mikudagur 12. desember 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 12. desember 2012 · Nr. 145
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
afturhalda
flytingarfrágreiðingin
er
serliga umráðandi, men
hon hevur minst líka so
stóran týdning sum sjálvur
leigusáttmálin,
fortelur
Andrass Holm Arge, sum
vísir á, at tað javnan kemur
fyri, at fólk gloyma inn
flytingarfrágreiðingina, tí
tey ikki vita, hvat hon skal
brúkast til .
Ein innflytingarfrágreið
ing er ein støðumynd av,
hvørjum standi íbúðin er
í, tá leigarin yvitekur. Í frá
greiðingin standa møguligir
skaðar ella feilir í íbúðini,
sum eru, tá leigarin flytur
inn, og ofta vera myndir
eisini brúktar.
– Um so er, at eitt
trætumál um møguligan
skaða á ein íbúð sting
ur seg upp, biður leigu
nevndin altíð um inn
flytingarfráðgreiðingina.
Er hon ikki til, kunnu vit
ikki meta um málið, tí vit
ikki hava nøkur prógv.
Leigarar seta krøv
Leigulógin hevur virkað nú
í tvey ár, og sambært for
manninum í leigunevndini
riggar lógin soleiðis, sum
hon skal.
– Fólk eru sum heild væl
upplýst um tey rættindini,
tey hava sum leigarar og út
leigarar. Trætumál kunnu
tó altíð stinga seg upp, og tá
er altavgerandi fyri útfallið
av eini møguligari kæru, at
neyðugir sáttmálar og frá
greiðingar eru brúkt, greiðir
Andrass Holm Arge frá.
Endamálið við leigulóg
ini er at verja rættindini
hjá leigara og útleigara, um
framt at fremja ein góðan
og
vælskipaðan
leigu
marknað.
– Sum við so nógvum øðr
um so tekur ein slík tilgongd
tíð. Við lógini royna vit at
skapa skipaði viðurskifti
á íbúðarmarknaðinum, og
hóast tað gongur rætta veg
in, eru vit enn ikki rokkin á
mál, sigur Andrass Holm
Arge og vísir á munir á íbúð
armarknaðinum í Føroyum
og Danmark.
– Sum heild eru íbúðir
nar í góðum standi, men
føroyingar eru eisini farnir
at seta størri krøv til íbúð
irnar enn fyrr. Í Danmark
verða
íbúðir
skrásettar
og góðkendar, soleiðis at
tær vánaligu á henda hátt
verða sáldaðar frá. Soleiðis
er mannagongdin ikki í
Føroyum, og tað merkir, at
onkrar vánaligar íbúðir eru
á marknaðinum, greiðir
Andrass Holm Arge frá.
Hann leggur afturat, at
leigunevndn javnan fær
fráboðanir frá fólki um eitt
nú sopp og fukt í íbúðini, tá
tey flyta.
Framhaldandi verður ar
beitt við at betra um íbúðar
viðurskiftini. Serliga er tað
trupulleikin við depositum,
sum greiði skal fáast á.
– Í løtuni arbeiða Al
mannaráðið
og
Heilsu
málaráðið við at betra um
umstøðurnar hjá leigarum.
Ítøkiliga arbeiðir mann við
einum uppskotið um at
depositum verður goldið
inn á eina serliga deposi
tumkonto í bankanum, har
leigari og útleigari skriva
undir,
at
peningaupp
hæddin verður útgoldin, tá
leigumálið verður sagt upp,
sigur Andrass Holm Arge.
Fyri tveimum árum síðani 1. september
2010 kom ein nýggj løgtingslóg í gildi um
útleigan av búðstøðum. Nýggja leigulógin
skuldi tryggja rættindini hjá útleigara og
leigara, virka fyri einum vælskipaðum
leigumarknaði og eisini seta krøv til
leiguavtalur.
Tað er leigunevndin, sum hevur eftirlit
við, at ásetingarnar í lógini verða hildnar.
Harumframt er tað eisini leigunevndin, ið
tekur avgerð í trætumálum, sum kunnu
standast millum leigara og útleigara.
Brúkaraumboðið virkar sum umsiting
fyri leigunevndina og er tann stovnurin
ið er í dagligum samskifti við leigarar og
útleigarar.
Sí meira á www.leigunevndin.fo
Leigulógin