Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein Jákup Mørk Fyrrverandi partaeigari og stjóri í Miðlafelagnum Frels okkum frá lýsingum Lýsingainntøkur hava einki sum helst at gera í einum almennum kringvarpskassa. Tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum sterkum public-service stovni, at hesar verða tiknar burtur. Hetta er eisini tað, sum løgtingið hevur samtykt – men ongantíð framt í verki T á ein samd Mentanarnevnd tann 28. apríl 2006 legði fram uppskot til løgtingslóg um kringvarp, vórðu inntøkuviðurskiftini hjá Kring­ varpinum eisini umrødd. Í áltinum hjá Mentanarnevndini stendur m.a., at lýsingarinntøkurnar eiga at avmarkast til bara at galda fyri lýsingar yvir vanliga sendinetið – altso forboð móti netlýsingum, teldupostum, fartelefonum v.m. Víð­ari stendur, at miðast skal ímóti, at tann bindingin, sum ligg­ ur í lýsingarinntøkum verður nið­ ur­lagað í eitt 5 ára tíðarskeið. Sam­ stundis ásannar nevndin, at tann fíggj­ar­ligi part­urin eigur at upp­ vigast. Altso at KvF skal fáa aðrar inn­tøkur ístaðin fyri tær, sum lýs­ ing­arnar annars hava givið. Ójavnvág Tá spurningurin um lýsingainn­tøk­ ur hevur verið viðgjørdur, hevur hetta aloftast tikið útgangs­støði í spurninginum um trúvirðið hjá Kringvarpinum. Júst tann spurn­ ingurin er kanska tann minst viðkomandi, men hjá journal­ist­ unum – sum áseta kriteriini fyri viðgerðini – vigar hesin spurn­ing­ urin sera nógv, og tí sleppur fokus at fara frá øðrum heilt grundleggjandi spurningum. Óviðkomandi er trúvirðið sjálv­ andi ikki. Men tá er spurningurin, hvussu KvF skipar seg redaktionelt, so skott kann setast millum redak­ tión og lýsarar. Verri er, at hetta setir leiðsluna í eina pent sagt óhepna støðu. Og júst nú er trupulleikin skrivaður við risa neon-bókstavum. Við public-service sáttmálanum er staðfest, hvat KvF skal útinna í verki. Sáttmálin sigur rímuliga neyvt, hvat og hvussu, og so skal framleiðslan skipast eftir hesum leisti. Trupulleikin er, at við hesum hevur landsstýrið ásett eitt fast aktivitetsstøði (útreiðslusíðu). Hetta verður ikki samsvarað av eini eins fastlæstari inntøkusíðu. Og hvussu leingi myndugleikin enn spælir blindabukk, so hvørvur hendan ójavnvág ikki. Sjálvandi skal stovnurin eisini rationalisera, har tað ber til. Men við Public Service-skyldunum í mentu, so kann ein rationalisering ikki fremjast við at lækka aktivitets- støðið. Verri í krepputíðum Ein orsøk, sum vigaði nógv, tá ment­anarnevndin skrivaði sítt álit, var kappingarstøðan á fjøl­miðla­ marknaðinum. Einkarætturin hjá Kringvarpinum varð avtikin í 1997, og við hesum fingu lurtararnir møgu­leikan til alternativar útvarps­ rásir. Hóast fíggingargrundarlagði er ymiskt, so eru privatu rásirnar grundaðar á handisligar fortreytir. Við lógarsamtyktini í 2006 ásetti løgtingið fortreytirnar, sum hesar høvdu at virka eftir. M.a. at KvF fór at missa sín part av lýsingunum. Ein veruleiki, sum sjálvandi var part­ur av metingini, tá íløgur vórðu gjørdar í handilsligar rásir. Og í øllum førum stimbrar tað ikki hugin hjá møguligum íleggjarum, tá grundleggjandi lógarkarmar fyri vinnuna vísa seg sum tað reina bluff. Var trupulleikin stórur, tá lógin varð samtykt í búskaparveitsluni í 2006, so er hann bara vorðin størri síðani. Og tað hevur sínar púra náttúrligu orsøkir. Kringvarpsgjald og aðrar játt­an­ ir eru inntøkur, sum leiðslan í KvF einki fær gjørt við. Vil hon økja um inntøkugrundarlagið – kanska tí tað er hugaligari enn at fremja rationaliseringar – hevur leiðslan bara eina finnu at flyta. Nevnliga at dubba seg í kappingini um lýs­ ingar­krónur. Enn verri verður tað, tá markn­að­ urin er víkjandi. Privatu aktørarnar á marknaðinum hava so sanniliga merkt búskaparniðurgongdina á egnum kroppi. Stórar skerjingar eru framdar, tí inntøkurnar hava svikið. Tað hevur avleitt eina støðu, har almenni miðilin í stóran mun hevur havt óbroytta framleiðsluorku, meðan privatu miðlarnir gerast alt veikari. Hetta er í sjálvum sær ein kappingarfyrimunur, og tá almenni stovnurin samstundis dubbar seg í kappingini um lýsarar, verður av­ leiðingin fyri privatu aktørarnar fleirfaldað. Í fyrra lagið er vandin, at hetta kann verða deyðsstoyturin til onkrar av privatu miðlunum, og eru almennu lýsingainntøkurnar soleiðis beinleiðis atvold til minni fjølbroytni í einum longu smalum føroyskum miðlaheimi. Og tað er eisini beinleiðis skaði­ ligt fyri Kringvarpið sjálvt. Kann­ ingar prógva, at stórur partur av tíð­ind­unum hjá loftbornu miðl­un­ um stava frá viðgerðum, sum byrja í bløðunum. At minka fram­leiðslu­ orka á bløðunum er tí = at kubba av føðiketuni hjá Kringvarpinum. At hetta ikki er tómur pástandur, hevur Kringvarpið sjálvt prógvað. Í neyðarrópinum til Mentamálaráðið “Public Service á vandakós” verður víst á, hvørjar skerjingar stovnurin má gera, um verandi støða stendur við. Hóast skerjingarnar eru nógv­ ar og stórar, so er tað ikki ein tann einasta av hesum, sum rakar markn­ aðardeildina. Tvørtur ímóti verður í skrivinum staðfest, at meira orka verður nýtt at út­vega lýsingar­ inntøkur. Og eisini verður víst á, at tað kundi givið fleiri inntøkur, um forboðið móti net­lýsingum varð tikið burtur. Miðlagrunnurin Skiftandi mentamálaráðharrar og tingfólk annars hava ofta við føgr­um orðum tosað um, at tað ikki er ein haldbær støða, tá al­ menna kringvarpið kappast um lýs­ingakrónur við privatar aktørar. Fleiri fundir hava verið á skrá, og okkurt álit er eisini skrivað. Í hesum er ein Miðlagrunnur nevndur fleiri ferðir, men hesin inni­heldur í minsta lagi tveir grund­ leggjandi trupulleikar. Tyngsta argumentið fyri einum slíkum grunni tykist vera, at verða lýsingarnar tiknar úr KvF, missir lýsingavinnan ein av sínum pallum. Sostatt vendir sjálvt endamálið í miðlagrunninum púrasta skeivt, og so er legitimiteturin longu vekk. Ein slíkur grunnur verður í praksis dómarin, sum ger av, hvat er gott latín ella ikki. Við øðrum orðum missa privatu redaktiónirnar frælsi at velja og vraka í framleiðslum sín­ um – í øllum førum, um tey ynskja stuðul úr grunninum. Og hvør ynskir ikki tað? Einki alternativ Endaliga er eisini tann fatan, at okkum nýtist ikki ein alment fíggj­ aðan public service-miðil. Veit ikki, hvussu ráðandi fatanin er, men meira enn tann eini tinglimurin hevur ført fram, at privatu miðlarnir eru public service-miðlar. Og tað er í øllum førum ein avmarkaður sannleiki. Fyrst og fremst, so eru pri­vatu miðlarnir grundaðir á markn­ aðar­kreftirnar, sum í ávísan mun eru í andsøgn við public service- hug­takið. Sagt øðrvísi, so eru privatu miðlarnir bert áhugaðir í tí partinum av public-service, sum raka breiðan hóp av fjøldini. Privatu miðlarnir koma ongan tíð at við­gera smalar áhugabólkar, tí tað loysir seg ikki. Rás2 fer ongan tíð at gera íløgur í sendinet til Trøllanes­búgvar ella Mykinesfólk, tí tað loysir seg ikki. Og soleiðis kundu vit hildu á fram. Tí er einki alternativ til ein sterk­ an public service stovn. At framleiðslur kunnu útveitast til privatar, soleiðis sum eitt nú stjórin á Rás2 hevur víst á, er ein heilt annar spurningur, sum einki hevur við Public Service-spurningin at gera. Tann spurningurin er nevnliga sera einfaldur. Metir politiski mynd­ug­leikin, at ein sterkur pub­lic service-miðil er ein av grund­ar­steinunum og partur av infrakervinum í einum modernað­ um fólkaræði? Og er politiski myndug­leikin til reiðar at gjalda tað, sum ein slíkur kostar? Í øllum førum er tað blóðskeivt, um sami myndugleikin heldur, at partur av fíggingini skal koma frá eydnuspølum og lýsingainntøkum.