Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 17. desember 2012 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Privat reiðarí eru sinnað at byggja og reka eitt nýtt Hav­ rann­sóknarskip fyri landið. Tað staðfestir Jacob Vester­gaard, lands­stýris­mað­ ur í fiskivinnumálum. Hann staðfestir sam­ stund­is, at skulu vit gera okk­ um vónir um at útvega nýtt hav­rannsóknarskip í næstu fram­tíð, er hetta einasti møgu­leiki. Hann sigur, at politiskur vilji er ikki til at seta peng­ar av á fíggjarlógini til enda­ málið hesi næstu árini og tí er privat fígging einasti møgu­leiki. Og útlitini fyri tí eru góð, tí landsstýrismaðurin sig­ur, at nøkur privat reið­arí og fíggingarstovnar, hava sett seg í samband við Fiski­mála­ ráð­harri og bjóð­að sær til at bygg­ja, fígg­ja og reka nýtt Hav­rann­sókn­ar­skip. Hann vil ikki siga, hvørji feløg, talan er um. Kannar møguleikan Landsstýrismaðurin hev­ur um­røtt málið á lands­stýris­ fundi og nú fer hann at lýsa málið betri. Í hesum sambandi fer hann at snikka eina ætlan til, har privat feløg byggja, fígg­ja og kanska reka skipið. Síðani skal landið gera eina langtíðaravtalu við hetta privata felagið um at leiga skipið. Tað merkir, at landið slepp­ur at brúka skipið eftir ein­um langtíðarsáttmáli og so tá ið eitt ávíst áramál er farið, keypir landið skipið. Í hesum sambandi skulu nógv viðurskifti kannast, eitt nú, hvat leiguprísurin verður, hvussu stórt avkast, privata felagið hevur og, hvussu stór­ ar útreiðslurnar av tí vera aftur­ímóti at landið byggir skipið sjálvt. Í hesum sambandi skulu fyri­munir og vansar eisini lýsast av at byggja ein skip, sum bæði kann brúkast til hav­rannóknir og til vaktar­ skip. Samstundis skal spurn­ ing­ur­in eisini kannast um tað ber til at geva tí privata felag­num møguleika at brúka skipið, tá ið tað al­men­ na ikki brúkar tað og, hvørja ávirk­an tað fær á prísin, tað almenna skal rinda fyri prís­ in. Væl kent Jacob Vestergaard sigur, at slíkt partalag ímillum alment og privat er vælkent, bæði uttan­lands og í Føroyum. Hann vísir á, at landið og Atlants­flog hava avtalu um eina tyrlutænastu í sam­ban­ di við leiting og bjarging og ann­að. Jacob Vestergaard sig-ur, at verður hesin fram­ferð­a­ rháttur brúkt, ber til at fara undir at byggja nýtt hav­ rann­sókn­ar­skip næsta ár. Men til eitt nýtt hav­ rann­sóknarskip er liðugt, er neyðugt at halda Magnus Heina­son í sigling. - Tað mugu vit so finna útav, tí eg haldi, at tað hevur stóra­n týdning, at vit hava eitt havrannsóknarskip, sig­ ur landsstýrismaðurin Áki Bertholdsen Nú skal vápnalógin herðast, so at tað verður strangari hjá teim­um, sum keypa og eiga byrsu. Tað hevur Kári P. Høj­ gaard, landsstýrismaður í Inn­lendis­málum, sett sær fyri. - Byrsa er eitt vandamikið vápn eg eg haldi, at tað er rætt, at vit skipa viðurskiftini rund­an um tað at keypa og eiga skotvápn betri, sigur lands­stýris­maðurin. Í nógv ár hava politikarar tos­að um at herða vápna­lóg­ ina, men tað hevur víst seg at vera ómetaliga torført at fáa eina nýggja vápnalóg. Sostatt er hetta eitt øki, sum enn er fullkomiliga óskip­að men nú ætlar hann at leggja uppskot fyri Løg­ ting­ið í hesi tingsetuni, sum end­ar á ólavsøku. Skeið í skjóting Ein og hvør kann fara í ein handil og keypa sær byrsu uttan nakað sum helst, stað­ fest­ir lands­stýris­mað­urin. - Tískil hava vit onki yvir­ lit yvirhøvur yvir, hvør eigur skot­vápn í Føroyum, leggur hann afturat. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at fyrsta stigið at herða vápna­lógina er, at krevja, at øll, sum ætla at keypa sær byrsu, skulu hava verið á skeið í at brúka byrsu og tað skulu tey prógva í handli­ num, haðani tey keypa byrsu­na. - Eg tosi ikki um slík skeið, sum tey hava aðrastaðni, har tað verður kravt, at fólk eru á drúgv­um skeiðum fyri at fáa vápna­loyvi. - Men eg hugsi um, at tey, sum fáa sær byrsu, skulu á skeið í ein dag ella tveir at læra seg at brúka byrsu og, kun­na seg við, hvussu ein byr­sa virkar og at fyri at ogna sær førleikar at hand­ fara byrsu. Kári P. Højgaard heldur, at tað kundi verið felagið Byrsu­múli, ella onkur ann­ar, sum kundi staðið fyri frá­ læru­ni. Hann dugir væl at skilja, at tað kann vera torført at krev­ja av fólki, sum hava brúkt byrsu alt sítt lív, men ætlan­in er at hava eina til­ lag­ing­ar­tíð upp á eini trý til fimm ár, kanska. - Vit ætla at fáa skipað viður­skifti á økinum og næst­an tað sama, hvat fólk fáast við, krevst ein ávís­ur før­leiki. Vit skulu hava koyri­ kort, kranaloyvi, trukk­loyvi o.s.fr. So tað er onki forgjørt í, at vit eisini krevja ein ávísan før­leika av teimum, sum skulu handfara skotvápn, sum jú eru vandamikil í ókøn­um hondum. Allar byrsur skrásetast Landsstýrismaðurin hugsar eisini um, at sum frá líður skulu øll skotvápn í Føroyum verða skrásett. Hann hugsar til, at hvørja ferð, onkur keypir sær skot­ vápn, skal tað skrásetast, so at hvør byrsa kann knýtast upp í eitt ávíst fólk. Hann ásannar eisini, at tað eru nógv ólóglig vápn í landi­num. Í Føroyum er bara lógligt at eiga høglbyrsur við í mesta lagi tveimum skotum. Tann, sum vil hava riflu, skal biðja um loyvi frá løg­ reglu­ni, men undantak verð­ u­r at kalla ikki givið, uttan til alarar, sum viðhvørt fáa loyvi at keypa riflu at skjóta kóp við, sum naskast upp á ali­ring­unum at taka laks. Hinvegin er tað ein sann­ roynd, at nógvir føroyingar hava siglt í Grønlandi og aðra­staðni, og har hava teir keypt sær riflu og av tí sama ligg­ja riflur nógvastaðni í landi­num, hóast tær eru ólóg­ligar. Kári P. Højgaard hugsar sær til at geva fólki høvi til at lata myndugleikunum riflur í eitt ávíst tíðarskeið, uttan at tey verða revsað fyri at hava ólóg­lig vápn. Hann sigur, at tað fer at kosta eina – tvær milliónir at skrá­seta øll skotváp. Hvussu verður við høgl­ byrsum við fleiri enn tveim­ um skotum, er óvist. - Tað var mest fyri at verja fuglin at forboð var sett fyri høglbyrsum við fleiri enn tveimum skotum. Men nú er ongin fuglur eftir, og veiðitíðin er ógvuliga a­v­ mark­að, so óvist er, hvussu við­kom­andi handan reglan er, sigur landsstýrismaðurin. Privat bjóða sær til at byggja fyri landið HAVRANNSÓKNARSKIP Privat reiðarí hava nú vent sær til Fiskimálaráðið og bjóða seg fram at byggja og reka nýtt havrannsóknarskip Strangari lógir fyri at eiga byrsu í Føroyum VÁPNALÓGIN Nú skulu strangari krøv setast til tey, sum keypa og eiga byrsu Strangari Nú skulu størri krøv setast til tey, sum keypa og eiga byrsu. Í fyrstu syftu skulu fólk á skeið og sum frálíður skulu øll skotvápn skrásetast Einasti møguleiki Einasti møguleiki at fáa nýtt havrannsóknarskip í bræði, er at lata privat reiðarí byggja tað og kanska eisini reka tað fyri landið og tann møguleikan fer hann nú at kanna