Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Jákup Mikkelsen takkaði ann­ ars fyri seg í ÍF eftir farnar kapp­ingarár, men segði at hann fram­vegis ætlaði at halda fram við fót­bóltinum. Tað var bara óvist hvussu og hvar. Hann hevur sjálvlandi verið settur í sam­band við barndómsfelagið KÍ, men tað er so blivið av ong­ um. Jákup Mikkelsen hevði eitt gott kappingarár í 2012, og var valdur til besta mál­verjan á galla­tiltakinum hjá Miðla­hús­ inum. Eisini 17 ára gamli Poul Nolsøe Mikkelsen verður at síggja í ÍF búnanum komandi kapp­ingarár. Hann er miðverji og hevur fyrr spælt KÍ, har hann hevur spælt ein dyst á besta liðnum og fleiri á næst­ besta liðnum, umframt at hann hevur verið partur av U19 lands­liðnum. Báðir hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. trondur@sosialurin.fo Jákup Mikkelsen aftur í ÍF Fótbóltur ÍF hevur gjørt sáttmála við Jákup Mikkelsen og sonin, Poul Nolsøe Mikkelsen, fyri komandi kappingarár. Tað boðar heimasíðan hjá ÍF frá Jóannes Hansen Síðani 2008 hevur hann umboðað B68, har hann 135 ferðir hevur verið á besta liðnum. Oftast hevur hann verið miðvallari, men viðhvørt hev­ ur Ndende verið í miðverjuni. Eitt nú síðsta kappingarár, tá ið B68 stríddist fyri at sleppa undan niður­ flyting, var Ndende fyri tað mesta mið­verji. Hann hevur skorað 20 mál, og í evstu løtu í síðsta umfari var um reppið, at hann skoraði eina ferð aftrat í Trongisvági, har TB og B68 telvaðu fyri at sleppa undan niður­flyting. Tað endaði við, at B68 flutti nið­ ur. Ndende var sáttmálabundin at B68 næsta kappingarár, men nú tofta­menn fara at spæla í næstbestu deild­ini, ætla teir at dúva upp á teir, sum eru uppvaksnir í felagnum, og nú hevur TB skrivað undir sáttmála við Ndende, sum er 29 ára gamal. Ndende til TB Fótbóltur Senegalesiski miðvallarin Ndende Adama Guéye verður næsta kappingár at síggja í svørtu og hvítu TB troyggjuni. Tað veit heimasíðan hjá TB at siga Tróndur Arge Súni Olsen hevur sáttmála fyri kom­andi ár, og tað er nú greitt, at tann avtalan stendur við. Súni Olsen var í fjør kosin ársins leikari í B36. Hann hevur drigist við skað­ ar, men tykist nú verða komin fyri seg. Hetta má koma sum góð tíðindi fyri B36 viðhaldsfólk, sum hava sæð felagið mist fleiri týdn­ingar­miklar leikarar síðani kapp­ingar­enda. Eisini tvey av stjørnuskotunum í felagnum halda fram. Rasmus Dan Sørensen hevur spælt fleiri dyst­ir á besta liðnum. Hann hevur fyri tað mesta spælt á miðjuni og í B36 hava tey stórar vónir fyri unda leik­ aranum. Hørður Askham hevur seinasta hálva árið verið útleigaður til 07 Vestur. Hann er nú aftur í felag­ num, og tað verður hann komandi kappingarár. Størsti spenningurin í felagnum má verða um Lukasz Cieslewicz heldur fram ella ikki. trondur@sosialurin.fo Súni, Rasmus og Hørður halda fram Fótbóltur Súni Olsen, Rasmus Dan Sørensen og Hørður Askham halda allir fram í B36 komandi kappingarár. Tað boðaar felagið frá á heimasíðuni ÍF Føroyar hevur fingið nýggjan venjara, nú Andras K. Thomassen gevst sum venjari. Christian Høgni Jacobsen fegnast um møguleikan, hann nú hevur fingið. – Hetta er ein spennandi av­bjóðing hjá mær. Eg havi leingi gingið við einum lítlum venjara í búkinum, og havi áður verið venjari fyri lið í yngru deildunum. Hetta er so ein møguleiki at royna meg av á hægri støði, sigur Christian Høgni Jacobsen, við heima­síð­ una hjá felagnum. Christian Høgni Jacobsen hevur áður roynt seg í donskum fótbólti, har hann hevur spælt við Esbjerg fB, Vejle BK og AB. Harumframt hevur Faroesoccer skrásett hann fyri 235 dystir og 119 mál í bestu føroysku fót­bólts­ deildini, tríggjar ferðir hev­ ur hann verið toppskjótti í deild­ini, og so hevur Christian Høgni eisini umboðað Føroyar í A-lands­dysti 50 ferðir. 1. lið hjá ÍF Føroyum vantaði ein venjara, tí vælumtókti Andras K. Thomassen, sum hev­ur havt ábyrgdina av lið­ num seinastu árini, hevur fing­ið nýtt starv, ið inniber, at stundir ikki til fótbólt. Tí kem­ ur tað sera væl við, at Christian Høgni er sinnaður at traðka til. Avtalan við Christian Høgna Jacobsen gongur fram til summar­steðgin, tá kappingin hjá 1. liði endar. trondur@sosialurin.fo Christian Høgni leikandi venjari hjá ÍF Føroyum