mánadagur 3. desember 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Í 22 minuttir megnaði StÍF at fylgja
Stjørnuni í KÍ høllini sunnudagin.
Bæði
liðini
høvdu
brúk
fyri
stigunum. StÍF lá undan dystinum
aftast við tveimum stigum, meðan
Stjørnan lá næst niðast við fýra
stigum. Stjørnan hevur verið fleiri
leikarar fyri uttan seinnu dystirnar,
og hesa ferð var ongin Alina Olaru
á liðnum.
Aftaná 22 minuttir var støðan
10-9 til heimaliðið, men tá klokkan
ýldi til hálvleiks átta minuttir seinni,
var støðan 18-11 til Stjørnuna.
Stjørnan helt fram at økja í
seinna hálvleiki fram til 24 minutt,
tá munurin var tíggju mál. Seinastu
løtuna minkaði gestirnir um leiðsl
una.
Dysturin endaði við greiðum 33-
25 sigri til Stjørnuna, sum yvirhálar
VB.
Stóri spælarin hjá Stjørnuni var
Ella Petersen, sum skoraði 12 mál.
– Eg er ein ungur spælari, sum
hevur góðar dygdir. Hon verður væl
hjálpt av sínum liðfeløgum, og í dag
skjýtur hon vil í mun til málmannin
hjá StÍF, sigur Svein Rógvi Nielsen,
venjari Stjørnuni.
Hann metti annars, at tað var
verjan og málverjin, sum vóru
grundsteinurin undir sigrinum.
Fyri StÍF var tað enn eina ferð
Rebekka Justinussen, sum var topp
skjútti. Hon skoraði tíggju mál.
Stjørnan er nú bara trý stig frá
øðrum finalu plássinum, men tað
hugsar Svein Rógvi ikki so nógv um.
Hann metir, at bæi Stjørnan og StÍF
kunnu tapa nógvar dystir afturat,
men hómar glottar á Stjørnulið
num, sum nú hevur vunnið tveir
dystir upp í slag.
fremsta deildin kvinnur
Fremsta deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
8
251
186
65
16
2 Kyndil
8
179
193
-14
9
3 VÍF/Tjaldur
6
154
145
9
6
4 Stjørnan
8
178
191
-13
6
5 VB
8
182
197
-15
5
6 StÍF
6
142
174
-32
2
VB - Neistin 20-22 (8-10)
VB: Gurið Mortensen 4, Marijana Trbojevic 4, Helga Eyðunardóttir 3,
Tamara Radic 3, Rannavá Johannessen 2, Christina Holm 2, Laila Jespersen 2
Neistin: Barbara Brauer 8, Ása Dam á Neystabø 4, Jacklin Durhuus 4,
Bára Hansen 3, Nicoleta R. Hansen 2, Marjun Danberg 1
Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Arnar Dam
Stjørnan - StÍF 33-25(18-11)
Stjørnan: Ella Petersen 12, Una Olsen 6, Lovisa Lassen 5, Durita Mikkelsen 3,
Annika Ljósstein 3, Mina Sirdal 2, Ema Bezanovic 2
StÍF: Rebekka Justinussen 10, Oddrún Danielsen 6, Fríðrún Danielsen 4,
Irena Dam 2, Paula Høgensen 2, Lena Weihe 1
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Petersen
Stjørnan vann botnuppgerð
Hondbóltur Tað
var við Ellu Petersen
á odda, at Stjørnan
vann ein týdn
ingarmiklan sigur á
StÍF, sum nú einsa
malt í botninum
Tróndur Arge
VB liggur eftir vikuskiftið á næst
aftasta plássi, men avrikið móti
Neistanum var nógv betri enn
stigatalvan vísur. Gjøgnum allan
dystin er sera javnt. Munurin í hálv
leikinum er bara tvey mál. 10-8 til
gestirnar úr Havn.
Gurið Mortensen sigur seg fegn
ast um dystargongdina, tí hetta
prógvaði at VB kann spæla betri
enn tær hava víst higartil í ár.
Fyri Neistan var talan um helst
torførastu uppgávuna higartil í
hesum kappingarárinum. Serliga
eydnaðist tað VB at dekka Barbaru
Brauer í fyrra hálvleiki. Hon fekk
bara tvey mál fyrstu 30 minuttirnar,
og tað er heldur óvanligt fyri topp
skjúttan í føroyskum deildini.
Kári Horn, venjari hjá Neistanum,
var ongantíð í iva um, at hetta fór
at verða ein torførur dystur. Hann
vísti á málverjan, Mariu Samuelsen,
og Ásu á Neystabø sum lyklaleik
arar, tá Barbara Brauer var tikin úr
dystinum.
Hóast mansvard, so gjørdist
Barbara toppskjútti við átta mál
um. Tey flestu komu eftir deyð
bóltsstøður.
Stjørnan hevði hug at arga
Neistan fyri kortum, og hesa ferð
megnaði VB veruliga at arga odda
liðið, sum tó framvegis hevur fult
stigatal og er favorittur at vinna
FM.
trondur@sosialurin.fo
VB skakaði Neistan
Hondbóltur Neistan er framvegis oddalið við fullum
stigatali, men tað stóð nógv á suðri í Vági sunnudagin.
Sigurin kom ikki í hus fyrr enn í evstu løtu