Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jan vil í FM finaluna Seinastu løtuna av dystinum er einki at spæla fyri. Spælararnir tykj­ast meiri hugsa sær enn nak­að annanð. Teir royna ymiskar skip­an­ ir, og málini skulu gjara verða flott. – Seinastu fimm minuttirnar royna vit fimm ymiskar verju­skip­ anir. Vit mannsverja, vit dekka 6-0, 3-2-1, 3-3 og náa eisini at dekka við trýsti á øllum vøllinum. Í álops­part­ inum skulu vit vera meiri neyvir, men tá tú ert á odda so nógv, so fara spælarar altíð at gera okkurt smart. Tað skulu teir eisini hava lov til, men so skal tað eisini eydnast. Nu kann eg fara í skiftirúmið og geva teim­ um av grovfíluni, tí tað ikki riggaði, sigur Jan Ottosen og grínur. Jan Ottosen hevur eyguni eftir einum FM finalu plássi, men hann ásannar eisini, at tað eru fleiri lið um boðið. – Vit og KÍF hava ávíkavist tvey og trý stig fleiri enn H71, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn vit. Vinna vit tann dystin, so eru vit hasi fýra fimm stigini frammanfyri, men tað merkir ikki at vit eru í FM finaluni, sigur Jan. Hann vísur á, at H71 og Kyndil møgu­liga fáa styrk í næstum, með­ an StÍF leygardagin spældi utt­an Sveinur Justinussen. Kom­andi upp­ gávan hjá VÍF er móti Neist­anum. Seinast vann VÍF 20-14. – Nú skulu vit líka síggja hvussu støðan er í hópinum eftir dystin í dag. Vit skulu gera tað sama sum vit gjørdu seianst tá vit vunnu á Neist­anum. Hava eina kompakta og sterka verju, og halda teimum niðri á fáum málum. Vit hava betra um skjót­álopini, og vónandi kann tað ger munin, sigur Jan Ottosen um kom­andi uppgávuna. Ikki fyri skommum Fríðin Ziskason heldur ikki, at Team Klaksvík gjørdi sær fyri skommum, hóast tapið gjørdist nakað stórt móti endanum. – Vit høvdu ikki roknað við at komi her og vunnið á VÍF. Vit tapa við 15 málum, og tað er so tað, men eg haldi ikki vit gera okkum fyri skomm­um, sigur Fríðin. Hóast tað einki sær út á stiga­ talv­uni, so eru klaksvíkingar við gott mót. – Vit venja meiri nú enn vit gjørdu í byrjanini av kappingini, og eg haldi at hugurin er góður. Tað eru nógvir til venjing eisini. Tað er ikki so at tað bara eru fýra ella fimm, ið møta til venjing. Tað er eini 18 til 20, sigur Fríðin Ziskason. Undangongumaður á Team Klaks­vík liðnum er Sámal á Tjaldra­ fløtti Olsen. Hann gekk eisini á odda í Vest­manna. Serliga í fyrra hálvleiki var hann sjónligur, men datt niður í mill­um í seinna hálvleiki. – Eg haldi sjálvur, at Sámal er mill­um bestu vinstri bakkarnir í føroyskum hondbólti, Vit mugu brúka hann í 60 minuttir, men hann orkar kanska ikki tíggju teir sein­ astu minuttirnar í fyrra hálv­leiki, og tíggju minuttir av seinna hálv­ leiki, sigur Fríðin Ziskason, sum eis­ ini fekk ein mál í fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum. Feløgini hava sett sær hvørsítt mál, og tað sæst eisini aftur á mál­ talv­uni. atlantic airways deildin Myndir: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 9 267 204 63 15 2 VÍF 9 253 207 46 14 3 H71 10 269 253 16 12 4 StÍF 10 257 235 22 9 5 Kyndil 9 229 226 3 8 6 Neistin 8 194 205 -11 6 7 Team Klaksvík 9 165 304 -139 0 Tróndur Arge StIF var á odda í hálvleikinum, men uttan Svein Justinussen megn­aðu strandingar ikki at halda fast í leiðsluni. H71 hev­ur nú saman við KÍF og VÍF lagt seg í ein bólk fyri seg í odd­ inum. StÍF var á odda 12-9 í hálv­ leikinum, men hóast liðið hevði møguleikar, so tóku strandingar ikki av. Tað kom eisini illa við, at Sveinur Justinussen ikki er tøkur til dystin. H71 reisti seg í seinna hálv­ leiki, og longu tíggju minuttir inni seinna hálvleiki var H71 á odda aftur. Tað var spenningur til tað seinasta, men tað endaði við, at H71 vann 22-20. – Eg vil ikki siga at vit hava reist okkum, tí vit gera aftur í dag nógv mistøk, men tað var gott at vinna, sigur Petur Mittún, venjari hjá H71. Fyri StÍF merkir tað, at teir fyribils eru hektaðir av odda­ stríðinum. Tað var ikki ætlanin sigur Alexandur Johansen, venj­ari hjá StÍF. – Hetta var ikki gott. Vit ætl­aðu okkum stigini, so vit kundu taka dystin um við hini liðini, men nú er tungt. Mál er heilt greitt at spæla við um FM finalu­plássini, men hesi bæði stigini kunnu koma at merkj­ast í síðsta enda, sigur Alexandur Johansen. – Vit fáa ov mál í seinna hálv­leiki. Vit fáa bara átta mál og tað er ov lítið til at vinna. Verjan stendur væl, men vit fáa ikki álopsparin at rigga. Tá vit so fáa hann at rigga eina løtu, so mansverja teir Marius, og tað órógvar okkum, leggur StÍF venjari afturat. Sveinur Justinussen var ikki við, og tað merktist. – Tað merkist væl, at Sveinur ikki er við. Eg meti hann verða føroya besta hond­ bólts­spælara, men hann spælir so sjáldan við okkum, tí hann altíð er mansvardur. Men hann er altíð góður fyri eini sjey ella átta mál, sigur Alexandur at enda. trondur@sosialurin.fo H71 vann dystin um triðja plássið VÍF - Team Klaksvík 34-19 (18-11) VÍF: Filip Jojic 8, Rasmus Junker 7, Magnus Muller 4, Agnar Joensen 3, Sjúrður Nielsen 3, Andrias Eriksen 3, Regin Joensen 1, Joen P. Høgnesen 1, Magnus á Rógvi 1, Jákup A. Joensen 1, Høgni Høgnesen, Gabriel Apetrei 1 Team Klaksvík: Beinur Heðinsson 6, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 5, Andrias Ellingsgaard 3, Dánjal Kjærbo 2, Fríðin Ziskason 1, Heri Johnsson 1, Kristoffur Jakobsen 1 Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum H71 - StÍF 22-20 (9-12) H71: Rúni Højgaard 4, Bogi G. Davidsen 4, Hallur Biskopstø 4, Rógvi Sørensen 3, Hanus Norðberg 2, Ári J. Olsen 2, Bogdan Florea 2, Sigmundur Nolsøe 1 StÍF: Pætur Joensen 6, Steinar Prestá 5, Borgar Danielsen 4, Allan Norðberg 2, Marius Joensen 2, Jógvan G. Joensen 1 Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum