­skrúvaður. At jørðin er ikki mið­depilin, men melur saman við hinum gongustjørnunum um sólina, mundi vera tað mest koll­ veltandi. Kanska orsakað av, at Koperni­cus var kirkjumaður, gav hann ongantíð hesar tankar út. Hetta hendi ikki fyrr enn í 1543, stutt fyri at hann doyði. Ein annar kendur stjørnu­frøð­ ingur í 16. øld var danskarin Tycho Brahe. Hann var serliga dugnaligur at byggja stór mátitól og var førur fyri at finna knattstøðuna hjá yvir 1000 stjørnum, sum hann festi á ein stóran himmalglobus. Hansara heimsmynd var heldur fløkjaslig. Jørðin stendur still, meðan sólin og mánin mala um jørðina. Hinar gongustjørnurnar mala um sólina. Tycho flutti til Prag og doyði har í 1601. Tann næsti at gera um seg er týskarin Johannes Kepler. Hann gjørdist hjálparmaður hjá Tycho Brahe, og ognaðist hansara virðis­ miklu mátingar eftir at Tycho doyði. Tað eydnaðist Kepler at staðfesta, at gongustjørnurnar, jørðin íroknað, ganga í ellipsum um sólina, og hann orðaði eisini tríggjar empiriskar lógir um gongustjørnurørslurnar. Verkini hjá bæði Kopernikus og Kepler endaðu á svarta lista hjá katólsku kirkjuni. Uppaftur verri gekst italska heimsspekinginum Giordano Bruno, sum hevði sera framkomnar tankar um alheimin. Hann varð brendur á báli í 1600. Galileo Galilei Sum nevnt var tað bragdið hjá Galileo í 1609, ið varð fagnað við at gera 2009 til altjóða stjørnufrøðiár. Hann var samtíðarmaður Keplers og gjørdist professari í støddfrøði »Tá glampar á himli stjørnulind« Ummæli Miðaldarmaður hyggur út um stjørnusferuna Veggjakvadrantur á Ven Andromedabreytin