Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Hópur av føroyingum hev­ur seinastu árini verið uttan­ lands og fingið gastic by­pass ella gastic banding. Summi hava fingið hesar við­gerðir fyri almenna rokn­ ing, onnur hava rindað sjálvi. Tað almenna rindaði fyrst fyri nøkur at fáa viðgerðina í Noregi, men seinni vórðu fólk send á privatsjúkrahús í Danmark, avmarkað til 20 um árið. Men nú fer eingin long­ur av landinum at fáa skurð­við­ gerð fyri ovurfiti, tí Lands­ sjúkra­húsið hevur nú tik­ið á seg at gera hesar við­gerð­ir í Føroyum. Í seinastu viku fingu tíggju fólk gastric bypass á Landssjúkrahúsinum, og hild­ið verður fram næsta ár, men nær tað verður, er ikki ásett enn. - Tað gekk væl, sigur Eyð­finn Olsen, yvirlækni á skurð­deildini á Lands­sjúkra­ húsinum. Hann stendur fyri skurð­ við­gerðunum. Eyðfinn Olsen, arbeiddi í fleiri ár sum yvirlækni í Danmark, men flutti til Før­ oya aftur í fjør. Hjálp uttaneftir Í sambandi við skurð­við­ gerðirnar vóru ein lækni og ein sjúkrarøktarfrøðingur frá Univ­ersitetssjúkrahúsinum í Århus á Lands­sjúkra­ húsinum fyri at gera tað so trygt sum gjørligt, tí skurð­ við­gerðurnar eru sera tor­ førar. Men tá ið læknar og sjúkra­systrar á Lands­sjúkra­ húsinum hava fingið nakrar fleiri royndir, verður ikki neyðugt við hjálp uttaneftir. Eyðfinn Olsen sigur, at ongar ætlanir eru um at gera gastric banding á Landssjúkrahúsinum. Tað slagið av viðgerðum verð­ur ikki gjørt longur í Norð­ur­ londum, tí royndirnar eru ikki so góðar. Gastric band­ ing er at binda eitt band um magasekkin, men tað er fleiri ferðir hent, at bandið er glið­ ið av. Tað er ikki einhvør, sum kann fáa gastric bypass. Eitt krav er, at BMI skal vera yvir 35, og tey skulu sjálv megna at tapa seg 8-10 pro­sent, millum annað tí liv­ urin er størri hjá feitum fólk­ um. Fólkini verða kannað fyri blóðtrýst, blóðsukur og annað. Eyðfinn Olsen sigur, at fólk­ini verða kunnað væl og virði­liga um ætlaðu skurð­ við­gerð­ina, og tey fáa eisini at vita frammanundan, at við­gerðin fer at broyta teirra lív, at tey ikki kunnu eta tað sama sum áður. Hann hevur einki hoyrt um, at fólk eftir gas­tric bypass hava havt sálar­ligar trupulleikar. Hann veit bara um fólk, sum hava verið væl nøgd. Men tá ið fólk sjálv megna at tapa seg til dømis 10 kilo, hví kunnu tey so ikki halda fram at tveita kilo av sær? - Tey hava øll somul so av­gjørt roynt, men tey hava rent seg í tann trupulleika, at vekt­in hvørja ferð er komin upp á aftur. Tey, sum hava verið undir skurði uppliva, at tað fyrsta ár­ið aftaná minkar vektin, men so verður friður. Tær fyrstu skurð­við­gerð­ ir­nar í Føroyum tóku um­leið hálv­an annan tíma at gera, men tá ið tey eru kom­in meira á lagi, fer skurð­við­ gerð­in ikki at taka meira enn ein tíma. Tey tíggju fólkini, sum fingu gastric bypass á Lands­sjúkrahúsinum í sein­ as­tu viku, høvdu øll BMI om­an fyri 40, og tey vigaðu 120-130 kilo. Tey fyrstu viðgjørd fyri fiti Á Landssjúkrahúsinum vórðu í seinastu viku tíggju fólk skurðviðgjørd fyri fiti. Sjúkrahúsið er byrjað at gera gastric bypass, sum skurðviðgerðin nevnist Eyð­finn Olsen, yvirlækni á skurð­deildini, stendur fyri skurð­við­gerðunum