Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í Pisa 30 ára gamal. Í alisfrøðini var hann ein stórur endurnýggjari, og sum stjørnufrøðingur er hann serliga kendur fyri avrikini við kikaranum, ið var heilt nýggjur. Hann lærdi seg at slípa linsur og gjørdi sínar egnu kikarar, ið ikki vóru stórir eftir okkara mátistokki; linsan var ikki størri enn ein fimmkróna. Men hann var nú førur fyri at síggja tað, sum eingin hevði hómað við berum eygum. Soleiðis var hann førur fyri at staðfesta, at fýra mánar gingu í ringrás um Jupiter (nú vita vit, at teir eru 63 í tali). Somuleiðis prógvaði hann við arbeiðinum hjá Kopernikus sum grundarlag, at jørðin gongur um sólina. Eins og frammanundan við Kopernikus fordømdi kirkjan arbeiðið hjá Galileo, og hann varð boð­sendur at møta fyri Inkvisi­ tiónini í Rom, har hann at enda varð tvingaður at afturkalla allar sínar tesur. Sama árið sum Galileo doyr, í 1642, verður ein annar stórur vís­ inda­maður, Isaac Newton, føddur. Hann verður enn í dag mettur at vera millum fremstu vísindamenn, sum hava livað. Hansara náttúru­ lógir um kreftur, rørslur og at­ dráttar­megina høvdu avgerandi týdn­ing fyri alla gransking, eisini tá ræður um rúmdina. Vit gera nú eitt langt lop í tíð fram til uml. 1900. Enn er vanliga fatanin at “okkara” stjørnubreyt, Vetrarbreytin, er tann einasta, men semja er tó ikki um hesa fatan. Í 1912 gjørdi Henrietta Leavitt eina ta størstu uppdaging í stjørnufrøðini í 20. øld. Hon granskaði serliga tær sonevndu variablu stjørnurnar, ið sendu ljós frá sær við ymiskari styrki, ið broyttist á regluligan hátt. Tað varð nú møguligt at rokna frástøður í rúmdini á heilt nýggjan og álítandi hátt. Í 1923 kundi Edwin Hubble m.a. við úrslitinum hjá Lea­vitt sum grundarlag staðfesta, at Andromeda var 900.000 ljósár burturi, meðan Vetrarbreytin er uml. 100.000 ljósár í tvørmát. Við øðrum orðum var nakað til uttan fyri Vetrarbreytina, og í dag vita vit í minsta lagi um einar 100 milliardir stjørnubreytir. Frá nú av gongur skjótt. Alt betri kikarar og ikki minst møguleikarnir at senda fylgisveinar út í rúmdina við alskyns mátitólum leggur nær­ um hvønn dag nýggja vitan afturat. Nøvnini eru eisini nógv, ið kundu verið nevnd, eitt nú Max Planck, Niels Bohr, Albert Einstein og fleiri, ið hvør sær legði steinar og klípi í tann vitanarvarðan, ið veksur støð­ ugt. Hesi fólk og teirra avrik kunnu vit lesa um í bókini. Big-Bang Ein verði eg kortini noyddur at nevna, belgiska prestin, verk­frøð­ ingin, alisfrøðingin og kosmologin Georges Lemaître (1894 – 1966). Hann las gudfrøði, verkfrøði og alisfrøði í Belgia, fór síðan til Cambridge í Onglandi, haðan til USA, har hann arbeiddi á Harvard observatoriinum og at enda til MIT, har hann skrivaði doktararitgerð. Væl brynjaður fór hann í 1927 undir kosmologiina. Tey lærdu vóru ósamd um, hvørt alheimurin (kosmos) var statiskur ella broyttist, annaðhvørt vaks ella minkaði. Lemaître kom til tað úrslit, at hann víðkaðist, og um tað var so mátti heimurin einaferð hava verið minni og tættari. Hann var tann fyrsti alisfrøðingurin at gera eina væl grundaða vísindaliga lýsing av eini alheimsbyrjan. Hann hugsaði sær, at heimurin, sum vit kenna hann, er byrjaður sum eitt tætt frumatom, ið hann nevnir “Atome primitif”. Hetta skuldi vera hent fyri eini 13 – 14 milliardum árum síðan. Tað kann vera okkum, sum av góðum grundum hava ilt við at skilja hetta, ein uggi, at tann størsti av øllum tátíðar vísindamonnum, Albert Einstein, als ikki vildi hoyra um hetta. Hann helt enn fast um, at heimurin var statiskur. Í 1931 staðfestu Hubble og aðrir, at heimurin víðkaðist við einari ferð, ið