mikudagur 12. desember 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Útleigarar a
depositum
Rannvá G. Fossaberg
Flestu kærurnar, sum koma
til leigunevndina, eru um
depositum. Tað vísir ársfrá
greiðingin 2010-2011 frá leigu
nevndini. Meginparturin av
teimum tilsamans 50 kær
unum, ið eru innkomnar
hetta tíðarskeiðið, snýr seg
um útleigarar, ið ikki vilja
geva depositum aftur, tá
leigarin flytur úr íbúðini.
– Stóri trupulleikin er
depositum. Fleiri útleigarar
síggja ikki depositum sum
eina trygd, men sum eina
upphædd, teir nærmast
automatiskt
hava
ræði
á, sigur Andrass Holm
Arge. Hann er formaður
í leigunevndini og er við
til at taka støðu í teimum
trætumálum, ið eru í kæru
num, sum koma inn til
nevndina.
Útleigarar finna
undanførslur
Trupulleikin
er
ikki
vinnuligir útleigarar, sum
afturhalda depositum, men
vanligir privatir útleigarar,
ið ikki vilja geva leig
aranum depositum aftur av
órøttum. Ofta er tað soleiðis,
at leigarin sigur íbúðina
upp og hevur funnið sær
nýggja íbúð, og tá leigarin
so skal hava depositum aft
ur, finnur útleigarin ymsar
undanførslur fyri at aftur
halda depositum.
– Um hugt verður eftir
kærunum, sum vit hava
fingið inn viðvíkjandi de
positum, kann útleigarin til
dømis finna upp á at siga, at
íbúðin ikki er nóg væl vask
að, hóast leigarin hevur
vaskað. Eisini aðrar grund
gevingar verða nýttar fyri
at afturhalda depositum,
greiðir
Andrass
Holm
Arge frá. Hesi málini taka
drúgva tíð og seta leigaran
í eina óhepna støðu, millum
annað tí at fleiri leigarar
skulu brúka depositum til
nýggja bústaðin.
– Tað sum vit kunnu
gera í slíkum førum er at
hoyra báðar partarnar í
málinum. Vit skulu hava
eitt yvirlit um málið og
hava tað so væl lýst sum
gjørligt, áðrenn vit kunnu
taka eina endaliga støðu til
málið, sigur Andrass Holm
Arge.
Sambært leigunevndini
er trupulleikin helst tann,
at depositum ikki er til
staðar, tá ið leigarin er
fluttur og hevur krav at fáa
depositum afturgoldið.
Gloyma innflytingar
frágreiðing
Sendir tú eina kæru inn til
leigunevndina, er tað ein
fortreyt, at tú og leigari
ella útleigarin hava undir
skrivað ein leigusáttmála.
Annars verður kæran ikki
viðgjørd. Nýggja leigulógin,
sum kom í gildið í 2010, sigur,
at øll leigumál skulu nýta
ein standard leigusáttmála.
Og tað gera tey flestu, ið eru
leigarar ella útleigarar.
– Okkara fatan er, at
fólk eru tilvitað, um at tað
er krav, at hesin standard
leigusáttmálin
verður
undirskrivaður. Tó so eru
tað dømi um fólk, ið brúka
sokallaðar
heimagjørdar
sáttmálar, og teir nytta lítið,
sigur Andrass Holm Arge.
Hóast
leigunevndin
fyrr hevur verið frammi í
fjølmiðlunum og kunnað
um tann lógarkravda leigu
sáttmálan, er tað eitt, sum
fleiri aktørar á íbúðar
marknaðinum gloyma.
– Fólk halda ikki at inn
- Fleiri útleigarar eru av tí fatan, at teir eiga depositum, tá leigarin fer úr íbúðini. Tí snúgva
flestu klagurnar seg um júst depositum, sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini
Andrass Holm
Arge, formaður
í leigunevndini