Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið atlantic airways deildin Greiður sigur til vestmenningar Hondbóltur VÍF vann sunnudagin ein greiðan 34-16 sigur á Team Klaksvík. Jan Ottosen hevur FM finaluna sum mál, meðan Team Klaksvík vil hava stig áðrenn kappingin er liðug Tróndur Arge Tað er stórur munur á VÍF og Team Klaksvík á stigatalvuni, men fyrstu minuttirnir vístu gestirnir úr Klaksvík, at teir hava nakað at bjóða føroyskum hondbólti. Serliga var tað Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, sum gekk á odda. Klaksvíkingar høvdu góða tíð í álopspartinum, meðan vest­menn­ ingar gjørdu skjótt av hvørja ferð teir fingu møguleikan. Tað gekk tó eina løta áðrenn munurin á stiga­ talvuni koma til sjóndar á mál­ talvuni. – Vit eru ikki klárir í nøkrum støð­um, og teir fáa fyrsta málið. Teir taka eisini time out tíðliga, men vit fáa so skil upp á okkara spæl. Allir spælarar sum vit skifta inn byrja við at gera ein feil ella tveir, umframt at vit eru ikki neyvir í skotunum hjá okkum. So vit eru ikki 100 porsent klárir, men tað kemur kanska eisini av, at vit spæla móti Team Klaksvík. Tað er í løtuni tvey givini stig, men eg rokni nú við, at teir fara at fáa stig seinni í kappingini, sigur Jan Ottosen, venjari hjá VÍF. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fær VÍF tamarhald á dystinum. Team Klaksvík byrjar at gera feilir og tað verður revsað við skjótálopum. – Vit orka for illa, og tí enda vit við at missa fleiri bóltar. Teir fáa fýra ella fimm fríleyparar upp í slag. Tað verður revsað alt fyri eitt móti einum liðið sum VÍF. Tað sært tú aftur hvønn dyst, at menn orka for illa, ásannar Fríðin Ziskason, sum spældi sín fyrsta dyst í ár fyri Team Klaksvík. Hálvleiksstøðan var 18-11 til vestmenningar. Team Klaksvík ger eina roynd Gestirnir úr Klaksvík høvdi sína bestu løtu tíðliga í seinna hálvleiki, tá teir minkaðu um munin nið­ ur í fýra mál. Men so fáa teir eina útvísing og missa stevið í dyst­ inum. – Vit skifta alla bakketuna út og tað tekur tíð at spæla seg inn í dystin. Og tá allir skulu gera ein feil í part, so er tað tað klárt, at fýra tey fyrstu álopini ikki ganga so væl, sigur Jan Ottosen. Frá sjeynda minutti til 23. minutt fær Team Klaksvík einki mál, með­ an VÍF fær átta mál. Hendan løtan skúgvar allan iva um eitt óvænt­að úrslit til viks. Meðan VÍF skiftir út og ikki tyk­ ist spæla við fullari ferð, so er hetta eisini lægsta punktið hjá Team Klaksvík. Teir hava í eitt korter einki at bjóða upp á. Koma ikki til møguleikar, megna ikki at verja fyri og missa lættar bóltar í upp­ spæl­inum. Skal Team Klaksvík hava nakað stig í hesum kappingarárinum, so er týdningarmikið at fáa gjørt okkurt við vánaligu løturnar, so tær ikki kosta so nógv á máltalvuni.