stendur í røttum lutfalli við frástøðuna. Eftir at Einstein við egnum eygum hevði hugt í kikaran hjá Hubble, mátti hann ásanna, at hann hevði ikki havt rætt og segði tá um avrikið hjá Lemaître, at “hetta er vakrasta og besta frágreiðing viðvíkjandi skapanini, eg nakrantíð havi hoyrt”. Allir stjørnufrøðingar vóru kortini ikki samdir í ástøðinum hjá Lemaître. Teirra hugsan var, at alheimurin var statiskur og tí ikki kundi vera íkomin “við einum bresti”, ið teir heldur speiskliga góvu navnið “Big-Bang”. Hetta eyk­ navnið gjørdist, sum so mangan hendir við eyknøvnum, algongda navnið á ástøðinum hjá Lemaître, ið sum frá leið gjørdist tað ráðandi. Her skal ikki vera komið nærri inn á baksýnisgeisling og aðrar uppdagingar, ið seinni eru gjørdar, og sum allar stuðla uppundir Big- Bang ástøðið. Tað er alt at finna í bókini. Rúmdargranskingin tekur dik á seg við rakettum og fylgisveinum Mangan mást tú spyrja hvat ein vísindamaður sum Galilei við ein­ um kikara við einari linsu sum ein fimmkróna (og fleiri av hansara slag) hevði kunnað avrikað við teimum tólum, ið nútíðar vísinda­ fólk hava at arbeiða við. Tá russar tann 4. oktober í 1957 sendu Sputnik í ringrás um jørðina var tað byrjanin til eina kapping, ið sum hjáveiðu hevði við sær eina higartil fullkomiliga óhugsandi nøgd av tólum, sum stjørnu­frøðingar fingu upp í hend­ urnar. Úrslitini í nýggjari vitan um rúmdina eru eisini ófatilig og koma so at siga dagliga. Fyribrigdi sum svørt hol, svart evni og svørt orka og onnur “eksotisk” orð bera um somu tíð boð um eina flóðaldu av nýggjari vitan og hvussu nógvar ósvaraðar spurningar hetta førir við sær. Hesum verður eisini livandi greitt frá í orðum og myndum. Av øðrum hentum tilfari er ein deild við stjørnumyndum og kortum at lætta um hjá teimum, sum eygleiða stjørnuhimmalin. Vit fáa at vita, at vit áttu at kunnað sæð einar 5000 stjørnur við berum eygum, men luft- og ljósdálking ger, at vit vanliga “bara” síggja nakrar fáar hundrað. Hetta man kortini vera nógmikið at byrja við hjá teimum flestu. Ein orðalisti við frágreiðingum um bókstaviliga alt millum himmal og jørð er eisini sera hentur, tá tú kann hava lyndi at villast á leiðini gjøgnum alt hetta nýggja, ið greitt verður frá. Sum allar góðar lærubøkur eiga at hava, er eisini ein keldulisti, har til ber hjá teimum áhugaðu lesarunum, ið vilja vita meira, at finna relevantar bøkur, og ein listi við leitorðum. Sera hentir eru 39 “kassar”, har ávís fyribrigdi eru gjøllari lýst, eitt nú tær klassisku átta gongu­ stjørnurnar í okkara sólskipan, stjørnuskot, kikarar o.a.m. Vitsti tú t.d. hvussu nógv grundevni eru í menniskjakroppinum, og hvaðan tey koma frá? Hetta finnur tú eisini í bókini á síðu 185. Eg fari at enda hesa bæði ov longu og alt ov stuttu umrøðu av bókini við hesum orðunum, sum eru tey seinastu í útgangsorðunum hjá høvunanum: “Hesi seinastu hundrað árini er vitanin um rúmd­ ina alsamt vaksin. At spáa, hvat vísindi fara at avdúka komandi hundrað árini, er vónleyst, so skjótt sum nú legst til við nýggjari vitan. Tað kann bara tíðin vísa”. Mín spádómur er, at tað ganga ikki hundrað ár, áðrenn vit frætta aftur frá høvundanum um nýggja vitan um rúmdina. Nú á døgum er vorðið vanligt í miðlum og aðra staðir tá bøkur, fløgur og annað mentanartilfar verður umrøtt, at komast skal við próvtølum um góðskuna av tí um­ rødda. Skuldi eg gjørt tað sama við bókina hjá Pól Jespersen um rúmdina verður mín dómur fimm stjørnur og ein pulsarur. Betri jólagávu kanst tú ikki keypa tær sjálvum ella onkrum, sum tú unnar eina gávu útum tað vanliga. Halgir Winther Poulsen Einstein á Mount Wilson í 1931 Sputnik