Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. desember 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Skipa fyri Hondbóltsnámi millum jól og nýggjár Hondbóltur Birgir Hansen, Bogi Henriksen og Kári Nielsen ætla, at 30 stór hondbóltstalent úr øllum landinum skullu fáa møguleikan til at fáa væl tilrættislagda servenjing í døgunum millum jól og nýggjár, tá hesi hava jólafrí Heri Simonsen Undir herrópinum –  Kom og lær, hvat skal til fyri at blíva ein  »veruliga«  góður hond­bólts­ leik­ari skipa Birgir Hansen, Bogi Henriksen og Kári Nielsen fyri ein­ um sokallaðum »Hondbólts­námi«. Sum navnið sipar til, so verður møgu­leiki at nema sær størri kunn­ leika, og fáa sær sær størri før­leikar, sum hondbóltsspælari. Talan er um eitt tilboð til hond­bólts­úr­mælingar, sum eru føddir/føddar í 1994, 1995 og 1996 – bæði dreingir og gentur. Nógv talar fyri, at tey sum vilja sleppa við á »Hondbóltsnámi« eiga at skunda sær at melda til, tí pláss er bara fyri 30 leikarum tilsamans. Kostnaðurin fyr hvønn luttakaran er settur til 600 krónur. Seinasta freist at melda seg til »Hondbóltsnámi« er nú mikudagin 5. desember. Tað ber til at melda seg til á hsf.fo. Millum jól og nýggjár Í  døgunum 27., 28. og 29. desember 2012 bjóðar Hondbóltsamband Før­ oya hesum úrmælingum í hondbólti – ið eru serliga venjingarfúsir – til inten­siva venjing í tríggjar dagar á allarhægsta stigi. Tey, sum fáa tilboðið koma atlæra um fysiska venj­ing og vil ein menna sínar teknisku og taktisku førleikar á hægsta stigi, so er hetta tilboðið júst nakað fyri ein ungan leikara, sum vil veruliga mennast. Fyri at gerast ein góður vaksnamannaleikari, er kanska størsta kravið í dag ein sterkur kroppur.  Kropsbulur, stabili­tetur, balansa, styrki og kondi­tións­venjing eru tí av stór­ um týdningi fyri menningina, sam­ stundis sum hesar venjingar eru skaðafyribyrgjandi. Hetta fer hond­ bólts­námið, sum Birgir Hansen, Bogi Henriksen og Kári Nielsen skipa fyri at leggja serligan dent á, sam­stundis sum teir fara at seta stórt fokus á persónligu teknisku og taktisku menningina. Temavenjingar Teknisku venjingarnar verða býttar í nøkur tema. Leikararnir verða koyrdir í smærri bólkar við hvør sínum venjara, fyri at fáa eitt per­ són­ligt fokus á allar leikararnar. Enda­málið er, at einstaki leikarin mennir seg og hevur førleikar og vitan um ymsu venjingarøkini við sær aftur í sítt felag. Fyrilestrar verða eisini á skránni. Ein verður um »skaðafyribyrging« við Jákupi Midjord, yvirlækni. Ein ann­ar fyrilestur verður eisini á skránni, sum eitur »uppvenjing av skað­ um« við Beintu Laursen, fysio­tera­ peuti. Kropslig venjing Fyrireikararnir av hondbólts­nám­ inum siga, at nútíðar hondbóltur er ein ógvuliga fysisk krevjandi ítróttar­grein. Spælið er blivið so nógv skjótari enn fyrr og talið av skjótum renningum (spurtum) er nógv økt og tí verða einstøku leik­ararnir noyddir at betra teirra evni til at skula økja ferðina ofta. Harafturat er ein rúgva av eksplo­ sivum atsóknum, sum krevja stóra eksplosiva vøddastyrki. Teir nógvu nærdystirnir krevja stóra styrki – ið hvussu er um ein ætlar at vinna hesar dystirnar – og eisini eru nógv hopp og rætningsskift, ið belasta vøddar, spengur og beina­grind nógv. Afturat hesum eru kapp­ ingar­nar vorðnar harðari og fleiri dystir verða spældir enn áður, sum so eisini økir krøvini til kropp­in. Málið við fysiskari venjing er at fáa leikararnar so væl fyri, at teir ikki avmarkast av vantandi krops­ ligari orku og styrki, men kunnu liva upp til tey øktu krøvini og sam­stundis minka um vandan fyri skaðum. Birgir Hansen segði við Rás2 sunnukvøldið, at um talið av tilmeldingum til hondbóltsnámi fer uppum 30 luttakarar, so ætla teir bera so í bandi, at so nógv hond­bólts­feløg, sum til ber kunnu senda síni bestu talent, sum hoyra til árgangirnar 1994, 1995 og 1996 til hond­bóltsnámi. Hann undirstrikar, at hond­bóltsnámi er fyri talent úr øllum landinum. heris@sosialurin.fo Møtt verður hvønn dag frá kl. 09.00 - 16.00 (tó bert til kl. 15.00 leygardagin 29. desember) í høllini á Hálsi í Havn. Innihaldið í einstøku dagskráunum er ikki lagt fast enn, men dagarnar koma at síggja á leið soleiðis út : 09.00 - Møta og fáa kunning um innihaldið í temaunum hendan dagin 10.00 - 12.00 Venjing í høllini 12.15 - 12.45 Heitur rættur í kantinuni 13.00 - 13.45 Fyrilestur – videoklipp/filmar 14.00 - 16.00 Venjing í høllini Er á skránni millum 9 og 16 Kári Nielsen skipar saman við Birgiri Hansen og Boga Henriksen fyri ein­um sokall­ aðum »Hondbólts­námi« Savnsmynd